Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 98 - 26. mai 2009 ] var tað Robson, ið stóð eftir sum stóra hetjan. Stórliga fagnaður av einum saml­ aðum Stretford End, ið als ikki vildi lata spælaran fara av vøllinum. Hughes prógvaði mistakið Næsta uppgerðin millum risarnar var eisini í Cup Winners­kappingini. Hesa ferð finalan í 1991. Tann nú rutineraði Bryan Robson var framvegis part­ ur av liðnum hjá United, meðan Maradona fyri langari tíð síðani var farin úr Barcelona. Fyrst og fremst snúi prátið undan dystinum seg tó um Mark Hughes, sum eftir eitt miseydnað uppi­ hald í Barcelona nú var aftur í Manchester United. Og tá dysturin var av, stóð Sparky eisini í sentrum. Stútarin frá Bruce eftir 67 minuttum hevði helst undir øllum umstøðum farið í netið, men waliski fram­ herjin setti kortini fótin á. Avgerandi málið átti hann tó við húð og hár. Í oysandi regninum trekti hann fram­ við Carles Busquets í Barca­málinum, og úr einum mest sum ógjørligum vinkli bankaði hann við ristini bóltin í handara síðunet. Tað brendi á móti dyst­ arenda, tá hartskjórandi Barcelona­sweeparin, Ron­ ald Koeman – sum varð mansvardur av Brian McClair! – móti dystarenda minkaði munin til 2­1. Seinni mátti Clayton Black­ more á akrobatiskan hátt ruddað bóltin av mál­ strikuni, men United helt fast, og so hevði Alex Fergu­ son vunnið sítt fyrsta europiska steyp við Man­ chester United. Dýr útlendingaregla Í 1994/95 vóru Manchester United og Barcelona í sama bólki í Champions League bólkaspælinum. Men talan gjørdist ikki veruliga um tær klassisku uppgerðirnar, sum áskoðararnir høvdu vónir um. Hetta komst fyrst og fremst av broyttu UEFA­ reglunum um nýtslu av útlendingum. Nú taldu skot­ ar, walisar, írar og norðurírar eisini sum útlendingar hjá enskum feløgum, og tað noyddi Alex Ferguson at hugsa alternativt, tá liðið skuldi setast til europisku uppgerðirnar. Á Old Trafford gjørdist talan tó um undirhaldandi 2­2 javnleik. Hughes legði vertirnar á odda, men Romario og Bakero skutu Barca upp á 2­1, áðrenn Lee Sharpe javnaði við einum frekum hælsparki. Á Camp Nou var tó eingin ivi um, at tað var Johan Cruyff, sum átti sítt egna Dream­Team. Ein av avgerðunum hjá Ferguson var at ofra Peter Schmeichel í útlendingakabalini, og hann kundi hjálparsleysur hyggja at, meðan Stoichkov (2), Romario og Ferrer bankaðu fýra kassar inn um Gary Walsh, sum saman við restini av United­verjuni so ruddiliga varð úrlætin í catalanska høvuðsstaðnum. Dreymabóltur og 12 mál Í 1998/99 vóru Barca og United saman við Bayern München partur av sannari dynamitt­pulju í bólkaspæl­ inum í Champions League. Somikið sterkur var bólkurin, at bæði Man­ chester United og Bayern München at enda stóðu í finaluni, men áðrenn Barce­ lona var úti úr kappingini, var liðið partur av tveimum ógloymandi uppgerðum móti komandi europisku meistarunum úr United. Giggs, Sholes og Beck­ ham løgdu United á odda tríggjar ferðir í heima­ dystinum, men hvørja ferð javnaði Barcelona. Og sein­ astu løtuna trýstu gestirnir fyri sigrinum, eftir at Nicky Butt varð rikin av vølli. Tveir mánaðir seinni var talan um enn betri undir­ hald. Dwight Yorke og Andy Cole høvdu ment eitt mest sum telepatiskt sam­ skifti, og ikki minst 2­1 mál­ ið hjá Cole var framúr­ skarandi dømi um hetta. Men í Rivaldo hevði Barcelona ein spælara, sum veruliga var í heimsflokki. Og við einum beinleiðis frí­ sparki og einum framúr­ skarandi saksasparki var hann høvuðsmaðurin hjá heimaliðnum. Og var tvør­ træið yvir Peter Schmeichel plaserað bara tríggjar senti­ metrar hægri, hevði brasil­ iumaðurin skotið hattrick. Barcelona hevði verið víð­ ari úr bólkaspælinum og Champions League søgan hevði sæð øðrvísi út. Ginger slapp í finaluna Higartil seinasta uppgerðin millum tey bæði mótstøðu­ liðini í Rom var í hálv­ finalunum í Champions League. Her gjørdist talan ikki um somu málveitslu, men á Camp Nou var talan um mest sum fullkomnan domi­ nans frá heimaliðnum, sum tó ikki megnaði at skora. Tað hevði Ronaldo hin­ vegin møguleika fyri eftir bara trimum minuttum í returdystinum á Old Traf­ ford, men hann misnýtti møguleikan, sum hann fekk úr 11 metrum. Ístaðin mátti United seta álitið á roynda Paul Scholes, sum hølvaði eitt langskot upp í mál­ hornið, soleiðis at hann eisini slapp at royna seg í finaluni, sum hann ikki varð partur av í 1999, tá hann hevði leikbann. Í annaðkvøld verður annar teirra fegin og hin keddur: Lionel Messi og Michael Carrick úr ávikavist FC Barcelona og Manchester United Vinnarar 1956-2008 1956 Real Madrid 1957 Real Madrid 1958 Real Madrid 1959 Real Madrid 1960 Real Madrid 1961 Benfica 1962 Benfica 1963 AC Milan 1964 Inter 1965 Inter 1966 Real Madrid 1967 Celtic 1968 Manchester United 1969 AC Milan 1970 Feyenoord 1971 Ajax Amsterdam 1972 Ajax Amsterdam 1973 Ajax Amsterdam 1974 Bayern München 1975 Bayern München 1976 Bayern München 1977 Liverpool 1978 Liverpool 1979 Nottingham Forest 1980 Nottingham Forest 1981 Liverpool 1982 Aston Villa 1983 Hamburg SV 1984 Liverpool 1985 Juventus 1986 Steaua Bucarest 1987 FC Porto 1988 PSV Eindhoven 1989 AC Milan 1990 AC Milan 1991 Reyða Stjørna Beograd 1992 FC Barcelona 1993 Olympique Marseille 1994 AC Milan 1995 Ajax Amsterdam 1996 Juventus 1997 Borussia Dortmund 1998 Real Madrid 1999 Manchester United 2000 Real Madrid 2001 Bayern München 2002 Real Madrid 2003 AC Milan 2004 FC Porto 2005 Liverpool 2006 FC Barcelona 2007 AC Milan 2008 Manchester United Maldini spottaður Sunnukvøldið skuldi 40 ára gamli Paolo Maldini í øllum góðum takka fyri seg á San Siro leikvøllinum í Milano. Men tað gekk ikki heilt eftir ætlan, tí í einum umráði av áskoðaraplássunum fekk hann háð og spott frá Milan­ fjepparum. »Takk, skiparin. Tú vart ein meistari á vøllinum, men tú virdi ikki tey, sum gjørdu teg ríkan,« stóð á einum stórum bannara. Mourinho ongan veg José Mourinho hevur steðgað øllum gitingum um, at hann skal vera á veg til annað felag, tí nú hevur hann longt sáttmála sín við Inter fram til á sumri 2012. Tað hevur annars ljóðað, at 46 ára gamli portugisin skuldi vera á veg til Real Madrid. Lønin til Mourinho hesi komandi árini skal vera tilsamans 220 milliónir krónur.