Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-26, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stóra summarkappingin hjá Sosialinum Send inn og vinn nógvar flottar vinningar Summarkappingin '09 Pírigi maðurin hjá keypiglaðu konuni vildi helst sagt, at tað bara merkir, at konan kann keypa fjórðingin meira fyri somu upphædd, men í prinsip- pinum er talan væl um tvær síður av somu søk hesum viðvíkjandi. Meira enn 10% á muni Longu undan fráferð skal hugsast um, hvussu vekslast skal til frem- manda gjaldoyrað. Tað er nevnliga rættiliga stórur munur á, hvussu nógvar íslendskar krónur fást fyri danskar ditto – alt eftir, hvar vekslað verður. Íslendska gjaldoyrakreppan ber við sær, at íslendsku bankarnir eru nakað nógv grammari eftir útlend- skum gjaldoyra, enn teir útlendsku eru eftir íslendsku krónuni. Fyri ein føroying eru hyggjuráðini tí at taka eina hóskandi upphædd út í donskum krónum, og so veksla hesa í íslendskum banka. Til ber eisini at veksla á kunningarstovum í Reykjavík, men har er kursurin góð 10-12% lægri, eins og hann eisini er tað, um vekslað verður í Føroyum ella um keypt verður við gjaldskorti. Samstundis er vert at bíta merki í, at tú ikki kanst keypa við donskum seðlum. Tað plagdi annars at bera til fyrr, men í dag sleppa íslendingar ikki uttan víðari at veksla fremmant gjaldoyra í bankanum, og tað skerjir møguleikan at fáa favør-kursir á gøtuni, soleiðis sum tað annars ofta er møguligt í samfeløgum, har valutakreppa ger um seg. Mvg-endurrindan Hin sparingin hjá føroyskum ferðafólkum er møguleikin at keypa mvg-frítt. Í handlum, sum eru “tax-free” merktir, fæst serstøk kvittan, sum samstundis er roknað til ferðafólk at fáa 15% endurgjald fyri mvg. Ullvørur tó undantiknar. Hetta kann gerast á tveir hættir. An- tin við at fylla kvittanina út og venda sær til kunningastovurnar í Miðbý- num, Kringluni ella Smáralind, har peningurin verður goldin í hondina. Ella við at nýta serstakan brævbjálva, ið er ætlaður til endamálið – og sum verður latin, tá vøran verður keypt – og síðani senda mvg-kravið til íslendsku myndugleikarnar. Fært tú endurgoldið peningin í hondina, fært tú eisini serstakan brævbjálva, sum skal postast ,tá tú ert komin út um Ísland. Verður hetta ikki gjørt innan 25 dagar, verður upphæddin tikin aftur av gjaldskorti tínum. Í báðum førum er talan altso um at fáa 15% í mvg endurgoldið. Vert er tó at bíta merki í, at keypið skal vera upp á í minsta lagi 4.000 íslendskar krónur, og at vørur, sum kosta meira enn 34.000 íslendskar krónur skulu vísast fyri tollmyndugleikunum á flogvøllinum, áðrenn peningur verður latin. Gevið tó gætur, at tað kann taka sína tíð at avgreiða mvg-endurg- jaldið. Mánamorgun lata kun- ningarstovurnar upp klokkan 10, so skalt tú við Føroya-flogfarinum klokkan 12.30, kann tað væl loysa seg at standa við dyrnar, tá Kunning- arstovan letur upp. Við at nýta íslendsku mvg-endurrindanina og veksla á rættan hátt kanst shop- pingtúrurin í Íslandi gerast 25% bíligari Tað kann væl loysa seg at hugsa seg um, áðrenn farið verður á Laugarveg, sum er stóra handilsgøtan í Reykjavík. Bara við at veksla á rættan hátt kunnu 10-12% sparast í prísi- num – ella 10-12% meira fáast á posarnar Ísland Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vinn ferðaseðlar Tel 34 10 00 atlantic.fo Melda teg til Club Atlantic og og fá sertilboð sendandi við telduposti Øll, sum tekna seg, eru við í lutaksti hvønn mánað um eina ferð aftur og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Melda til á: www.atlantic.fo Tú kanst spara 25% Vika 22: Leiðin til Reykjavíkar 8 síður við spenn­ andi tilfarið um summar