fríggjadagur 2. november 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 212 - 2. november 2001
Nr. 212 - 2. november 2001
3
Teir, sum rudda í leivdun-
um eftir World Trade Cen-
ter, hava funnið fleiri tons
av gull- og silvurstykkjum.
Stór virði liggja framvegis
undir toftunum.
Gullið fylti upp í meiri
enn tveir lastbilar og er
fleiri milliardir krónur vert.
Beint eftir at ruddingar-
menninir vóru komnir fram
á gullið, uddi tað við em-
bætismonnum frá FBI og
Secret Service, sum høvdu
fingið til uppgávu at ansa
eftir, at eingin skuldi gera
sær dælt av tí virðismikla
fonginum.
The Bank of Nova Scotia
hevði eina goymslu í kjall-
aranum á World Trade Cen-
ter. Har goymdi bankin sítt
gull og silvur sum trygd í
sambandi við gjaldoyra-
handil, og tað er eftir øllum
at døma hetta gullið, rudd-
ingarmenninir
nú
hava
funnið.
Amerikanska samveldis-
løgreglan FBI gav boð um
eyka vaktarhald á staðnum
longu beint eftir atsóknina
at World Trade Center tann
11. september, og menn hjá
FBI hava síðani verið á
staðnum, meðan bjarging-
arliðini hava ruddað.
Fjølmiðlar í New York
siga, at tað framvegis liggja
stór virði undir toftunum.
Ruddingarmenninir hava
eisini fingið strong boð um
ikki at fara inn í goymsluna
hjá Bank of Nova Scotia,
og FBI hevur hótt við at
taka skotvápnini í nýtslu,
verður forboðið brotið.
Tað mesta av gullinum
varð flutt á eina tryggari
goymslu
í
gjár
undir
strongum vaktarhaldi.
(fartekst)
Nobel-friðarheiðurslønin
verður handað tann 10.
desember.
ST-skrivstovan í New
York boðaði í gjár frá, at
aðalskrivarin, Kofi Annan,
fer til Oslo at taka ímóti
ársins Nobel-friðarheiðurs-
løn, sum í ár er býtt millum
Annan og sjálvan heimsfel-
agsskapin. Í Oslo skal Kofi
Annan umboða seg sjálvan,
meðan ST verður umboðað
av formanninum á aðal-
fundinum, suðurkoreanska
uttanríkisráðharranum Han
Seung-soo, sum skal taka
ímóti vegna heimsfelags-
skapin.
Tað er tó frammanundan
avgjørt, at Kofi Annan skal
halda ársins Nobel-fyrilest-
ur undir hátíðarhaldinum.
Friðarheiðurslønin er 8,3
milliónir norskar krónur,
men sambært ST-talsmann-
inum Manoel de Almeid e
Silva, hava hvørki ST ella
Annan tikið støðu til, hvat
peningurin skal nýtast til.
Nobel-friðarheiðurslønin
verður handað tann 10. des-
ember.
Fleiri tons av gulli undir World Trade Center
Annan til Oslo
at taka ímóti
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýndan heiður á 75 ára
føðingardegi mínum 5.10.
við Rangá 31.10.
Ejler Djurhuus
C
M
Y
K
3
2