mikudagur 27. mai 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 99 - 27. mai 2009
RøRsla
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Tað er umráðandi at venja
børn við rørslu frá ungum
árum, um rørsla skal gerast
náttúrligur
partur
av
gerandisdegnum hjá børn
um. Hetta hevur einasti
føroyski ítróttarbarnagarður
gjørt álvara av, og syrgir
fyri at børnini á dagstovn
inum hvønn dag eru virkin.
Og fyri tað mesta gongur
tað fyri seg uttandura. Ítrótt
arbarnagarðurin heldur til í
gamla B68 húsinum á
Svangaskarði, har 55 børn
ganga, og 13 starvsfólk
hava sína dagligu gongd.
Hugskotið kom av at
leiðarin hjá okkum (sum er
burturstødd í løtuni red.),
hevði ítrótt á linju. Tá
stovnurin so lat upp í 2002,
var arbeiðssetningurn at
rørsla skuldi vera ein náttúr
ligur partur av gerandis
degnum hjá børnum, greiðir
varaleiðarin,
Julianna
á
Geilagarði frá.
Við at hava en ítróttar
barnagarð, verður grundar
lagið undir einum fysiskum
aktivum gerandisdegi lagt.
Tá Sosialurin í gjár var
framvið, stóðu súkklur í
hópatali uttan fyri dag
stovnin. Orsøkin var, at
ítróttarbarnagarðurin hevði
hjóldag, sum tey hava
annanhvønn týsdag. Hjól
dagar súkkla børnini, standa
á rulluskoytum ella á renni
hjóli.
So nýta vit vøllin her til
at gera banar, vit renna og
sparka, og eru í heila tikið
úti tað mesta av tíðini. Tveir
dagar um vikuna eru vit í
fimleikarhøllini, og ein dag
um vikuna hava vit svimji
høllina. Í gjár høvdu vit so
ein innidag, men tað tímdu
tey einki serliga væl, tí tey
eru so von við at vera úti,
sigur varaleiðarin.
Á Svangaskarði er eingin
ferðsla, og tað er stutt úr
barnagarðinum
niðan
í
hagan. Skamt frá barna
garðinum liggja tvær tjørn
ir, sum børnini vitja, tá
veðrið er til tað. Hvønn dag
er frukt á skránni, og hvønn
morgun hava børnini saml
ing, har tey spæla rørslu
spøl.
So hava vit havt vitjanir
av fimleikalærarum, heilsu
málaráðharranum og einum
kostráðgeva, sum eru komin
við íblástri til góðar vanar á
stovninum, sigur Julianna á
Geilagarði.
Onkuntíð skulu børnini
fáa okkurt lekkurt. Og tað
hendir, tá føðingardagur er.
Annars er bollar tað ósunn
asta kokkurin kann finna
uppá at gera til børn og
starvsfólk á ítróttarbarna
garðinum á Svangaskarði.
Myndir: Jens Kristian Vang
Rørsla
skal vera
náttúrlig
Rørsla skal vera ein náttúrligur partur
av gerandisdegnum. Tað er motto’ið
hjá ítróttarbarnagarðinum á Svanga
skarði, sum er tann einasti av sínum
slag í Føroyum. Tað ósunnasta, tey fáa
á dagstovninum, eru bollar
Spreinging kravt
30 mannalív
Minst 30 fólk doyðu í einari ógvusligari spreinging í pakistanska
býnum Lahore í morgun. Myndugleikarnir siga, at spreingingin
var tætt við eina løgreglustøð, og tíðindastovan AP skrivar, at
minst 30 fólk eru deyð, og at umleið 80 hava fingið skaða. Eingin
hevur átikið sær ábyrgdina av spreingingini, men fólk á staðnum
hava greitt frá, at tey hoyrdu fleiri skot beint aftan á spreinginina.
Eygleiðarar í Pakistan siga, at spreingingin kann hava samband
við átakið hjá pakistanska herinum ímóti Taliban í Swatdalinum
nærhendis afghanska markinum.
Framvegis kolera
í Zimbabve
Kolerasjúkan breiðir seg ikki so nógv í Zimbabwe nú sum fyri
nøkrum vikum síðani, men kortini koma framvegis fráboðanir
um nýggjar tilburðir. Altjóða Reyði Krossur sigur, at higartil eru
98.309 fólk smittað, og at talið helst fer upp um 100.000 í
hesariu vikuni. Næstan 4.300 fólk hava latið lív av kolerasjúkuni
í Zimbabwe, síðani hon tók seg upp í august í fjør. Sjúkan var í
hæddini í februar ella júst um tað mundið, tá tann nýggja
stjórnin hjá Morgan Tsvangirai, forsætisráðharra tók við og setti
fleiri tiltøk í verk fyri at fáa tamarhald á sjúkuni.
Súkkluhjálmar er krav,
tá hjóldagar eru