Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. mai 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingartilfar Nr. 99 • 27. mai 2009 2 Fjørukráin á Hafnar­ firði gevur teimum vitj an di eina heilt ser­ staka uppliving, har stutt leiki og hugni er í hásæti, meðan ferð­ in gongur fleiri øldir aft ur í tíðina - Tá vit nú búgva í landinum, sum fram um onnur er kent fyri sínar vík- ing ar. Hví ikki skapa eina uppliving, har tey vitjandi kunnu kenna seg sum víkingar? Tá Jón Viðar Bjarnason fyri knøpp um 20 árum síðani hevði sett sær hendan spurningin, vardi tað ikki leingi, áðrenn tanki gjørdist til veruleika. At byrja við sum eitt nostalgi-projekt, har næstelsti bygn- ing urin í Hafnarfirði var karmur um barr og matstovu í víkingastíli, men í dag fevnir projekti eisini um stóru fjøru krónna, har 360 fólk kunnu sita til borðs, Hotel Víking og ikki minst ein árligan víkingafestival, har víkingar úr øllum heiminum í eina viku flyta bæði seg sjálvar og festi- val gestirnar 1.000 ár aftur í tíðina. Og skal tað vera stuttligt, so lat tað vera stuttligt. Við tríhyrntum ávar ing ar skeltum fáa gestirnir at vita, at her ráða víkingarnir, og er ynski til tess, kann alt ferðalagið takast sum gíslar av víkingunum, sum føra gestirnar inn í sítt helli, og so er klárt til veitslu. Undirhald og góður matur er í há- sæti, tá veitslan er á skránni. Fyri at taka tað seinna fyrst, so ber til at bíleggja sær mat eftir egnum ynski, so har er eingin orsøk at setast aft ur vegna kræsni. Vit kunnu tó róliga viðmæla vík ing a menu’ina, sum Jón Viðar borð reiddi við á degnum. Vanliga bjór ið varð skift um við heldur søtari Mjøðin, og annars var talan um havkall (sum slettis ikki er so galin, sum fleiri vilja vera við), turran fisk, fiskasúpan og lambskjøt. Og sjálvan di ikki at gloyma íslendsku ser dessertina – skýr og bláber. Og meðan hetta verður notið, standa servandu víkingarnir fyri undir haldinum. Um tað so eru forn nørrøn ritualir, fangandi vísusangir ella skemtisøgur undir beltinum, eru væl hýrdu norðbúgvarnir til reið ar at fanga fólkasálina, soleiðis at láturvøddarnir verða væl vandir, sam stundis sum nakað av nørrønari søgu fæst í lærdómsskjáttuna. So alt í alt er valið fyri skránna í Ís landi sera einfalt, tá um undirhald ræð ur. Fjørukráin í Hafnarfirði er eitt veru ligt must. Ísland Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jón Viðar Bjarnason er føroyavinur burturav. Soleiðis er serstakt føroyakvøld fastur partur av árligu skránni, og gjøgnum fleiri enn 30 vitjanir hevur Jón Viðar knýtt hópatals vinarbond á oyggjum okkara Hetta kvøldið vórðu tríggir av gestunum tiknir í eið sum rættir víkingar Bæði matur og undirhald er í serflokki, tá vitjað verður á Fjørukránni Dansur og gleimur í Víkingahøllini