týsdagur 26. mai 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingartilfar
Nr. 97 • 25. mai 2009
2
Næst eftir París og London hevur
Reykjavík í drúgt áramál verið
roknaður sum fremsti mótabýurin í
Europa.
Í dag hevur búskaparkreppan
hevur sent íslendsku keypiorkuna
niður í helvt, og tí er fólkastrey-
murin á gongugøtuni ella við stóru
keypsmiðstøðirnar ikki tann sami,
sum hann hevur verið. Men skuldi
nakar verið í iva, so er úrvalið fram-
vegis bæði breitt og gott.
Fyrst og fremst er tað nevnliga
kend útlendsk merki og íslendskar
designaravørur, sum prýða hand-
ilsgluggarnar.
Hvat teimum útlendsku viðvíkur,
so er ikki tann heilt stóri peningurin
at spara - sammett við føroyska
prísleguna. So tó at mvg-afturbering
og umhugsni við kursinum kann
spara nakað, so er úrvalið og mótin
væl tað, sum er berandi elementið í
hesum.
Hinvegin kunnu mongu íslendsku
design-vørurnar í dag keypast fyri
ein sera rímiligan pening. Fittur
partur av kostnaðinum fyri hesar er
jú arbeiðsløn, og tá hendan stendur
í stað, hóast ógvusligu kurslækkin-
gina, hevur hetta sera lokkandi prísir
við sær. Bæði innan klædnavørur og
prýðislutir, sum eru tvey øki, har fleiri
íslendskir sniðgevar hava gjørt ræt-
tiliga nógv vart við seg seinnu árini.
Tá keypast skal inn, eru tað fyrst
og fremst trý mið, sum draga.
Laugavegurin er stóra hand-
ilsgøtan í Reykjavík. Er veðrið til
vildar, er talan um framúr hugnaligar
umstøður til tey keypandi. Og skulu
beinini hvílast eru eisini nógv høvi
til hetta. Bæði á sjálvum Laugarveg-
num, men ikki minst á mongu
café’unum, sum liggja á síðugøtum
til høvuðsgøtuna. Og so ikki at
gloyma hugnaliga matstovuumh-
vørvið oman móti havnarlagnum, har
handilsgøtan endar.
Og so eru tað eisini tær báðar
stóru handilsmiðstøðirnar í býnum.
Kringlan, sum varð bygd í 1989,
var í fleiri ár stóri stoltleikin hjá
handilsfólkinum í býnum. Við
tilsamans 107 handlum – matsto-
vurnar íroknaðar – er talan eisini um
keypsmiðstøð, sum rúmar tí mesta.
Og við plaseringini nær miðbýnum
ber væl til at spáka sær úr býnum og
til miðstøðina.
Hin stóra handilsmiðstøðin
er Smáralind í Kópavági. Tó at
Kópavágur er mest sum fastbygdur
í Reykjavík, so er talan um dekan ov
langan gongutúr hjá teimum flestu,
men til ber at koyra við bæði taxa
og bussum, og heldur ikki er nakar
trupulleiki at finna fram í leigubili.
Ikki minst tí velduga Føroya-tornið
hjá Jákupi á Dul Jacobsen stendur
beint undir liðini á Smáralind.
Í vavi er Smáralind upp aftur meira
rúgvusmikil enn Kringlan, og hartil
eru bæði ein risastórur leikuhandil
og størsta deildin hjá Rúmfata-
lagurinn (Jysk sengetøj) eisini mest
sum fastbygd í stóru miðstøðina.
Búskapurin er ikki
eins sterkur, sum
hann hevur verið.
Men íslendingar
ganga framvegis í
oddinum, tá um móta
ræður
Við 107 ymsum handlum ber væl til at nýta heilar dagar, um shopping-túrurin í Reykjavík gongur til Kringluna
Ísland
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Smáralind í
Kópavági er í dag
størsta keyps-
miðstøðin í Íslandi.
Og tó at hon liggur
nakað frá sjálvum
miðbýnum, er bæði
skjótt og ómaks-
leyst at leita sær til
Kópavág
Framvegis fremstir í móta