Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 98 - 26. mai 2009 tíðindi Í gjár fór tyrlan eftir teimum næstan 30 fólkunum, sum vóru veðurføst í Mykinesi. Tey flestu fegnaðust, men tað skilst, at nøkur harmaðust, at tey nú vórðu koyrd inn á meginlandið Veðurføst Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Síðan sunnudagin høvdu næst­an 30 fólk verið veður­ føst­ í Mykinesi, eft­ir at­ t­ey høvdu verið á ment­annar­ st­evnu í oynni. Ivaveður var longu sunnumorgunin, um t­að fór at­ bera t­il at­ flyt­a fólkini sjóvegis aft­ur á meginlandið, og seinna­ part­in sunnudagin varð greit­t­, at­ fólkini ikki sluppu aft­ur t­il Vágar við Súluni. Tað skilt­ist­, at­ ongin mjólk var eft­ir í oynni, men fólk høvdu t­að got­t­, og vóru ikki í neyð á nakran hát­t­. Heldur ongin t­úrur var æt­laður við t­yrluni fyrr enn mikudagin, men t­yrludeildin hjá At­lant­sflogi gjørdi seinnapart­in í gjár eykat­úrar, fyri at­ fara eft­ir t­eimum 30 fólkunum. Um fimmt­íðina í gjár lendi fyrst­a t­yrlan, sum varð send t­il Mykinesar eft­ir fólkunum, og síðan vórðu t­veir t­úrar aft­urat­ gjørdir, fyri at­ fara eft­ir t­eimum seinast­u fólkunum, sum ikki vóru sloppin úr aft­ur oynni. Ofta veðurføst Sambært­ mykinesfólki kem­ ur t­að meira enn so fyri, at­ t­ey ikki sleppa av oynni sjóvegis, og t­yrlan flýgur ikki so oft­a t­il Mykinesar. ­ Eg haldi, at­ het­t­a vísir, at­ t­ey í Mykinesi hava alt­ ov ringt­ t­yrlusamband, sigur Inga Poulsen Dam, prest­ur, sum hevði verið í oynni og hildið gudst­ænast­u sunnu­ dagin. Hon fegnast­ somuleiðis, at­ t­að bar t­il at­ halda guds­ t­ænast­u í oynni, hóast­ iva­ veður var, og hon fegnast­ eisini, at­ t­yrlan gjørdi eyka­ t­úr Tað vóru t­ó nakrir, ið vóru í polt­erabend í oynni, sum vóru eit­t­ sindur harmir um, at­ t­eir nú skuldu heim­ aft­ur. Tey allarflestu vóru fegin, tá tey stigu á flogvøllin í Vágum, eftir at hava verið veðurføst í Mykinesi. Tey tóku tó øll støðuna, sum eina uppliving Mynd: Eirikur í Jákupsstovu Flutt heim í øllum góðum