fríggjadagur 2. november 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 212 - 2. november 2001
Nr. 212 - 2. november 2001
5
Hotel Hafnia, hotellið
í miðbýnum, rundar
ta fyrstu hálvu øldina.
Í dag hevur annað
ættarlið tikið við, og
tað triðja er útbúgvið
at halda fram
HOTELVINNA
Edvard Joensen
Hotel Hafnia rundaði tey
50 árini í gjár, og í dag
verður móttøka á hotellin-
um. Brøðurnir Johan og
M.C. hava tikið yvir eftir
pápan
Christian,
sum
stovnaði Hotel Hafnia, og
triðja ættarliðið er útbúgvið
og komið í starv á hotell-
inum.
Nógv hava heilsað upp á
teir. Nógv fleiri kenna teir.
Og øll hava hoyrt um teir.
Teir báðar Restorff brøð-
urnar á Hafnia, Johan og
M.C., sum sita yvir av mær
í nýggju Loungini við
Áarvegin. Uppvaksnir í
hotelvinnuni og mestsum
føroyska
ímyndin
av
slíkari.
At Hotel Hafnia varð til
tað, sum tað í dag er, komst
meira ella minni av tilvild,
greiðir Johan frá. Tað er
hann, sum líkasum førir
orðið meginpartin av tíðini,
vit sita og práta.
Pápin, Christian Dahl
Restorff hevði tubbaks-
handil, og ymsar umstøður
gjørdu, at hann fór undir
byggja ein stóran bygning,
sum ætlaður var til ymisk
handilslig endamál, greiðir
Johan frá.
Tíðirnar vóru ikki so
støðugar tá. Vit vóru ikki so
langt frá seinna veraldar-
bardaga, og verðin var ikki
heilt komin aftur í rættlag.
Í Føroyum hendu stór
ting. Eitt nú at Sjóvinnu-
bankin fór á húsagang, og
ein brennivargur var á ferð í
Havnini. Hann setti eld á
Sjó- og Vektarbúðina í
Tinganesi og á Hotel Før-
oyar, sum var einasta
veruliga hotel í býnum tá.
Hafnia
Úrslitið av, at Hotel Føroyar
brann, gjørdist, at Hotel
Hafnia varð latið upp.
– Ætlanin var í grundini
als ikki, at her skuldi vera
nakað hotel, greiðir Johan
frá. Pápi bygdi ein handils-
Hálva øld við Áarvegin
Nú Hotel Hafnia fer um tey
fimmti árini, eru tað
brøðurnir Johan og M.C.
Restorff, sum reka hotellið
Mynd: Jens K. Vang
bygning, sum hevði kømur
í erva, sum fólk so kundu
leiga. Hugsað varð um
bygdafólk, sum gistu í
Havn og nakað tann vegin.
Í neðra vóru handilshøli og
skrivstovur.
Ymsar umstøður gjørdu,
at tað líkasum ikki varð til
nakað við hesi útleigan, og
tá so Hotel Føroyar brann,
varð gjørt av at lata hotel
upp í bygninginum.
Navnið Hafnia er latín og
merkir havn. Tað helt
Christian Restorff egna seg
væl, men vildi kortini vita,
um onnur hildu tað sama,
greiðir Johan frá. Hann
hevði líkasum eina navna-
kapping millum fólk, sum
stukku inn á gólvið, og so
ella so endaði tað við, at
hansara egna hugskot, sum
hann tó hevði hildið fyri
seg sjálvan, gjørdist navnið
á hotellinum. Eitt navn,
sum í dag er at kalla ímynd-
in av hotelvinnu í Føroyum.
Gestirnir
Tað gongur nógv fólk eftir
Áarvegnum, og ein heilur
hópur støkkur inn á gólvið
á Hafnia. Tey koma at
keypa sær ein kaffimunn.
Eta ein góðan døgurða ella
til einhvønn fund ella
annað tiltak á hotellinum.
Men nógv teirra gista eisini
her. Eini 11.000 fólk gista
árliga á hotellinum, greiða
teir báðir Restorff brøður-
nir frá.
Og tað eru fólk »av
øllum møguligum slag«.
Handilsfólk,
vanligir
turistar, sjónleikarar og
politikarar,
bygdarfólk,
sum hava ørindi í Havn
umframt øll hini.
Sum vera man verður
spurt, um nakar serligur
gestur hevur verið her, sum
teir minnast, og M.C. er so
knappur at svara: – Pat
Boone.
Nei, tann musikalski
alskurin er ikki til at for-
nokta.
Og ymiskt er, sum tey
orða seg, tá tey biða um
pláss, vita teir báðir at siga
frá. Tað ber til at hoyra,
hvar tey dagliga ferðast,
halda teir.
Ein søga er um kenda
klaksvíkingin í Hirtshals,
Levi Joensen. Hann plagdi
at ringja og spyrja um
nakað »keipláss« var í
kvøld, tá hann ætlaði at
gista á hotellinum.
Minni og framtíð
Í samband við fimmti ára
føðingardagin hevur Hotel
Hafnia givið út eitt minn-
ingarrit,
sum
Johan
Restorff og Arnstein Nicla-
sen hava skrivað og lagt til
rættis. Steen A. Cold,
fyrrverandi stjóri í Norður-
landahúsinum, hevur skriv-
að danska samandráttin.
Ritið, sum er knappar 50
blaðsíður, er býtt upp í 12
partar, sum millum annað
viðgera Restorff ættina,
ymisk ávís mál, sum hava
við Hotel Hafnia at gera,
umframt sjálvandi søguna
hjá hotelinum við teimum
fólkum, sum har hoyra til.
Fleiri stuttligar søgur, um
hendingar, sum farnar eru
fram á hotellinum, standa
eisini at lesa í heftinum.
Men hóast hotellið er
vorðið hálva øld gamalt,
skal eisini haldast á, og tað
ætla teir so.
Tað eru ongar serliga
villar ætlanir kortini, teir
ganga við. Umhvørvið er
soleiðis háttað, at har verða
ikki tær øgiligu útbygging-
arnar.
Nú eru teir komnir so
mikið til árs, at Johan ikki
er so øgiliga langt frá fólk-
apensiónsaldri,
meðan
M.C. er eitt sindur eldri enn
hotellið.
Men at selja og gevast
hava teir ikki hugsað um
kortini. Og triðja ættarliðið
er jú eisini í vinnuni. Tey
hava fingið útbúving og
fara kanska at reka ættar-
arvin víðari.
– Men tað er nú einaferð
soleiðis við forrætning,
filosoferar Johan, at alt er
til sølu, um rætta tilboðið
vísir seg.
Hjúnini Maria og Christian Dahl-Restorff, sum byrjaðu Hotel Hafnia. Christian Dahl-Restorff andaðist 16. februar 1997, og
Maria hálvttriðja ár seinni tann 14. august 1999
TÍÐINDASKRIV
Á fundi hjá samstarvs-
nevndini hjá Postverki
Føroya 26. september
2001, boðaði leiðslan
frá, at avgerð er tikin
um, at frá 1. november
2001, verður royking
bannað í hølum og
akførum hjá postverk-
inum
Avgerðin er tikin eftir,
at spurningurin hevur
verið viðgjørdur innan-
hýsis millum leiðslu og
starvsfólk í samstarvs-
nevndini hjá postverkin-
um.
Frá 1. november 2001
verða kundar hjá Post-
verki Føroya sostatt
avgreiddir í roykleysum
umhvørvi.
Skelti, ið vísa á royki-
politikkin hjá postverk-
inum, verða sett upp í
hølum og akførum, og
postverksleiðslan vónar,
at kundar og stvsfólk
fara at taka væl undir
við hesum.
SØLURÁS
Ingrid Bjarnastein
Leygardagin
3.
og
sunnudagin 4. november
verður
ein
sokallað
sølurás í ítróttarhøllini á
Skála.
Tað eru ítróttarfeløg-
ini Skála Ítróttarfelag,
Skála Róðrarfelag, StÍF
og Strálan,sum skipa
fyri sølurásini.
Tiltakið hevur verið
afturvendandi nú í nøkur
ár, og hevur sølurásin
verið ógvuliga væl um-
tókt undanfarnu árini.
Stevnan verður sett
leygardagin av Asbjørn
Mikkelsen.
Á
stevnuni
verða
mótasýningar og leygar-
dagin
verður
eisini
ymiskt
undirhald.
Klovnar, gandakallar og
búktalari
verða
til
børnini, og eisini verður
country sangarin Ragnar
í Vík at hoyra.
Sunnudagin
verður
barnakórið á "Eg eri ein
K" fløguni á pallinum,
og síðsta punktið á
skránni
sunnukvøldið
eru Jónsvein og Birgir,
sum saman við øðrum
tónleikarum
fara
at
syngja og spæla.
Bókin "Teir tóku land
6", sum Jógvan Arge
hevur skrivað, er júst
útkomin,
og
kemur
Jógvan sjálvur at signera
bókina
sunnukvøldið
millum klokkan 18-19.
Sølurásin
endar
sunnukvøldið klokkan
22.00.
Roykfrítt Postverk
SøluRás á Skála
C
M
Y
K
5
4