Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 212 - 2. november 2001 Nr. 212 - 2. november 2001 7 Stálarbeiðið til nýggju Norrønu er byrjað, og fyrst í komandi ári verða kjølurin strektur. Smyril Line er farið at fyrireika seg til nýggja skipið SKIP Eyðun Klakstein 1. oktober var farið undir at skera stál til nýbygningin hjá Smyril Line 7. januar 2002 verður kjølurin strektur og so byrj- ar byggingin av álvara. Í september mánaði skal skipið sjósetast, og í januar mánaði 2003 verður roynd- artúrur. Smyril Line fær nýggja skipið í februar mánaði 2003. Fyrireika seg Hóast meira enn eitt ár er til nýggja Norrøna kemur, er Smyril Line farið at fyri- reikað seg til nýggja skipið. 5. november í ár flytur Smyril Line alt sítt virk- semið í Danmark til Hanst- holm. Tað vil siga, at ferða- mannadeildin Færø Rejser, sum higartil hevur hildið til í Keypmannahavn, letur skrivstovuna aftur har og verður frá 05.11.2001 flutt í høli hjá Smyril Line á Trafikhavnsg. 7 í Hanst- holm. Nýggjur leiðari á ferða- mannadeildini í Hanstholm er Solvej Boltz, sum kemur úr einum leiðandi starvi í ferðavinnuni í Thy. Aage Bruun í Hanstholm er settur sum stjóri fyri øll- um virkseminum hjá Smyr- il Line í Danmark, sum um- fatar ferðafólk, farm og flutning. Lata upp í Hetlandi Tann 5. november letur Smyril Line upp skrivstovu í Lerwick í Hetlandi til at taka sær av ferðafólki og farmi. Í tí sambandi eru fyribils sett 2 fólk. Gary Flaws er settur sum umsitingarleið- ari. Hann kemur úr líknandi starvi hjá P&O Ferries Shetland. Og Gillian Fry er sett sum marknaðarleiðari, hon kemur úr líknandi starvi hjá Shetland Agricul- tural Marketing. Skrivstovan verður í nýggja Terminal Building Holmsgarth Lerwick, men til 1. mars 2002 heldur skrivstovan til í øðrum bygningi á havnarlagnum. Flyta saman Smyril Line – Norræna Ferðaskrifstofan Reykjavík er frá 22. oktober í ár flutt saman við ferðaskrivstov- uni Terra Nova. Nýggja navnið er »Norræna-Terra Nova«, og er adressan Stangarhyl 3a, 110 Reykja- vík. Tað er beint við høvuðs- vegin Vesturlandsvegur í Reykjavík á vegamótinum til vestur-, norður- og eyst- ur-Ísland. Á skrivstovuni starvast umleið 30 fólk á vetri og 45 á sumri. Anton Antonson er stjóri og eigari av Terra Nova. Støðan á Seyðisfirði er óbroytt hvat viðvíkur av- greiðslu av ferðafólki og farmi. Byggingin av Norrønu er byrjað Formaðurin í Sjálv- stýrisflokkinum legg- ur dent á, at komandi fólkatingsumboðini skulu leggja seg eftir at betra um samráð- ingarstøðuna við danir, heldur enn at leggja seg út í donsk viðurskifti VAL Heri á Rógvi Tá Sosialurin ringdi til Helenu Dam á Neysabø, hevði hon ikki frætt, at fólkatingsval skudli vera 20. november. Hetta kom eitt sindur óvart á hana, men gjørdist tó ikki heilt skakað av tíðindunum. Hon leggur serliga dent á, at tað sum fyrst og fremst hevur týdning er, at fólka- tingsumboðini hjá føroy- ingum ikki skulu leggja seg so nógv út í donsk viður- skifti. Hetta skal gerast fyri at tryggja, at danir ikki ger- ast ørkymlaðir inn á føroy- ingar, og harvið versnar hetta um samráðingarstøð- una hjá føroyingum á sjálv- stýrisleið. Hon leggur dent á, at møgulig umboð sjálv- stýrisfloksins á dana tingi ikki fara at leggja seg út í serdonsk viðurskifti. Hon væntar ikki, at stjórnarbroytingar fara at broyta um støðuna hjá før- oyingum mótvegis dønum, tá tað tykist sum um, at allir danskir flokkar draga somu linju mótvegis føroyingum. Tískil vil hon ikki siga nak- að um flokkurin ynskir eina aðra ella somu stjórn. Sjálvsstýrisflokkurin hevur landsfund um viku- skiftið, og hann sigur, at fólkatingsvalið verður ein partur av dagsskránni á fundinum. Sjálvsstýrisflokkurin fer at finna útav, hvør skal stilla upp fyri flokkin í næstum. Tað er ikki nógv tíð, sum flokkurin hevur fingið at fyrireika seg, men hon ivast ikki í, at flokkurin fer at klára tað. Helena Dam á Neystabø: Klára tað nokk Í dag varð heimasíða okk- ara www.undirhald.com http://www.undirhald.com/ alment tikin í nýtslu. Síðan er, sum navnið sigur, ætla til undirhalds, og her ber til at stytta sær stundir við spølum, skemtisøgum og øðrum. Málsetningurin við spøl- unum á heimasíðuni er, at tey skulu hava føroyskt innihald, at vit sjálvi skulu menna tey og at eingin harðskapur skal vera at finna í teimum. Tí hava vit lagt okkum eftir at gera spøl sum eru skemtilig samstundis sum tey minna okkum á okkara uppruna. Í løtuni eru trý spøl tøk á www.undirhald.com, men sum frálíður koma fleiri. Málið er at leggja eitt nýtt spæl út triðju hvørja viku, og eins og tey sum longu liggja har fara tey at hava útgangsstøði í okkara egna umhvørvi. So hevur tú hug at royna teg sum fleygingarmann, at skjóta fugl ella royta seyð uttan at lyfta teg úr stólin- um, so hevur tú møgu- leikan við at fara inn á telduna og tasta www.undirhald.com, har spølini liggja. Tað er NyZac, sum eigur h e i m a s í ð u n a www.undirhald.com. Hetta felag varð stovnað í marts mánaði í ár við tí endamáli at menna internetloysnir av ymsum slagi. Vit gera heimasíður fyri fyritøkur, stovnar, kommunur og onn- ur, umframt at vit menna okkara egnu heimasíður, sum eitt nú www.undirhald.com. Tað eru Niklái Nysted og Sigvald Zachariasen, sum eiga og reka fyritøkuna Nyzac. Upplýsingar um hesa fyritøku eru at síggja á www.nyzac.com. Nú er stálarbeiðið á skipasmiðjuni, har nýggja Norrøna verður bygd, farið í gongd. Í januar mánaði skal kjølurin strekkjast Undirhaldsheimasíða Helena Dam á Neystabø heldur at føroyingar eiga at ansa sær við at leggja seg ov nógv út í innanhýsis donsk viðurskfti Eftir at hava fingið fleiri áheitanir stillar Sámal Petur í Grund upp sum formans- valevni í Sjálvstýris- flokkinum aftur hesaferð. Eitt for- mansval, sum skal skapa meiri spenning á landsfundinum, og verður hann valdur, er ætlanin at fáa breddina meira við í arbeiðið hjá flokkinum VALDYSTUR Heri á Rógvi Sámal Petur í Grund stillar annað árið á rað upp til formansvalið í Sjálvstýr- isflokkurin. Flokkurin broytti á eyka landsfundi í vár lógirnar hjá flokkinum, soleiðis at formansval nú skal vera á hvørjum ári. Hetta verður fyrsti regluligi landsfundurin/aðalfundurin síðani nýggju lógirnar komu í gildi. Hóast nýggjur reglur, so verður kortini gamalt val- stríð. Aftur hesaferð fara Sámal Petur í Grund og Helena Dam á Neystabø at dystast um, hvør skal gerast formaður í flokkinum. Áður hevur tað verið so- leiðis, at tað hava verið fleiri formenn, men nú er bert ein floksformaður. Higartil í øllum førum hev- ur Helena Dam á Neystabø røkt hetta starv, og hon stillar eisini uppaftur til for- mansvalið á landsfundin- um, sum verður í Klaksvík leygardagin. Sambært lóg- unum fyri landsfelagið hjá Sjálvsstýrisflokkinum, so skal formaðurin, um tað ber til, vera valdur millum ting- og landsstýrisfólk floksins. Ting- og landsstýrisfólk floksins kunnu eisini stilla upp av sínum eintingum, og hetta hevur Sámal Petur í Grund eisini gjørt. Orsøk- ina sigur hann vera, at hann hevur fingið fleiri áheitanir. Skapa spenning Sámal Petur í Grund, lands- stýrismaður og formansval- evni hjá Sjálvstýrisflokkin- um, hevur áður roynt eydn- una við at gerast formaður í flokkinum. Tað var á sein- asta landsfundi í januar mánaði í ár, at val var mill- um Sámal Petur og Helenu. Úrslitið gjørdist, at Helena vann ein tepran sigur við 62 móti teimum 60 hjá Sámal Peturi. Hóast hann tapti seinast, so hevur Sámal Petur ikki mist mótið, og hann stillar eisini upp leygardagin. Hann sigur orsøkinar vera fyrst og fremst, at hann hevur fingið fleiri áheitanir, og hann sam- stundis heldur tað skapa spenning og økir um undir- tøkuna á landsfuninum, tá ið eitt formansval stendur á skránni. Hann vísir á, at áhugin seinasti árini ikki hevur verið nakað serligur, men á landsfundinum í fjør savnaðust omanfyri hundr- að fólk til landsfundin. Sámal Petur heldur, at hann hevur góðar orsøkir til at stilla upp. Hann heldur samstundis heldur ikki, at hetta formansvalið fer at skaða umdømi hjá flokk- inum, tá ið mann á henda hátt letur demokratiið ráða. Hann vísir eisini aftur, at hansara uppstilling til for- mansvalið bert endurspegl- ar eina misnøgd við verandi formann, Helenu Dam á Neystabø. – Tað hevur heldur ikki verið tað stóra valstríðið hesaferð, sigur Sámal Petur í Grund. Og satt at siga er tað næstan heldur ikki skrivað eitt einasta orð um valið higartil. Sámal Petur Í Grund sigur seg kenna, at hann í øllum førum hevur sama stuðul, ið hann hevði í sambandi við valið í januar mánaði. Hann ásannar, at hetta er síðsta útkall, tá ið tvey val liggja fyri framman. Hann heldur ikki, at tað er skeivt at skifta formann so tætt upp at tveimum valum. – Verði eg ikki valdur, so haldi eg fram við at tæna flokkinum, sigur Sámal Petur í Grund. Breiddin Fær Sjálvsstýrisflokkurin leygardagin ein nýggjan mann á ovastu rók, so fer hetta at merkja, at breiddin í flokkinum verður meiri umboðað. – Tað er einki yvir at dylja, at tølini ikki tala fyri flokkinum, og flokkurin somuleiðis verður at kalla einans umboðaður av eink- ultum persónum, so tað hevði verið ynskiligt at fingið breiddina meira við, soleiðis at flokkurin gerst meiri landsdekkandi og breiður, sigur Sámal Petur í Grund. – Flokkurin kemur at halda fram við somu stevnu, um eg verði for- maður, men sjálvandi havi eg eisini gjørt mær nakrar tankar, sigur Sámal Petur í Grund. Nú fólkatingsval eisini stundar til, so hevur Sámal Petur eisini gjørt sær nakrar tankar í hesum sambandi. Hann ætlar sær at stilla upp, um altso flokkurin velur at heita á hann. Hann ásannar samstundis, at tað fyri Sjálvsstýrisflokkin verður tungt at føra valstríð til fólkatingsvalið. Tað verður avgjørt leyg- ardagin, hvør verður for- maður í Sjálvstýrisflokk- inum. Kampval í Sjálvstýrisflokkinum – Flokkurin kemur at halda fram við somu stevnu, um eg verði formaður, men sjálvandi havi eg eisini gjørt mær nakrar tankar, sigur Sámal Petur í Grund, sum samstundis ikki heldur tað vera skeivt at stilla uppaftur til formansvalið níggju mánaðir eftir, at hann tapti fyri Helenu Dam á Neystabø C M Y K 7 6