Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. mai 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 99 - 27. mai 2009 Fríggjakvøldið skipar Javnaðarflokkurin fyri einum kjakfundi um, hvussu ES- limaskapar ávirkar limalondini. – Hvørja ávirkan hevur ES- kjakið í Íslandi á føroyingar, spyr flokk- urin, sum eisini reisir spurningin, um tað er nøkur meining í at kjakast um ES sum partur av Danmark POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Kjak um ES er eisini neyð- ugt. - Hvat er ES í veruleikan- um fyri nakað, hvussu ávirk- ar ein ES-limaskapur lima- londini, hvørja ávirkan hevur ES kjakið í Íslandi á okkum føroyingar, og gevur tað meining at kjakast ES sum partur av Danmark. Vilt tú vera við at vita meira og ikki bara gita, so er at koma til ES kjak í Miðla- húsinum fríggjakvøldið, sigur Javnaðarflokkurin, sum fríggjakvøldið klokkan 19.30 skipar fyri fyrilestri um ES, og sum vólnar eitt lívligt kjak um ES aftaná. Fyrilesturin heldur danski ES serfrøðingurin, Erik Boel. Hann er formaður í donsku ES rørsluni, fyri- støðumaður á Evropahá- skúlanum, limur í uttanríkis- politisku nevndini hjá danska Javnaðarflokkinum og fyrrverandi altjóða skriv- ari hjá danska Javnaðar- flokkinum. Fyrilesturin hjá Erik Boel verður undir yvirskriftini »Føroyar, Danmark og ES – Føroya leiklutur í Evr- opa«. - Tað verður sjálvsagt høvi bæði at seta spurningar og luttaka í orðaskiftinum, sigur Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi. - Við í panelinum verður eisini Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, sum hevur holla vitan á uttan- ríkispolitiska økinum. Somuleiðis luttekur Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá SAMTAK, á fundinum. Javnaðarflokkurin vónar eina fjølmenta uppmøting og gleðir seg harumframt at síggja aktivar luttakarar í kjakinum frá hinum polit- isku flokkunum í Føroyum, sigur flokkurin í tíðinda- skrivi. Javnaðarflokkurin setur ES á breddan Fryst fyrstu sildina Íslendska nótaskipið Faxi var í gjár á Vopnafirði við teirri fyrstu lastini av norðhavssild á hesum sinni. Skipið hevði góð 400 tons, og sildin varð skorin til flak og fryst á virkinum, sum tann stóra fyritøkan HB Grandi hevur á Vopnafirði. Skiparin á Faxa sigur við Morgunblaðið, at teir fingu sildina í tveimum køstum í landnyrðing úr Langanesi. Stjórin á virkinum á Vopnafirði sigur við blaðið, at sildin er heldur rak, men tað er vanligt hesa tíðina á árinum, sigur hann. Tað týdningarmesta er, at hon fer til matna, sigur hann. Nú kunnu føroyskir skúlanæmingar læra søgu og samtíð í øllum hinum Norðurlondunu upp á ein lættan og skjótan máta. Í gjár fekk nýggjur undirvísingar- og vitanarportalur flog, sum ger tað lætt at finna nýggja vitan WebPORTaLUR Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Shamanir í Samalandi. Ræðuligar avrættingar í Svøríki. Jøklar í Noregi. Stórveldisdreymar í Dan- mark. Eksotiskur matur í Grønlandi. 6500 oyggjar í Álandi. Gosfjøll í Íslandi og oljuleiting í Føroyum. Nú kunnu skúlaungdómar og áhugað annars leita sær vitan um søgu, gerandislív og mentan í øllum Norður- londunum á einum stað. Danmarks Radio og Nord- isk Ministerråd hava sett á stovn nýggjan netportal, kallaður »Norden før og nu«, og hesin varð í gjár vístur fram á fyrsta sinni. Inni á portalinum eru sjón- varpsstubbar, stuttligir stutt- filmar, smærri greinar, fakta og sagnir um Norðurlond. Hann er lagdur til rættis fyrst og fremst fyri 10 til 14 ára gomul, og er bygdur soleiðis at hann er væl egn- aður til undirvísingarnýtslu. Kringvørpini í teimum stóru Norðurlondunum og teimum sjálvstýrandi økjun- um hava framleitt tilfar til portalin, og hann verður nú á várinum og í summar víst- ur fram fyri fyrstu ferð í øll- um norðurlondunum. Manglar føroyskt tilfar Inni á portalinum liggur longu nógv tilfar um hini Norðurlondini, og hava før- oyskir ungdómar møguleika at hoyra hini norðurlendsku málini og síggja filmsbrot og myndir av lívinum hjá ungdómum í hinum Norður- londunum. Kringvarp Føroya er partur av samstarvinum um portalin, og hevur framleitt nakað av tilfari, ið longu liggur á portalinum, eitt nú stuttfilmar um Pál Joensen og Mariann Ivansdóttir, ið bæði liva sínar dreymar út. Hinvegin manglar enn nógv tilfar um Føroyar, og er tað meiningin at føroyskir ungdómar skulu hava virknan leiklut í at leggja hetta tilfarið út. Hugskotið er eitt nú at tey kunnu upploada myndir og greiða frá teirra gerandisdegi. Endamálið er so at ung- dómar í hinum Norðurlond- unum á henda hátt kunnu fáa sær hollari vitan um Før- oyar, okkara søgu, mentan og gerandislív. Ikki á føroyskum Tað er Danmarks Radio, ið umsitur portalin, og liggur hann eisini undir heima- síðuni hjá Danmarks Radio, har teir hava eitt serligt øki fyri undirvísingartilfar. Seinastu mánaðirnar hava fólk hjá danska kringvarpin- um sitið og umsett tilfarið, ið liggur á portalinum, til tey ymisku norðurlendsku málini. Tó eru tað bert tey fimm stóru norðurlendsku málini, ið sleppa upp í part, nevni- liga íslendskt, svenskt, norskt, finskt og danskt. Og sambært Katrine Holst And- ersen frá Danmarks Radio, fyriliggja ongar ætlanir um at umseta tilfarið til eitt nú føroyskt. Sostatt verður tað á donsk- um ella øðrum norður- lendskum máli, at føroyskir ungdómar nema sær vitan um grannatjóðir okkara. Nýggj vitan fingið flog Nýggjur undirvísingar- og vitanarportalur fekk í gjár flog. Hann varð vístur fram fyri skúlanæmingum og áhugaðum í Skálanum í Norðurlandahúsinum í gjár. Dansigenturnar á myndini eru úr Hóps, ið framførdu til framvísingina Mynd: Rógvi Nybo