mikudagur 27. mai 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 99 - 27. mai 2009 ]
Skerdir
argja-
menn
Janus Joensen og
Høgni Joensen
verða ikki við, tá
AB hóskvøldið
skal royna at
vinna seg í
steypafinaluna
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
Heimasíðan
hjá AB
skrivar, at brøðurnir
Janus Joensen og Høgni
Joensen ikki verða við í
hópinum
hjá
argja
monnum,
tá
seinna
hálvfinalan í kappingini
um
Løgmanssteypið
skal
avgreiðast
við
Margáir í Streymnesi
hóskvøldið. Teir eru
báðir staddir uttanlands,
og vóru heldur ikki við,
tá AB vitjaði í Runavík.
Sunnudagin noyddist
málverjin Heðin Sten
berg av vøllinum, og í
hansara stað er Tórður
Thomsen leigaður frá
NSÍ.
Bróður
Heðin
Jónas Stenberg situr
eisini í løtuni uttan fyri
við brotnum óstbeini.
Fyrra
hálvfinalan
millum AB og EB/
Streym endaði 11.
Hin hálvfinalan hós
kvøldið stendur millum
Víking og ÍF. Fyrri
dysturin teirra millum
endaði við 10 sigri til
Víking, sum soleiðis er
í góðari støðu undan
hósdegnum.
Sunnudagin vann
Kypros finaluumfari
í EM-kappingini
í flogbólti fyri
smátjóðir. Annar av
undanbólkunum
í kappingini var
spældur í Føroyum
fyri einum ári síðani
FlOGbóltur
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Dagarnir frá 16. til 18. mai
í fjør vóru fínir fyri tey
flogbóltsáhugaðu, tí tá var
føroyska kvinnulandsliðið
eitt av fimm, ið dystaðust í
øðrum av undanbólkunum í
EMkappingini fyri smá
tjóðir. Hini londini, ið vóru
komin higar at spæla, vóru
Luxembourg,
Liechten
stein, Skotland og Írland.
Ikki færri enn 10 lands
dystir vóru spældir hesar
tríggjar dagarnar, og tað var
um reppið, at føroyska
kvinnulandsliðið megnaði
at spæla seg víðari til enda
spælið. Tá avtornaði, vann
Luxembourg bólkin við
fullum stigatali, men síðani
komu Liechtenstein, Skot
land og Føroyar á næstu
plássunum – øll við sama
stigatali.
Men av tí at styrkilutfallið
ikki var Føroyum til fyri
mun, gjørdist tað Liechten
stein, sum slapp við til
endaspælið
saman
við
Luxembourg.
Somuleiðis
var Liechtenstein vertur
fyri endaspælinum, sum var
í Schaan um vikuskiftið.
Har stóð á jøvnum í stig
um millum Kypros og San
Marino, ið komu úr hinum
undanbólkinum,
men
Kypros hevði bæði betri
settmun og styrkislutfall enn
San Marino, og vann í
kappingina.
Luxembourg
gjørdist nummar trý og
Liechtenstein nummar fýra.
Tað verða EB/
Streymur og B36, sum
spæla steypafinaluna
hjá unglingum um
hálvaaðru viku.
Hetta er greitt, eftir
at EB/Streymur í
gjárkvøldið í Runavík
vann 4-2 í einum ikki
sørt dramatiskum
dysti ímóti NSÍ
Fótbóltur
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Undan hálvfinaluni var NSÍ
favorittur,
um
roknast
skuldi
eftir
úrslitunum
higartil í landskappingini,
tí har eru runavíkingar á
odda, enntá við fullum
stigatali, meðan EB/Streym
ur liggur í miðjuni við bara
einum sigri og tveimum
javnleikum sum fongi.
Men ein hálvfinala letur
seg ikki altíð ávirka av,
hvussu tað annars stendur
til, og EB/Streymur kom
væl frá byrjan og hevði
yvirvág í fyrra hálvleiki.
Stutt fyri hálvleik skoraði
Ási Dam til 10, sum var
einasta málið fyri steðgin,
hóast bæði lið høvdu sínar
møguleikar.
Í seinna hálvleiki byrjaði
NSÍ sum eitt óløgi, spældi
væl og legði stórt trýst á
EB/Streym.
Tað
gekk
heldur ikki so long tíð, so
var NSÍ á odda. Fyrst
javnaði Klæmint Olsen og
síðani skoraði Andrias á
Líknargøtu til 21, og eftir
hetta
kundi
heimaliðið
saktans fleiri ferðir økt um
leiðsluna, tí nógvir kjansir
vóru og NSÍ hevði eini 10
15 hornaspørk innan fyri
eitt korter.
Trý skjót mál
Ofta verður tosað um, at lið
ikki kenna sína vitjunartíð,
og tað fekk NSÍ eisini at
sanna, tí ímóti endanum á
dystinum fekk EB/Streymur
fótin fyri seg, meðan alt
skramblaði
saman
hjá
vertunum. Tað byrjaði við,
at EB/Streymur fekk eitt
hornaspark, ið NSÍararnir
vóru so misnøgdir við, at
mótmælini endaðu við, at
ein av teimum mátti undir
brúsuna undan hinum.
Ikki gjørdi tað støðuna
frægari, at Hallur Fláaberg
eftir júst hetta hornasparkið
fekk javnað til 22. Hetta
skyldaðist ikki minst, at
NSÍ nú var langt frá at hava
javnvág á liðnum – umframt
sjálvandi at vera ein mann í
minniluta.
Tað skuldi eisini gerast
verri enn, tí innan fyri
tríggjar minuttir fór EB/
Streymur frá 22 upp á 42,
sum
gjørdist
endaliga
úrslitið.
Andru
Poulsen
skoraði til 32 eftir enn eitt
horna, og minuttin eftir økti
Hanus Olsen til 42, tá hann
bleiv púra leysur og lyfti
upp um málmannin.
Sostatt hava unglingarnir
hjá EB/Streymi spælt seg í
finaluna um Thomas Dam
Intersportsteypið,
sum
verður spælt á uttanveltaðum
vølli mánadagin 8. juni.
Mótstøðuliðið verður B36,
sum fyri einari viku síðani
tryggjaði sær finaluplássið
við at vinna 10 á HB í
einum so mikið jøvnum
dysti, at hann ikki var
avgjørdur fyrr enn eftir
longda leiktíð.
EB/Streymur í steypafinaluni
Unglingarnir hjá EB/Streymi vunnu í gjárkvøldið hálvfinaluna ímóti NSÍ og skulu um
hálvaaðru viku spæla steypafinalu ímóti B36
Mynd: Sofus D. Johannesen
Kypros vann EM
fyri smátjóðir
Domenech ræðist Føroyar
Í Fraklandi rokna tey flestu annars dystin í Føroyum sum ein walk
over hjá fronsku stjørnunum, sum ikki høvdu stórvegis trupulleikar
á vøllinum, tá teir eftir ein heldur turbolentan flúgvitúr vóru komnir
til oyggjar okkara. Men landsliðsvenjarin, Raymond Domenech,
leggur áherslu á, at talan væl kann gerast um trupla uppgávu í
august. Tað er ein dystur, sum eg hugsi nógv um. Tað kann væl
vera, at tit flenna, men eg hugsi um dystin móti Føroyum í august.
Tað er ein dystur, har fleiri av okkara spælarum als ikki eru í venj
ing, so tað hevur stóran týdning, at vit longu nú savna tankarnar um
uppgávuna, sigur Raymond Domenech við goal.com.
Serena nýtti
9 matchbóltar
Sum væntað vann amerikanska Serena Williams seg
víðari í næsta umfar í French Open í tennis. Men tað
tók sína tíð hjá amerikonsku kvinnuni, sum er styrkis
mett sum nummar tvey, at vinna á kekkisu Klara
Zakapalova. Zakapalova er styrkismett sum nummar
100 í heiminum, men tað tók Serenu Williams trý sett
og níggju matchbóltar, áðren hon við settúrslitunum 6
4, 67, 64 hevði vunnið seg víðari í kappingini.
Hóast San Marino vann á Kypros í EM-endaspælinum í
flogbólti fyri smátjóðir um vikuskiftið, endaði Kypros við at
vinna kappingina framman fyri júst San Marino. Luxembourg
og Liechtenstein, ið komu úr undanbólkinum hjá Føroyum,
gjørdust ávikavist nummar trý og fýra
Mynd: Michael Zanghellini