Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 26. mai 2009 13 Hjá mær sjálvum var tað hugaligt at fylgja við í veitslu­ rómanum í samband við, at Norðborg kom til landið. Tað er klárt, at her hava nógvar góðar kreftir verið uppií. Millum hesar eisini fiskimannafelagið í mínari tíð. Ein týðandi partur í eini slíkari verkætlan er sáttmál­ in hjá manningini. Her er setningurin at gera ein sáttmáli, har tað bæði skal bera til bæði hjá reiðarínum og hjá manningini. Betri tað gongst meira kemur tað tá báðum pørtum til góðar. Sjálvsagt skal prosentpart­ urin hjá manningini vera so høgur sum gjørligt, men tað skal eisini kunna bera til at laga seg eftir umstøðunum, tá hetta kann vera til gagn fyri manningina. Tað skal kunna hugsast so langt, at tað kann bera til at fáa eina størri úrtøku við einum lægri býtisprosentið, um inntøku­ møguleikarnar hækka meira enn henda lækking. Hetta er júst nótaflotin eitt gott dømi um. Upprunaliga var manningarparturin 26,5%. Umleið 1980 høvdu menn ætlan um eitt nógv størri skip, Gullfinnur, við størri møguleikum. Mett varð tá, at hetta kundi bert lata seg gera, um mann­ ingarparturin gjørdist 20%. Hetta eftirlíkaði FF. Hóast tað gekk væl, og inntøkan var høg hjá manningini, var ikki nóg nógv eftir til skipið, og tað fór úr flotanum aftur. Tað sama mundi hent við Tróndi í Gøtu, sum kom seinni, og sum hevði sama sáttmála. Men hetta varð bjargað við, at manningin fyrst fór niður í 16%, og síðan upp í 17,5%. Tað var á hesum grundar­ lagnum, at Christian i Grótinum varð bygdur í 1998. Hetta var tá eitt risa stig. Tað var als ikki nøkur sjálvfylgja, sum umstøður­ nar vóru tá, at tað fór at eydnast. Men FF vildi hjálpa reiðarínum við at lata teir byrja við 16% fyri síðan at fara upp í 17,5%. Hetta eydnaðist stak væl. Manningin forvann nógvan pening, og tað sama gjørdi reiðaríið. Dekkarainntøkan pr. dag hevur verið upp til fimm daglønir hjá arbeið­ arum á landi. Hetta gjørdi reiðaríið ført fyri at keypa Norðborg 1, sum síðan varð avloystur av Norðborg 2, sum var ein framúr nýhugsan at virka fiskin umborð. Her var eisini gjørdur ein sáttmáli á sama grundarlagi, nevniliga at báðir partar skuldi klára seg. Sum tað er frætt, hevur manningin á Norðborg eisini verið væl tilfriðs við sín sáttmála. Hetta gekk eisini stak væl, og seinasta úrslitið av øllum hesum er so nýggja Norðborg. Niðurstøðan kann bert vera tann, at FF í síni tíð hevur havt eitt gott handalag í sínum leikluti at gera sáttmálar, tá so nógv kundi spyrjast burtur úr. Hetta kann ikki minst manningin á Christian í Grótinum eisini ásanna. Teirra arbeiðspláss varð selt fyrr í ár, og teir kundu eins væl staðið uttan kjans. Men sum tað skilst sleppa teir at halda áfram við Norðborg. So væl er arbeitt fyri teir. Frá at hava verið við einum av fremstu skipunum í land­ inum, fara teir nú við frem­ sta skip av sínum slagi í øllum heiminum. Eg hevði um dagarnar vitjan av Quentin Bates frá blaðnum Fishing News International, sum var komin til Føroyar bert fyri at skriva um Norð­ borg. Hann var púra ovfarin av skipinum og ikki minst av monnunum aftanfyri. At sleppa við einum slíkum skipi er nakað, sum teir fægstu fiskimenn tora so mikið sum at droyma um, og enn færri fáa tað uppfylt. Í hesum ótryggu tíðum er Norðborg eisini uppá seg eitt hampiliga trygt arbeiðspláss. Umframt eina góða inn­ tøku og góðar umstøður annars hava hesir fiskimenn fingið og fáa framvegis maksimalt gagn av teirri skattaskipan, sum FF og eg sjálvur havi gingið á odda fyri, og sum higartil hevur givið fiskimonnum nærri ¾ enn ½ milliard krónur. Tað hevur ikki verið minsta stríðið at verja skipanina móti álopum frá hægstu støðum í samfelagnum. Alternativið til hesa glæsi­ ligu gongd kundi verið at hildið fast um upprunaligu prosentpartarnar fyri hendan veiðuhátt. At hetta skuldi havt verið gjørt hevur størsta stuðul frá fiskimonnum, sum hava fingið mest burturúr virk­ seminum hjá fiskimanna­ felagnum. Tí hevur henda sáttmálagerð ikki verið nøkur sjálvfylgja, og tað hevur heldur ikki verið kostnaðarfrítt at slóða fyri hesum ævintýri, sum Norðborg er. Hevði FF ikki havt tað handalag, sum tað hevði tá, kundi henda søgan lættliga endað annarleiðis. Í ringasta fall kundi hon enda við, at menninir framvegis sigldu við tí fyrsta Christian í Grótinum frá 1975. Norðborg er eitt stórsligið úrslit av einum framburðs­ sinnaðum fiskimannafelag. Tí kann eg eisini loyva mær at ynskja reiðarí og manning tillukku við nýggja skipinum. Norðborg er eitt ævintýr, eisini takkað fiskimannafelagnum Óli Jacobsen Higartil hevur tað ikki eydnast danskleikanum og umboðum hansara í Føroyum at lima Føroyar inn í danska ríkið! Tey flestu halda, at fólkaatkvøða um trún­ arvalógina hevur nakað at siga fyri okkum við­ víkjandi javnstøðu! Men lat meg siga, sum tað er, kann tað ikki gera tað sama, um ein kongaligur nýdani av kall­ ella kvennkyni stýrir okkum við norskum einavaldi? Lat okkum í fyrsta lagi vísa donsku lygnini aftur, taka av einavalds­ samtyktina til felags­ kongs frá 1662 og skipa Føroyar sum eitt demo­ kratiskt ríki. Tíverri er ongin flokkur á løgtingi, sum skilir føroyska veruleikan! Allir veruligir føroy­ ingar eiga at vísa eina­ valdsskipanini durafjórð­ ingin og halda seg burtur frá fólkaatkvøðugreiðsl­ uni 7. juni 2009. Lat okkum gera tað sama, sum forfedrar okkara gjørdu t.d. í 1946 og 1953, teir vanvirdu einavaldið og dansk­ leikan í Føroyum og noktaðu at lima Føroyar inn í danska ríkið! Vit halda fast við ta føroysku leiðina! Føroyskt fólkaræði Føroyingar siga nei til einavalds John Ísheim Nú var so aftur grindaboð, hesuferð í Sundalagnum, ivaðist eina løtu um eg skuldi fara ella ikki, var í Hvannasundsgrindini í jan­ uar, so eg eigi tvøst og spik, røst rivjabein og herðabløð, sum kann samlíknast við ræst kjøt um væl verður haggreitt. Tað er leygardagur, eingin grind í langa tíð, so tað má vera nokk av fólki til drápið helt eg, ringdi til ein vin­ mann, sum segði at grindin nú longu var komin inn mótir Hvalvíksoyruni, beint fyri drápið skuldi byrja, ok, so tað er ov seint at fara. Hoyrdi aftaná at onkur hevði sagt í Útvarpinum, at tað var ov lítið av fólki til sjálvt drápið. Hetta havi eg sjálvur hugsað nógv um, nú hesi seinastu árini, eg havi verið við í drápi. Eitt grindadráp skal av­ greiðast á ein humanskan hátt og sum skjótast, so at hvalurin ikki líður ov nógv. Tá ið dripið verður ”skor­ ið á háls” havi eg lært at skera ein langan og djúpan skurð væl niður á báðum síðum og so mønustinga, báðar pulsæðrarnar skulu skerast av sum skjótast, og fyrr enn hvalurin hevur fingið mønustingin og ligg­ ur heilt lívleysur er hann ikki ”avgreiddur” um man so kann siga tað, og farið verður til næsta hval. Um ikki verður mønu­ stungið, so havi eg eisini hoyrt, at um bert onnur pulsæðrin verður avskorin so ganga tað 72 sek til hval­ urin missir viti, og bert 14 sek um báðar pulsæðrarnar verða avskornar beinan vegin. Kann onkur vátta ella avsanna hetta? Seinast eg var í grind, kom ein ungur maður við einum samureisvørði at skera á háls við, og hetta misslukkaðist sjálvandi, mátti taka yvir, hetta hoyrir ongastaðni heima, at man kemur í grindadráp við slíkum tvætli. Eftir at drápið er av verð­ ur uppskrivað, hvør ið hevur tikið lut í drápinum. Nakað sum kann irritera meg grensuleyst við einum grindadrápi og grindabýti er, at tað eru alt ov nógvir persónar, sum verða upp­ skrivaðir, sum yvirhøvur ikki hava tikið lut í nøkrum sum helst, sum hevur við rakstur, dráp, osv. at gera. Fari at heita á avvarðandi persónar, grindaformenn og sýslumannin at bera so í bandi, at bert fólk, sum veruliga hava tikið lut í drápinum vera uppskrivað og fáa dupultan part. Hini sum fáa part í sam­ band við heimapart, fáa vanligt býti. Var einaferð í grind í Hvalvík/Streymnesi, har teir persónar, sum vóru vátir upp undir mið blivu uppskrivaðir á einum báti, sum kom inn í móti sandi­ num, bert hesir menn fingu part og hini sum annars vóru í grindarakstrinum. Tað kann ikki vera mein­ ingin, at fólk standa sum áskoðarar og hyggja eftir drápinum, ganga turrskøddir yvir og skriva seg upp til at fáa part í grindabýtinum. Og møguliga dagin eftir selja sín part til handlarnar fyri okursprís, hetta er ikki rætt. Nú tað er so nógv fokus á, at tað er so ósunt at eta grind, so kundi tað verið áhugavert at kanna sýslu­ menn og grindaformenn, um teir hava serliga nógv giftstoffir í sær, sum skulu koma frá hvali. Grindaragstur, grindadráp, grindamenn og grindabýti? Saltangará eli lassen Nú hoyrist aftur, at Helena Dam á Neystabø er úti við spariknívinum og hevur funnið ein gyltan møgu­ leika at spara nakrar krón­ ur upp á bekostning av handverkslærlingum. Sera elegant ­ meistarin sparir 100%, og Menta­ málaráðið sparir lønarend­ urgjaldið, sum er 75%. Um uppskotið hjá Helenu vinnur frama, so vil tað hava við sær, at ein 1. árs lærlingur verður skorðin við 75% av lønini + 6,5% eftirløn + frítíðar­ løn meðan hann er í skúla. Løn hjá handverkslær­ lingi sær soleiðis út, sam­ bært sáttmála ímillum handverkarafeløgini og Meistarafelagið. Lærlingar fáa ta til eina og hvørja tíð galdandi løn, sum er avtalað millum Føroya Handverksmeist­ arafelag og handverkara­ feløgini, sum er: • 1. árið 32% av sveinalønini • 2. árið 40% av sveinalønini • 3. árið 45% av sveinalønini • 4. árið 55% av sveinalønini. Taka vit útgangspunkt í 1. ári, sær roknistykkið soleiðis út: Sveinaløn 1. oktober 2008 er 118,27 kr. pr. tíma. Lærlingalønin er sostatt 32% av 118,27 = 37,84 x 40 = 1513,85 x 4 = 6.055,42 um mánaðin. Lærlingurin hevur sum øll onnur rætt til frítíðaløn sum er 12 %. Harafturat kemur eftir­ lønargjald, sum í løtuni er 6,5% afturat lønini = 393,60 kr. Soleiðis kemur ein 1. árs lærlingur at fara frá 7.175,67 kr. brutto til 2.000,­ kr. mdr.ella við øðrum orðum, ein lønar­ niðurskurð á gott 70 %. 2­3­og 4 árs lærlingar koma at missa uppaftur meir. Hetta má verða heims­ met í lønarniðurskurði. Verður hettar gjøgnumført, má mann siga, at hesin samfelagsbólkur kemur at bera teir tyngstu byrðarnar. Eisini skal nevnast, at tað eru fleiri lærlingar, sum hava fastar útreiðslur hvønn mánað. Nú má verða nokk við ørvitisuppskotum, sum verða løgd fram. Hvar er restin av Javnað­ arflokkinum? Er tað veru­ liga so galið, at flokkurin, sum rópar seg at verða verkaflokk er fallin í svøvn? Vóni tað ikki, men tað er nógv, sum bendir á at so er. Hygg bert eftir, hvussu elegant Fólkaflokkurin (les Anfinn Kallsberg) hó­ reiggjar sær í eini tíð, hvar samfelagið ikki ein gang hevur ráð til, at okkara gomlu skula fáa mat í munnin, og kortini klárar Anfinn at vinda løgtingið um lítlafingur og fáa undirtøku fyri stórari játtan til tunlar Norð um Fjall. Hesin maður hevur als ikki nakra samvisku og tykist at hava sum stavn­ hald, at sektin á hvat annar fær, eg skal nøra mær. Samstundis sum Anfinn fær trumlað tunlarnar ígjøgnum í løgtinginum er hann so nasadjarvur at krevja, at lønarsteðgur skal setast í verk ­ um neyðugt við lóg. Ein má spyrja, hvat hugsar maðurin fyri sær. Nú má verða tíð uppá, at tit sleppa lokalpolitikki­ num og fara til verka, soleiðis at land okkara kann koma fyri seg aftur. Gloym alt um tunlar, so leingi sum samfelagið hevur lívshættisligar trupulleikar, og borgarar landsins líða neyð. Helena offrar handverkslærlingar formaður í Havnar Handverkarafelag eli brimsvÍk viðmerkingar