Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 98 - 26. mai 2009 viðmerkingar Í síðstu viku kom sendingin KONTANT hjá danska sjónvarp­i­ num til ta niðurstøðu, at Eik Bank í Dan­ mark var nógv lagaligari at veita húsafígging enn teir donsku bankarnar. Men hetta er ikki so Húsafígging Árni Joensen arni@sosialurin.fo Í sendingini hevði KONTANT kannað, hvat fimm bankar søgdu til at fíggja eini hús, sum kostaðu 2,5 milliónir krónur, og sum eini hjún ætlaðu at keypa. Niðurstøðan var, at Danske Bank var sinnaður at læna hjúnunum upp til 2,02 milliónir krónur til keypið, Basisbankin vildi játta 2,2 milliónir, Lån & Spar Bank og Arbejdernes Landsbank 2,5 milliónir krónur og at enda Eik Bank Danmark 2,9 milliónir krónur. KONTANT setti seg í samband við greinaran Kim Valentin. Hann segði seg vera ovfarnan av, at tað var so stórur munur á, hvussu nógv bankarnir vildu læna. Sjálvur helt hann, at keyp­ ararnir kundu klára at keypa húsini fyri 2,5 milliónir krónur, og hann fýltist á, at summir bankar undirmettu keypararnar, meðan Eik Bank Danmark yvirmetti evni teirra. ­Tað er ein týðandi avgerð at keypa fasta ogn, og tað kann fáa stórar avleiðingar fyri lívsgóðskuna hjá fólki, sum fáa noktandi svar frá bankanum. Men tað er uppaftur verri at fáa játtandi svar, tí tað kann oyðileggja teirra fíggjarviðurskifti, segði Kim Valentin í sjónvarpssendingini. Ikki rætt Men Eik Bank Danmark er ikki so lagaligur, sum danska sjónvarpssendingin segði hann vera. Eik Banki eigur danska bankan við sama navni, og forstjórin, Marner Jacobsen, sigur við Sosialin, at tey bóðu alt fyri eitt leiðsluna á KONTANT um eina frágreiðing fyri at fáa greiði á, hvussu send­ ingin var komin til sína nniðurstøðu. Svarið kom í gjár. Har skrivar KONTANT, at Eik Bank Danmark hevði sagt seg kunna játta 1,8 mill. kr ónur til keypið. Keypararnir hava eini hús, sum verða mett at kunna geva 1,1 mill. krónur, og KONTANT legg­ ur so tølini 1,8 + 1,1 saman og kemur til ta niuðurstøðu, at Eik Bank Danmark er sinnaður at læna 2,9 mill. krónur til húsakeypið. ­ Hetta er sjálvandi ikki rætt. Bankin kann í mesta lagi læna 1,8 mill. krónur í hesum førinum, sigur Marner Jacobsen. Hann leggur afturat, at Eik Bank Danmark hevur sum fasta reglu, at hann lænir ongan­ tíð meiri enn upp til 95 prosent av húsavirðinum, so snúði málið seg bara um húsini fyri 2,5 mill. krónur hevði hægsta lánstilboð frá bankanum verið 2,37 mill. krónur. Marner Jacobsen sigur, at Eik Banki vónar, at KONTANT fer at rætta mkistakið í næstu sending. KONTANT roknaði skeivt fyri Eik Banka Marner Jacobsen: -Eik Bank Danmark er ikki so lagaligur, sum danska sjónvarpið segði hann vera Svanir hava verið á vatninum á Eiði síðan í fjørsummar, tá p­arið fekk tveir ungar undan. Aftur í ár reiðrast p­arið á Eiði, og nú eru eini fimm egg í reiðrinum fuglalív Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í fjør vóru heilt nógv fólk og hugdu at svanunum á Eiði, og aftur í ár fegnast eiðisfólk, at hesir prýðiligu fuglar eru niðri á Vatn á Eiði. Tað hava verið svanir á grynnuni fyrr, men í fjør var á fyrsta sinni, at svanir­ nir eisini áttu á grynnuni. Svanir hava tó átt í viðar­ lundini í Havn fleiri ferðir. Tróndur Leivsson frá skógrøkt landsins greiddi í fjør frá frá, at steggin kom til Føroyar í 1993, og var tá sera niðurundirkomin. Jógvan Mørkøre á Eiði tók hann til sín, og sendi hann til skógrøkt landsins. Har varð hann viðgjørdur, og var at enda saman við eini bøgu, ið varð funnin á Viðareiði, fluttur norður til Eiðis. Bøgan varð seinni funnin deyð á Skálafjørð­ inum. Tað ordiliga stuttliga er, at steggin á Eiði, ikki hevur verið at sæð síðani 1993, men nú aftur er komin til landið. Vit mugu minnast til, at svanur er vanliga er styggur fuglur, ið krevur fitt av plássi. Tí merkir hetta, at steggin hevur havt tað gott á Eiði, tá hann ferð aftur hagar, og enntá hevur bøgu við sær, greiddi Tróndur Leivsson frá í fjør. Seinni í summar kunnu vit so rokna við fleiri ungum niðri á Vatni á Eiði. Eftir øllum at døma vera svanaungar aftur á Eiði í summar Mynd: Høgni Hammer Svanir reiðrast aftur á Eiði Berlusconi kennir seg tryggan Forsætisráðharrin í Italia, Silvio Berlusconi, sigur, at hann kennir seg sannførdan um, at hann fær fullan stuðul frá italsku tjóðini hóast skuldsetingar um, at hann skal hava verið í so væl við eina unga kvinnu. Hetta sama var orsøkin til, at kona forsætisráðharrans herfyri boðaði frá, at hon hevði gjørt av at lata seg skilja frá manninum eftir 19 ára hjúnarband. Sjálvur heldur Silvio Berlusconi uppá, at hann hevur als einki havt við ta ungu kvinnuna at gera annað enn at práta við hana onkuntíð, og hann sigur seg vera vísan í, at italska fólkið trýr honum. Hann leggur fjølmiðlarnar undir at hava blást alt upp. Vistu um Watergate Fyrrverandi blaðmenn hjá The New York Times hava nú váttað, at teir í 1972 fingu ábendingar um, at samband var millum Hvítu Húsini og Watergate­innbrotið, men at teir gjørdu einki burtur úr tí. Seinni avdúkaðu tveir blaðmenn hjá The Washing­ ton Post, Bob Woodward og Carl Bernstein, ta sokallaðu Watergate­gøluna, sum noyddi Richard Nixon, forseta at leggja frá sær í august í 1974. Robert Smith, sum var blaðmaður hjá The New York Times, skrivaði í gerin nú um vikuskiftið, at hann og einstakir av feløgum hansara fingu eina ábending um Watergate frá einum embætismanni hjá FBI.