týsdagur 26. mai 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 26. mai 2009
19
tíðindi
Síðsta hálva tíman
høvdu tríggir lykla
spælarar, sum til tá
høvdu sitið á beink
inum, avgerandi
leiklut hjá Víkingi, ið
kneykraði B36, sum í
ein tíma hevði hildið
tørn um tepra leiðslu
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Bonkurin hevur stóran týdn
ing. Tað er so ofta sagt og
endurtikið í fótbólti. Í gjár
kvøldið varð tað staðiliga
staðfest
í
Sarpugerði,
hvussu stóran týdning út
skiftararnir hava.
B36 setti tríggjar ikki
serliga royndar spælarar á
vøllin, tí royndir menn fóru
av vøllinum, orsakað av
skaðum.
Víkingur
setti
tríggjar hvíldar menn á vøll
in, og felags fyri allar tríggj
ar var, at teir higartil í ár
hava verið millum lykla
spælararnar.
Ikki eitt ilt orð um teir,
sum fóru út á beinkin at
sita. Men tá Sølvi Vatn
hamar, Hans Jørgen Djur
huus og Andreas Lava
Olsen komu púra úthvíldir
á vøllin og settu trýst á
B36spælararnar,
sum
høvdu arbeitt nógv og hart,
so sigur tað seg sjálvt, at
tað sást aftur.
Víkingur næstovast
Víkingur hevði leingi ligið
undir, og sum seinni hálv
leikur leið, gjørdust álopini
støðugt eirindaleysari. Súni
Olsen var fínur á miðvøll
inum, Finnur Justinussen
lúrdi alla tíðina eftir møgu
leikanum, og í síðunum
bjóðaðu bæði Sverri Jacob
sen og Hanus Jacobsen seg
til í álopsmyndingini.
Tað bar fyri heimaliðið
við sær yvirtalsstøður, og tá
eitt korter restaði, kom
útjavnandi
málið,
sum
leingi hevði hingið í luftini.
Sverri Jacobsen tók kjansin
og smekkaði til, og bólturin
sat í netinum.
Á kropsburðinum sást, at
hetta bara var inngangurin.
Andreas Lava Olsen breyt
ferð eftir ferð ígjøgnum í
høgru, og innleggini vóru
so mikið vandamikil, at tað
bara var ein spurningur um,
nær leiðslumálið fór at
koma.
Finnur Justinussen skor
aði tað, eftir at Tróndur
Vatnhamar, sum hevði verið
góður aftasti skansi hjá
B36, var óheppin, og í yvir
tíðini var tað aftur Justin
ussenmaðurin, sum var
fyrstur á, eftir at B36mál
verjin ikki hevði megnað at
hildið bóltinum.
Sigurin ber við sær, at
Víkingur nú er næstovast,
og um hugburður og avrik
framvegis fara at verða,
sum tey vóru hesa ferð, so
kann tað gerast heilt spenn
andi.
Hildu leingi tørn
Tað var leingi gott lag mill
um trúføstu B36viðhalds
fólkini, sum høvdu leitað
sær norður til Gøtu í gjár
kvøldið, hóast tey á vegnum
høvdu møtt hvítum æling
um.
Magnus
Olsen
hevur
verið nógv inn og út av lið
num. Hesa ferð hevði hann
fingið
møguleikan
sum
sentralur miðvallari, og í
11. minutti takkaði hann
fyri álitið. Eftir fínt uppspæl
smekkaði
hann
til,
og
umvegis eitt mótstøðubein
fór bólturin í heimamálið.
Hetta styrkti um fyritreyt
irnar hjá illa skaðaplágaða
B36, sum sammett við
síðsta hósdag hevði gjørt
fleiri broytingar. Hugburð
urin var góður, og tá ið
heimaliðið ikki í fyrra hálv
leiki megnaði at umseta
møguleikar til mál, kendist
tað, sum um at sensatiónin
lúrdi.
Fyrstu løtuna eftir steðgin
eydnaðist at halda tætt, hóast
miðvøllurin var kroystur
langt aftur, men so var tað,
at tað kom til sjóndar,
hvussu stórur munurin var í
arsenalinum á bonkunum
báðum.
Hóast tað ikki hevur hiln
ast nakað serligt nógvu tær
síðstu ferðirnar, so kann tað
væl fara at vísa seg, at hug
burður og arbeiðssemi, sum
B36 vísti fyrsta tíman í
Gøtu, aftur kunnu fara at
bera úrtøku við sær. Serliga
tá skaddu spælararnir eru
komnir fyri seg, og bonkurin
harvið verður trivaligari!
B36
Víkingur
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Tyngdin á bonkinum avgerandi
B36 og seinni hálvleikur
eru ikki ein góð greipa.
Tríggjar teir síðstu dystir
nar hevur B36 tapt. Í teim
um eru átta mál farin
ígjøgnum, og tey eru øll
skorað í seinna hálvleiki.
Tað eigur at geva teimum
í árstalsfelagnum nakað at
hugsa um.
Í B36 harmaðust tey
sjálvandi um, at tað ikki
hevði eydnast at vunnið ið
hvussu er eitt stig í upp
gerð, tá bæði Jákup á Borg
og Brima Koroma noydd
ust at fara av vøllinum.
Men teir ásannaðu, at tað
síðstu løtuna ikki hevði
borið til at hildið tørn:
– Vit arbeiða leingi heilt
væl, men tá Andreas Lava
Olsen ómóður brúkar ferð
og styrki ímóti okkum,
verður tað ógvuliga tru
pult. Men vit mugu reisa
okkum aftur, og fyrsti
møguleikin til tað verður
annan hvítusunnudag, tá
vit skulu út á Argir, var
viðmerkingin úr B36.
jh
Ikki so illa nøgdir
Venjarin hjá Víkingi, Jógv
an Martin Olsen, var væl
nøgdur og lættur eftir
síðsta bríksl:
– Dystarskráin er so
tøtt, at eg helt tað vera
neyðugt at geva nøkrum
av lyklaspælarunum eitt
sindur av hvíld, áðrenn vit
hóskvøldið skulu spæla
hálvfinalu í steypakapp
ingini. Eg var greiður yvir,
at hetta kundi kosta, men
tíbetur spældi tað væl av,
segði
Víkingavenjarin,
sum var væl nøgdur við
alt liðið:
– Teir, sum vórðu skiftir
út, høvdu spælt væl. Eg
var væl nøgdur við avrikið
í fyrra hálvleiki, men tað
var eyðsæð, at dygdirnar
hjá eitt nú Andreas Lava
Olsen vóru serliga hentar,
tá B36 hevði stríðst væl
og leingi.
So nú verða teir, sum tú
ætlaði skuldu vera úthvíld
ir hóskvøldið, ikki so
hvíldir kortini?
– Tað vil eg ikki siga.
Tað er stórur munur á at
spæla í 90 minuttir og so
at spæla í ein hálvan tíma.
Tað eigur at síggjast aftur
hóskvøldið.
jh
Spældi høgt spæl
Finnur Justinussen gjørdi enn eina ferð vart
við seg sum hollur málskjútti, tá hann bæði
legði Víking á odda 2-1 og staðfesti sigurin við
málinum til 3-1
Mynd: Álvur Haraldsen