mikudagur 27. mai 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
14
nr. 99 • 27. mai 2009
Pàll bónda Patursson, fær turt
uppá kroppin, mat og drekka at
styrkja seg av og verður førdur
til Havnar, har hann gevur
sjóforkláring.
Síðan varð hann lagdur á
sjúkrahúsið. Hann tyktist ikki at
hava fingið stórvegis mein av
hesi feigdarferð. Hann fór tó ikki
at gerast arbeiðsførur aftur fyrsta
mánaðin.
Dagin eftir vóru bátar úti og
leitaðu, men einki varð funnið.
Rókur, ið kom sunnanifrá, hevði
tó eystanfyri Sandoynna funnið
eina útlendska ár við einum
trýkantaðum segli á. Menn
ivaðust ikki í, at hetta var frá
bjargingarbátinum á Sally.
Lík funnið
Hósdagin eftir varð líkið av Niels
Monberg frá Sally-ólukkuni
funnið. Ein útróðrarbátur úr
Vestmanna fann tað í Vestmanna-
sundi millum Vestmanna og
Slættanes, nærri Vágalandinum.
Ein enskur trolari sigldi líkið
til Havnar. Tað varð beinanvegin
í bili flutt til hospitalið, har
líksýn var. Síðan varð hildin ein
hátíðarlig andakt. J. Dahl próstir
helt eina hjartagrípandi røðu.
Haðani varð líkið flutt heim
aftur á kajuna til Tjaldur, ið
føra tað skuldi til hvíldar í
heimlandsins jørð.
Reiðuliga væl av fólki fylgdi,
og nógv fólk var samankomið á
kajuni at sýna hesum fremmanda
unglingi, sum so ólukkuliga
endaði dagar sínar, hin síðsta
heiðurin. Kistan var skrýdd
við fløggum, og undir tøgn
frá mannamúgvuni varð hon
hátíðarliga tikin umborð á skipið.
Kransar og blómur vóru send
umborð á Tjaldur. Og tá kistan
kom umborð, stóð einkjan eftir
maskinmeistaran á Sally við
lúkukarmin á fordekkinum við
einum blómutyssi at leggja á
kistuna.
Og so legði Tjaldur frá landi við
einari syrgjandi einkju og líkinum
av einum evnaríkum ungum
manni umborð.
Var tað forsvarligt at
senda Sally til Føroya
Eingin kundi betur enn føroying-
urin fata, hvussu sárt tað kendist
at frætta, at skip søkka og
manningin sjólætist.
Tað kann tí ongan í Føroyum
undra, at tey donsku bløðini
skrivaðu so nógv um Sally-
ólukkuna.
Sjáldan hevur nøkur hending
verið meira umrødd í teimum
stóru Keypmannahavnar
bløðunum enn henda.
At ein av manningini “bar
boðini heim” hevði jú alstóran
týdning. Og tað var fyrst og
fremst út frá hansara frásøgnum,
at bløðini skrivaðu.
Danska Social-Demokraten
kundi longu 24. mai saman við
tíðindunum um ólukkuna greiða
frá, hvussu skipið hevði roynst,
frá tí tað var bygt, og til tað fórst
undir Sandoynni. Blaðið visti at
siga frá, hvussu ringan túr Sally
hevði havt til Føroyar hetta várið,
og tað visti at siga frá ymiskum
viðvíkjandi teimum sjólátnu og
teimum, ið eftir sótu.
Sosialurin heldur, at tað
átti at verið forboðið at siglt
millum oyggjarnar uttan at hava
meinkunnugar menn umborð.
Koppaður tvær ferðir
Danska Social Demokraten
skrivaði:
Sandsugeren Sally er bygget i
Aalborg. Firmaet N.C. Monberg
har fornylig i Anledning af
Havnearbejderne paa Færøerne
købt Skibet af det store Entre-
prenørfirma Højgaard & Schultz,
der havde benyttet det ved sine
Havnearbejder i Gdynia i Polen.
N.C. Monberg havde hentet
Sally i Danzig, hvor det havde
været paa værft. Det var blevet
undergaaet en gennemgribende
Reparation, men Skibet har ikke
tidligere haft er særligt godt Ry
paa sig.
Vi talte i Aftes med (fyrrver-
andi) Skipper Georg Christiansen,
der udtalte:
Jeg kender Sally, og jeg
skal ikke lægge skjul paa, at
det var med bange Anelser,
at jeg fornylig saa det sejle til
Færøerne. Man skal kende det
ud og ind for at sejle i det lumske
Farvand deroppe. Jeg sejlede
selv med Sally i 1929, og da
kæntrede Skibet ud for Hou ved
Aarhus. Vi blev dog alle reddet
i Land, og Skaden blev senere
udbedret.
Sally har før den tid tilhørt
et svensk entreprenørfirma, og
det kæntrede ogsaa engang ved
Kullen, og en Sømand mistede
Livet.
Jeg ved ikke hvordan Katastrof-
en ved Færøerne er indtruffen,
men jeg tænker at der ikke har
været last, og Sally har ligger saa
højt, at Søerne har haft let Spil
over for det.
Deyður skrivaði
ræðubræv heim
Blaðið hevði fingið fatur í tí
síðsta brævinum, sum matrósurin
Eigil Gaarslev hevur skrivað til
gentu sína i Keypmannahavn.
Blaðið skrivaði, at um rætturin
fór at kanna eftir, um tað var
forsvarligt at lata hetta skip fara
til Føroya, so fór hetta bræv óivað
at vera eitt týdningarmikið skjal í
málinum. Vit skulu her prenta upp
aftur tann partin av brævinum,
sum blaðið endurgevur:
“Det var et Helvede at komme
frem hertil. Skuden var utæt
som en gammel Støvle. Vi havde
et Helvede med at holde den
flydende. I Maskinrummet stod
Vandet lige op paa til Fyret, saa
det var ved at gaa ud. Maskinen
fik lige Damp nok til at kunde
gaa med 4 Miles i Timen. Der var
8 Fod Vand i Lukafet og 5 Fod i
Maskinrummet. Skibet slingrede
og hoppede paa Søen som en
tom Sardinkasse. Vi har næppe
haft Tid til at Spise og kan ikke
vaske os. Vi har maattet arbejde
18 til 20 Timer for at holde Skibet
oven Vande.”
Den forulykkede Sømands
sidste Brev slutter med en Hilsen
til hans Kæreste og til hans
Familie, som han aldrig mere
kom til at se. Hans Brev og den
Udtalelse, der er fremkommet
af den tidligere Skipper bør
give anledning til at undersøge
Forsvarligheden af at besejle de
farlige Farvande med en øjensyn-
ligt alt andet end sødygtig Baad.
Ein eydnurík móður
Vi kiggede i Aftes ind i de smaa
Stuer, hvor fru Andersen, hvis
Søn Viggo Andersen overlevede,
bor.
Hun smilte venligt og sagde:
“De kan tro, at jeg var lykkelig
over, at min store Dreng blev
reddet. Jeg vilde først ikke tro
det, da jeg hørte om den forfærde-
lige Ulykke. Nu haaber jeg snart
at se ham herhjemme igen.
Men i min Glæde over, at
jeg maatte beholde min Søn,
glemmer jeg ikke dem, der blev
derude, og jeg har den dybeste
Medfølelse med de Efterladte,
der i dag har modtaget den
forfærdelige Meddelelse.
Sorgarboðini
Tað var svágurin, ið bar Gustav
Monberg boðini um, at sonurin,
hin 25 ára gamli Niels var drukn-
aður. Hann var fyri stuttari tíð
síðani liðugur við sína útbúgving,
og var henda havnabygging í
Føroyum hansara fyrsta uppgáva
sum verkfrøðingur. Tá hesi arbeiði
vóru liðug var ætlanin, at hann
skuldi ferðast í ymsum londum
at vinna sær meira kunnleika á
økinum.
Tað var starvsfólkið hjá
Monberg, ið mátti bera hinum
familjunum sorgarboðini. Tað
var syndarligt at bera hesi boð,
serliga til konu skiparan. Hon sat
eftur við fleiri børnum eisini undir
konfirmatiónsaldur.
Tey, ið bóru boðini um Gaarslev,
hittu systir hansara. Hon segði,
at bæði faðirin og móðurin lógu
sjúk. Tey máttu einki fáa at vita
enn, tað fóru tey ikki at tola.
Vága sýslumaður bar boðini
um deyða Carl Olsens til faðirin,
ið stóð og skar torv. Óla Jákup
tók sorgarboðini soleiðis, sum
føroyingar vanliga gera. Hann
segði lítið, einans drap niður
høvur. Hann hevði frammanundan
mist konuna.
Annars fekk Hans, beiggi Carl,
eitt serligt minni. Hann var sum
nevnt vinur Niels Monberg.
Pápi Niels, Gustav, gav
Hans eina bók, sum
Niels hevði átt
sum eitt minni um
Her sæst “rutan” frá tí, Sally fór av Havnini, og til seinasti maður endar í
Kirkjubø
Eigil Gaarslev var royndur sjómaður og legði ikki
fingrarnar ímillum. Hann gjørdist bert 39 ár
Kenneth Gaarslev, sonur Eigil, hevur savnað søguna hjá
pápanum, sum fekk hendan syrgiliga endan í føroyskum sjógvi.
Nú kemur søgan uppá prent í Føroyum
➘