týsdagur 26. mai 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 98 - 26. mai 2009 ]
Bryan Robson,
Diego Maradona,
Mark Hughes, Eric
Cantona, Rivaldo og
Paul Scholes. Allir
hava teir sett síni
merki á klassisku
uppgerðirnar
millum Manchester
United og Barcelona.
Mikukvøldið hittast
risarnir fyri sættu
ferð
FÓTBÓLTUR
Jákup Møk
jakup@sosialurin.fo
Stóri dysturin í dystinum,
tá Champions League-final-
an er á skránni í morgin,
stendur
millum
Lionel
Messi og Cristiano Ronaldo.
Messi verður í løtuni rokn-
aður sum stórfavorittur til
heitið sum ársins spælari í
2009. Ein heiður, sum
Ronaldo vann sær í fjør.
Meira enn persónligu
herðaklappini er tað tó
steypið við stóru oyrunum,
sum stendur upp á spæl
hesaferð. Fimm ferðir áður
hava Barcelona og Man-
chester United dystast í
europiskum høpi, og mest
sum hvørja ferð hevur talan
verið um spennandi upp-
gerðir, sum í dag verða
roknaðar sum týðandi part-
ar av europisku fótbólts-
søguni.
Robson basti
Maradona
Fyrsta europiska uppgerðin
millum Manchester United
og Barcelona var í mars
mánaði í 1984. Hvørki av
liðunum hevði vunnið meist-
araheitið í drúgt áramál,
men
í
steypakappingini
hevði kortini bragdað, og á
pappírinum var talan um
sannan brellbita millum
tvey av best umtóktu lið-
unum í Europa.
Fyrra dystin á Camp Nou
stríddist Manchester United
við rygginum móti múr-
inum. Teir vardu tó framúr
væl, men eitt sjálvmál frá
Graeme Hogg og eitt kanón-
skot frá Juan Carlos Rojo
bóru við sær, at Barcelona
stóð við einum framúr
útgangsstøði undan seinna
dystinum.
Umframt dysti millum
tvey stórfeløg, so var talan
eisini um uppgerð millum
tveir av bestu miðvallar-
unum í heiminum. Bryan
Robson
sprongdi
enska
transfer-metið,
tá
Man-
chester United keypti hann
frá West Bromwich Albion,
og altíð hart arbeiðandi mið-
vallargeneralurin var lykil-
in, um United skuldi venda
uppgerðini.
Hinumegin
miðlinjuna
stóð tó heimsins dýrasti
spælari. Diego Maradona,
sum nú veruliga var við at
gerast tann stórspælarin,
sum tær 60 milliónirnar, ið
Barcelona hevði sent til
Boca Juniors, bóru boð
um.
Men á Old Trafford var
tað
stríðsmaðurin,
sum
vann á bóltsnillinginum.
Við
einum
ófatiligum
arbeiðsavriki helt Captain
Marvel
Maradona
mest
sum úti úr dystinum.Sog
sjálvur
skoraði
Robson
eisini tey bæði málini, sum
fingu javnvág í roknskap-
inum. Fyrru ferðina, tá
hann tveitti seg og stútaði
hornaspark í netið, og aðru
ferðina, tá hann gjørdi sær
dælt av mistaki frá Javier
Urroticoechea.
Og sjálvandi var tað eisini
Robson, sum byrjaði álopið,
sum
avleiddi
avgerandi
málið, ið Frank Stapleton
sendi í kassan til samlaðan
3-2 sigur.
Dysturin livdi tó fram til
tað seinasta, og í evstu løtu
sendi Bernd Schuster eitt
skot bara sentimetrar út um
stólpan. Men tá alt var av,
Sætta uppgerðin millum risarnar
Steypið »við teimum stóru
oyrunum« er ítøkiliga prógvið fyri,
at tú ert bestur í Europa
Nadal tók Borg-met
Spanski tennisspælarin, Rafael Nadal, sum er ovast á
heimsstyrkilistanum, tók í gjár eitt gamalt met hjá
svenskaranum, Björn Borg. Tá Nadal vann á brasilska
Marcos Daniel, var tað hansara 29. sigur á rað í French
Open, og sostatt hevur hann yvirhálað Björn Borg, sum í
árunum frá 1978 til 1981 vann 28 dystir á rað í fronsku
kappingini. Vinnur Nadal ein sigur aftrat, tekur hann eisini
samlaða metið, sum kvinnuligi spælarin, Chris Evert, setti
við 29 sigrum millum 1974 og 1981.
Sbragia úr Sunderland
Hóast tað eydnaðist Ricky Sbragia at tryggjað Sunderland
framhaldandi tilveruna í Premier League, hóast liðið
sunnudagin tapti seinasta dystin ímóti Chelsea, hevur
hann valt at lagt frá sær. – Eg haldi, at felagið treingir til
eitt størri navn. Tað sá svart út, tá eg kom til, men eg
haldi meg hava loyst mína uppgávu her, segði hann við
BBC.