mikudagur 27. mai 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 99 - 27. mai 2009
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
Bráðfeingis loysn
ina upp á málmans
trupulleikan, nú
Heðin Stenberg er
skaddur, fann AB í
Runavík. Leiguavtala
er gjørd við NSÍ
um, at AB fram til
summarsteðgin skal
hava Tórð Thomsen
sum aftasta skansa
í steypa- og lands
kappingini, nú Heðin
Stenberg er úti við
skaða
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tá AB var og vitjaði í
Runavík sunnudagin og
vann 1-0 á NSÍ, var talan tó
ikki um ein sigur uttan
skeinur, tí ímóti dystarenda
var málverjin, Heðin Sten
berg, so óheppin í einum
samanstoyti, at knæskelin
fór úr lið. Hann var borin
av vølli og beinanvegin
koyrdur suður á Lands
sjúkrahúsið.
Av tí at AB hevði gjørt
allar sínar skiftingar, mátti
framherjin, Thomas Hans
Rubeksen, fara í málmans
troyggju og handskar, og
hann vardi málið so mikið
væl, at tað ikki eydnaðist
NSÍ fáa mál, hóast 11
minuttir vóru lagdir aftrat,
áðrenn dysturin var bríksl
aður av.
Tað var tó greitt, at Thom
as Hans ikki var nøkur
varandi loysn í málinum,
og beinanvegin eftir dystin
byrjaði arbeiðið at finna ein
málmann, sum kundi verja
málið fram til summar
steðgin, tá Heðin Stenberg
væntandi er klárur aftur.
Nú er so greitt, at eins
væl og skaðin hendi í
Runavík, so var tað eisini
har, hjálpin var at heinta, tí
í gjárkvøldið kom ein loysn
upp á pláss, so tað verður
NSÍ-málverjin,
Tórður
Thomsen, ið skal vera aft
asti skansi hjá argjamonnum
næstu vikurnar. Hann var
eisini í 2007 leigaður út til
AB, men ta ferðina bara til
tann eina dystin.
Gott at koma í gongd
Tórður Thomsen stendur
sostatt í málinum í annað
kvøld, tá AB í Streymnesi
spælir seinnu hálvfinaluna
í steypakappingini ímóti
EB/Streymi,
og
annars
verður talan um fimm
dystir í Vodafonedeildini,
til summarsteðgur er um
ein lítlan mánað.
Sum skilst, hevur NSÍ í
leigusáttmálanum tryggjað
sær møguleikan at taka
Tórð aftur, um NSÍ skuldi
komið í ta støðu, at felagið
sjálvt fær brúk fyri honum.
Tórður Thomsen er fegin
um, at leiguavtalan er
komin í lag, tí hon gevur
honum møguleika at fáa ta
dystarvenjing, hann ikki
annars hevur havt so nógv
av í ár.
– Nú gleði eg meg til at
koma í gongd, og tað er
bara super, at eg komi í
eldin beinanvegin ímóti
EB/Streymi, tí tað er fyri at
fáa slíkar dystir, at tú venur
og spælir, sigur Tórður,
sum vardi málið hjá NSÍ alt
kappingarárið í fjør, men tó
ikki skrivaði undir sáttmála
um hetta kappingarárið, tí
hann ætlaði sær av landinum
at spæla.
– Eg vildi ikki skriva
undir við NSÍ, hóast eg
hevði ein góðan sáttmála í
boði, tí eg visti, at eg ikki
fór at verða verandi. Men
so kom heimskreppan og
einki spurdist burturúr at
fara uttanlands í hesum
umfarinum.
Í góðum formi
Fyri kortum gjørdi Tórður
so eina avtalu við NSÍ fyri
restina av kappingarárinum,
og hann hevur eisini alla
tíðina gjørt so mikið nógv
við tað, at hann heldur seg
vera væl fyri og í góðum
formi, nú avbjóðingin á
Argjum brádliga tók seg
upp.
– Fyrrapartar havi eg vant
saman við einum ungum
málmanni og so havi eg
vant styrkivenjing, umframt
at eg um kvøldarnar aftur
havi vant við NSÍ, so eg
skuldi verið væl fyri, sigur
málverjin, sum tó mátti
binda frið í tríggjar vikur
herfyri, tí hann hevði ein
liðbandsskaða í knænum.
– Nú havi eg so verið til
fyrstu venjingina á Argjum,
og tað sær bara heilt
spennandi út. Teir hava
enntá ein málmansvenjara
til hvørja venjing, og tað
dámar mær væl. Eg havi
spælt saman við fleiri av
spælarunum á ungdóms
landsliðunum, so eg kenni
meg ikki so fremmandan
her heldur.
Tórður hjálpir argjamonnum
Svimjingin
ivast um
Oyggjaleikir
Ítróttarliga
avbjóðingin við
Oyggjaleikum
verður nú vigað
móti kostnaðin
um av at senda
føroysku luttakar
arnar avstað
Svimjing
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Leygardagin var aðal
fundur í Svimjisamband
Føroya hildin í ÍSF-
húsinum.
Millum annað segði
Jon Hestoy, formaðurí
Svimjisambandinum,
soleiðis um kostnaðin av
Oyggjaleikaluttøkuni.
- Tað er ein stórur
trupulleiki at kostnað
urin av Oyggjaleikum
er so høgur. Um Før
oyar ynskja at vit skulu
luttaka á einum stórum
felags
ítróttatilfaki,
sum Oyggjaleikir, so
átti stuðulin at verið
væl hægri. Tá vit í ár
skulu gjalda út við
10.000
krónur
fyri
hvønn
luttakara,
so
kann ein ikki lata verða
við spyrja, hvat verður
so kostnaðurin um fýra
ár tá Oyggjaleikir verða
á Bermuda. Svimjingin
er noydd at taka spurn
ingin upp um prísurin á
luttøkuni í Oyggjaleik
um er rímiligur í mun
til ítróttaliga støðið,
segði Jon Hestoy.
Oyggjaleikir,
HM,
EJM og EM á stutthylji
fella øll sama ár og
leggur stórar byrður á
eitt sersamband sum
Svimjisambandið.
Formaðurin í
Svimjisambandinum
ivast í, um ítróttarligu
avbjóðingarnar á
Oyggjaleikalum standa
mát við kostnaðin
Tórður Thomsen vandi í
gjárkvøldið við AB, og her
trokast hann og framherjin,
Thomas Hans Rubeksen,
sum vardi AB-málið
síðstu løtuna í Runavík
sunnudagin, tá Heðin
Stenberg var farin út við
skaða
Mynd: Hilmar Jan Hansen/
Einslistir