mikudagur 27. mai 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 99 - 27. mai 2009
Blóðtrot forðar viðgerðum
Skurðlæknarnir á sjúkrahúsinum í svenska býnum Uppsala
noyddust í gjár at avlýsa 15 skurðviðgerðir, tí ov lítið blóð var á
blóðgoymsluni hjá sjúkrahúsinum. Leiðslan á sjúkrahúsinum sigur,
at hetta er fyrstu ferð í fleiri ár, at læknarnir hava verið noyddir at
útseta skurðviðgerðir orsakað av blóðtroti. Serfrøðingar siga við
svensku tíðindastovuna TT, at tann óvanliga støðan kemst av, at
læknarnir eru førir fyri at gera altsamt fleiri skurðviðgerðir, sum
krevja blóð. TT veit eisini at siga, at støðan er næstan tann sama á
øðrum svenskum sjúkrahúsum.
Obama til Saudiarabia
Hvítu Húsini í Washington hava kunngjørt, at Barrack
Obama, forseti, fer til Saudiarabia í næstu viku. Obama
hevur fleiri mál við sær, men høvuðsørindini eru at tosa
við saudiarabisku leiðsluna um kjarnorkuverkætlanina hjá
iranum. Eitt annað týðandi mál á dagsskránni er, hvat skal
gerast fyri at fáa gongd á friðarsamráðingarnar millum
Ísrael og palestinar. Eygleiðarar halda, at Obama eisini
ætlar sær at tosa við saudiarabisku leiðsluna um altjóða
oljumarknaðin. Saudiarabia er heimsins størsti
oljuútflytari.
Varaleiðarin, Julianna á Geilagarði, millum fittu
børnini á ítróttarbarnagarðinum
Frukt er fastur partur av matskránni á ítróttar
barnagarðinum á Svangaskarði
Vognar kunnu eisini nýtast, tá hjóldagar eru