mikudagur 27. mai 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 - 27. mai 2009
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Hildigerð Hansen í
Garðinum í Klaksvík
andaðist í heiminum
mánadagin, 74 ára gom
ul.
Jarðarferðin hjá Erlandi
Stenberg
verður
úr
Sumbiar kirkju miku
dagin kl. 14. Tey, ið
vilja minnast Erland
kunnu lata Missiónshús
inum í Sumba eina pen
ingagávu, konta í pen
ingastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
27. mai. Lucianus,
deyður umleið ár 200.
Saman við fleiri øðrum
tikin av døgum um
Svartahavsleiðina. Kristi
an Osvald Viderø varð
føddur hendan dagin í
1906.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum, 2. broytta útgáva
2008)
Tá ið vit fóru í skúla fyri seks
árum síðani, gjørdist Óli Berg
flokslærari hjá okkum, og síðan
hava vit havt hann í fleiri
lærugreinum hvørt ár. Hetta
skúlaárið høvdu vit hann í
rokning, søgu og náttúru og
tøkni. Óli var næstan ongantíð
sjúkur, hann var næstan altíð í
skúla, so vit vóru sera skelkað og
kedd, tá ið hann gjørdist so sjúkur,
at hann doyði. Hann var í skúla
hjá okkum mánadag, og longu
leygardag var hann deyður.
Óli var ógvuliga góður við
okkum. Hann forsvaraði okkum
altíð, og hann segði, at vit vóru
hansara næmingar.
Vit hava sera nógv góð minnir
um Óla. Hvørt ár hava vit verið
útferðir við honum runt í
landinum. Vit hava verið í
Kirkjubø, á Sandi, vitjað nógv
støð í Havn millum annað forn
minnissavnið, men eisini her
suðuri hava vit verið nógvastaðni.
Vit hava verið í kolanámunum
her í Hvalba, niðri í gamla skúla,
gingið upp í gjøgnum Káragjógv
og so hava vit eisini verið í Vági
og bovlað.
Óli
kundi
vera
ógvuliga
stuttligur, og hann dugdi sera
væl at siga frá søgum, hetta kom
serliga fram til hugnaløtuna
saman við foreldrunum seinastu
jól, tá ið vit øll sótu í skellilátri
og lurtaðu, tí Óli dugdi so væl at
gera alt so livandi fyri okkum.
Vit halda, at tað er so løgið at
koma í skúlan, tá ið vit ikki hoyra
málið í Óla, og vit ikki síggja
hann.
Viðhvørt droyma vit um hann
um náttina, og hann fer altíð at
vera ein partur av okkum, tí vit
minnast alt tað, hann hevur lært
okkum.
Vit lýsa frið yvir minnið um
Óla Berg, flokslærara okkara.
6. flokkur í Hvalba
Til minnis um flokslærara okkara
Óla Berg
Hósdagin 28. mai rundar
Sigrun
Mortensen
tey
seksti.
Sigrun er fødd hin 28.
mai 1949 í Tórshavn. Hon
er dóttur Juliu Jacobsen, f.
Hansen úr Nólsoy og Jákup
Ki Jacobsen úr Tórshavn.
Sigrun gekk í skúla í
Kommunuskúlanum. Eftir
lokna skúlagongd fór hon
at arbeiða m.a. hjá Hans
Hendrik Jacobsen í nøkur
ár, og so eftir hetta hjá
Thomas Dam Búnýti í
umleið 25 ár. Harumframt
hevur hon serverað til
ymisk tiltøk gjøgnum nógv
ár. Nú arbeiðir hon á Lág
argarði og hevur gjørt tað í
10 ár.
Sigrun er gift við Kaj P.
Mortensen, av Trongisvági
á 35. ári og saman eiga tey
4 børn og eitt ommubarn.
Sigrun verður burturstødd
á 60 ára degnum.
red
Sigrun Mortensen 60 ár
Her eru vit á útferð í Kirkjubø saman við Óla
Í
tíðindaskrivinum
hjá
Postverkinun í sambandi
við
nýggju
frímerkini,
stóð m.a. at annað av frí
merkjunum hjá Edwardi
Fuglø avmyndaði Heyga
drang og Mars. Tað er ikki
rætt. Frímerkið avmyndar
Heygadrang og Jupiter.
Rætting
Heygadrangur
og Jupiter