týsdagur 26. mai 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 26. mai 2009
15
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Fríggjadagin 22. mai fylti
Eilif Samuelsen í Havn 75
ár.
Eilif var føddur í Fugla
firði, men hevur meginpart
in av lívinum búð í Havn.
Foreldrini
vóru
Rakul
Malena Midjord og Stein
grím Samuelsen, sum bæði
vóru úr Fuglafirði.
Borgarliga arbeiðið hjá
Eilifi hevur verið lærari,
men úti um landið man hann
vera mest kendur sum
politikkari.
Hann
tók
læraraprógv í Haslev í 1958
og var so í Fuglafirði, í Hval
vík, Tórshavnar Kommunu
skúla og á Venjingarskúl
anum. Eisini hevði hann
tímar á Læraraskúlanum.
Eilif var á árskeiði á
Danmarks
Lærerhøjskole
196869 í donskum máli og
bókmentum.
Hann
var
formaður í Lærarafelagnum
í 12 ár frá 1968, blaðstjóri á
Skúlablaðnum
194781,
limur í Landsskúlaráðnum
199294 og í Mentanar
grunninum 198694. Hann
hevur havt stóran áhuga
fyri sangi og tónleiki og var
dirigentur fyri Kristiliga
Sangkórinum. Eisini var
hann formaður í Tórshavnar
Musikkskúla 198894.
Eilif var tingmaður fyri
Sambandsflokkin í Suður
streymoy 197890. Hann
hevur eisini verið landsstýr
ismaður tvær ferðir: 1981
85 og 199498. Bæði skeið
ini umsat hann skúlamál,
og í seinna førinum var
hann mest í andglettinum
sum
landsstýrismaður
í
kommunumálum.
Sum pensionistur er Eilif
sera virkin. Hann hevur sítt
egna forlag, Forlagið Heml
ið, sum gevur út klassikarar
ar í heimsbókmentunum á
føroyskum. Í 2004 gav hann
út “Játtanir Augustinusar”,
sum er ein av teimum mest
týðandi og mest nýskapandi
verkunum í latínskum bók
mentum. Í 2005 gav hann
út bókina “Fedrar og synir”
eftir Ivan Sergejevitj Turg
enjev, og 2008 gav hann út
bøkurnar “Barrabas” og
“Bøðilin” eftir Pär Lager
kvist.
Eilif er giftur við Katrini
Hansen úr Saksun. Tey eiga
børnini Sigrun og Jákup.
red
Eilif Samuelsen 75 ár
Mikudagin 27. mai fyllir
Inger Jensen í Havn 60 ár.
Inger er úr Havn, dóttir
Anne Elise og Meinhardt
Arge. Hon er gift við Jens
Petur Jensen, sum er ætt
aður úr Fuglafirði.
Inger arbeiddi sum sjúkra
hjálpari í Danmark og á
Landssjúkrahúsinum, áðr
enn hon í 1980 byrjaði sum
sjálvstøðug og leigaði seg
inn í SMS, ið júst tá varð
útbygt við øðrum byggistigi.
Hon hevði fyrsta handilin
har
við
barnaklæðum,
Pinkan, og eitt ár seinni læt
hon upp ein handil afturat
sum fekk navnið Fípan,
sum var ein handil við
barnaútgerð og klæðum til
pinkubørn. Hetta vóru nøk
ur sera spennandi ár hjá
henni, sum hon treivst væl
við. Men tá hon í 1985 fekk
ein son, ein eftirnølara,
valdu hon og maðurin, Jens
Petur, at selja handlarnar í
SMS.
Hon var so heimagangandi
til 1997, samstundis sum hon
eisini tók HFprógv. Í 1997
keyptu Inger og Jens Petur
ognirnar hjá Jóan Jakku í
Vágsbotni, og hevði Inger
handil har til 2002, tá hon
gavst vegna vánalig heilsu.
Stóri frítíðaráhugin hjá
Inger er havin, har hon brúk
ar nógv av síni tíð. Hon
bindur eisini fyri Guðrun &
Guðrun, og um summarið
hevur hon Ból & Bita, har
hon kemur í samband við
nógv ymisk fremmanda
fólk.
Børnini eru fýra: Heðin,
Anna Katrina, Malan og
Meinhard. Barnabørnini er
seks í tali.
Dagin heldur Inger heima
í Skotarók leygardagin 30.
mai frá kl. 11 til 15.
-red
Inger Jensen 60 ár
Inger og ommusonurin, Jákup
Andlát og jarðarferðir
Hanna Lisberg, Tórs
havn, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum fríggja
dagin, 82 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr
Dómskirkjuni týsdagin
kl. 13.
Kistan við Erland Sten
berg fer úr kapellinum
á Suðuroyar Sjúkrahúsi
týsdagin kl. 17. Jarðar
ferðin verður úr Sum
biar kirkju mikudagin
kl. 14. Tey, ið vilja
minnast Erland, kunnu
lata Missiónshúsinum í
Sumba eina peninga
gávu, konta í peninga
stovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Mánadagin 25. mai fingu
tríggir bygningssnikkarar
prógv
á
Tekniska
Skúlanum í Tórshavn.
Teir eru f.v.: Eyðfríð
Kristiansen, Sandavágur,
John Dávur S. Djurhuus,
Tórshavn,
og
Sveinur
Gaard Olsen, Tórshavn.
Mynd: Jens Kristian Vang
Bygningssnikkarar
fingið prógv
Dagurin
26. mai. Beda prestur. Enskur munkur sum doyði í
árinum 735. Eftirtíðin gav honum navnið Venerabilis,
hin tignarligi. Hesin enski munkurin gjørdist ein hin
mest metti kirkjulærarin í miðøld við átrúnarligu,
søguligu og málsligu bókum sínum. Líka í Føroyum
hava teir tikið til Beda og lærdóm hansara.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)