Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-27, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. mai 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 99 - 27. mai 2009 ] Hann hevur bara venjari í eitt kapp­ ingarár, men longu nú hevur Josep Guardiola vunnið gull í bæði lands­ og steypakapping. Triðja gullmerkið av trimum møguligum kann gerast veruleiki í kvøld Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum spælari var hann høvuðsmotorur á Dream- Team hjá Barcelona í tíðar- skeiðnum, tá Johan Cruyff var venjari hjá catalanska stórfelagnum. Náttúrliga varð hann eisini valdur til liðskipara, og við seks liga- gullum umframt sigri í Europa-Cup fyri bæði steypavinnarar og meistarar hevur hann langt síðani skrivað seg í søgubøkurnar sum ein tann besti í søguni hjá Barcelona. Og eftir bara 10 mánaðum tykist Guardiola eisini at vera ávegis í somu bøkur sum venjari. Hann hevði bara tvey ára royndir sum venjari hjá eykaliðnum í Barcelona, tá leiðslan í fjør summar valdi at sekkja Frank Rijkaard. Fleiri serfrøðingar vildu helst sagt nei, men forsetin í Barcelona, Laporta, gav seg fyri fólkakravinum, tá hann valdi Guardiola fram um onnur og royndari nøvn, og enn hevur hann so ikki havt orsøk at iðra seg um valið. Vantandi royndirnar hjá Guardiola tykjast í øllum førum væl og virðiliga uppvigaðar av mest sum fullkomna kunnleika hans- ara til felagið. Spælistílurin við 4-3-3 er tann sami, sum Rijkaard nýtti, men tað er merkisvert, hvussu fleiri av spælarunum eru blómaðir undir nýggja venjaranum. Ikki minst Samuel Eto’o, ið mest sum hevði kekka út av Camp Nou, áðrenn Guardiola kom til. Og somuleiðis hava Henry og Xavi veruliga lyft síni avrik undir nýggja venjaranum. Sum 38 ára gamal hevur Guardiola framvegis góða tíð at fáa sítt navn í søgu- bøkurnar sum ein av teimum heilt stóru venj- arunum. Uppgávan kann eisini tykjast møtumikil móti garvaða Sir Alex og hansara monnum. Men størsta steypið av øllum er bara 90 – og kanska 120 – minuttir burturi. Men somu minuttir kunnu longu nú senda Guardiola upp mill- um teir stóru á altjóða venjaralistanum. Einki rom í Rom Myndugleikarnir í italska høvuðsstaðnum vænta, at 65.000- 70.000 fjepparar koma til Rom. Og nú verður bundið um heilan fingur, fyri at tryggja, at friður valdar í samband við dystin. Søla av alkoholi í økinum rundan um olympiska leikvøllin, varð steðgað klokkan 17 í gjár, og ikki fyrr enn klokkan 6 hósmorgunin sleppa skeinkistøðini at opna fyri kranunum. Løgreglan stríðist eisini við fólk, sum selja følsk atgongumerki til tey umleið 5.000 viðhaldsfólkini, sum ikki hava fingið atgongumerki enn. Ferdinand er klárur Rio Ferdinand hevði sítt stríð av hálvfinalunum móti Arsenal, har hann kroysti tvey rivjabein í fyrra dystinum, meðan hann fekk ein knæskaða í seinna dystinum. Men United-skiparin sigur seg vera til reiðar at spæla finalu móti Barcelona í kvøld. – Eg havi tað fínt, og eg merki ikki nakað til skaðan undir venjing. Og tað sigi eg ikki, tí eg vil spæla fyri ein og hvønn prís. Ivaðist eg í hesum, hevði eg ikki sagt meg vera til reiðar, tí møguleikin hjá liðnum at vinna hevur nógv meira at siga enn mín møguleiki at spæla í finaluni, sigur Rio Ferdinand. Ferð eftir ferð hevur Alex Ferguson sagt, at Manchester United hevur vunnið og lítið í Europa. Men tá sigrar eru komnir, hevur Barcelona so ella so verið íblandað Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað kann væl vera, at Sir Alex Ferguson verður mett- ur sum ein tann størsti venj- arin í enskari fótbóltssøgu. Síðani hann settist í venj- arastólin í Manchester United í 1986, hevur felagið vunnið enska meistaraheitið 11 ferðir. Eitt imponerandi tal, sum nú eisini hevur sett reyðu devlarnar ájavnt Liverpool við 18 meistara- heitum íalt. Men skotin er langt ífrá nøgdur. Fyrst og fremst, tí hann heldur, at Manchester United hevur vunnið ov lít- ið í Europa. - Hyggur tú at, hvussu sterkir vit hava verið í Onglandi seinastu góðu 15 árini, so er tað ikki nóg gott, at vit bara hava vunnið Champions League tvær ferðir hesi árini. Og tað er heldur ikki nóg gott, at Manchester United bara hevur vunnið steypið tríggj- ar ferðir íalt. Har er enn nakað upp til Liverpool (5 ferðir), Milan (7 ferðir) og Real Madrid (9 ferðir), sigur hann. Skulu Sir Alex og hansara menn taka enn eitt fet upp í søgubókunum, so er møgu- leikin í kvøld ógvuliga hóskandi. Tí í Evropa hevur Barcelona átt sítt orð í sigrunum hjá Ferguson. Soleiðis var tað móti júst Barcelona, at Manchester United í 1991 vann 2-1 í finaluni í kappingini fyri steypavinnarar. Tá Champions League-steypið varð vunnið eftir eina ótrúliga finalu móti Bayern München, hendi hetta á Camp Nou í Barcelona. Og tá Manchester United í fjør vann seg í finaluna í Champ- ions League, hendi hetta við hálvfinalusigri á júst Barcelona. Og tá hálvfinalan varð vunnin, var tað mest sum sjálvsagt, at Manchester United vann finaluna. Held- ur óvanligt er tað í øllum førum, at nýkosnu ensku meistararnir hava vunnið finaludystin hvørja ferð ava teimumf ýra, sum teir hava staðið í europiskari finalu. Um tað so verður fimta ferðin í kvøld, kann bara tíðin vísa. Vegurin til Rom Barcelona 13/08-08 Barcelona-Wisla Krakow 4-0 26/08-08 Wisla Krakow-Barcelona 1-0 16/09-08 Barcelona-Sporting 3-1 01/10-08 Shakhtar Donetsk-Barcelona 1-2 22/10-08 Basel-Barcelona 0-5 04/11-08 Barcelona-Basel 1-1 26/11-08 Sporting-Barcelona 2-5 09/12-08 Barcelona-Shakhtar Donetsk 2-3 24/02-09 Lyon-Barcelona 1-1 11/03-09 Barcelona-Lyon 5-2 08/04-09 Barcelona-Bayern München 4-0 14/04-09 Bayern München-Barcelona 1-1 28/04-09 Barcelona-Chelsea 0-0 06/05-09 Chelsea-Barcelona 1-1 Manchester United 17/09-08 Man Utd-Villarreal 0-0 30/09-08 AaB-Man Utd 0-3 21/10-08 Man Utd-Celtic 3-0 05/11-08 Celtic-Man Utd 1-1 25/11-08 Villarreal-Man Utd 0-0 10/12-08 Man Utd-AaB 2-2 24/02-09 Inter-Man Utd 0-0 11/03-09 Man Utd-Inter 2-0 07/04-09 Man Utd-Porto 2-2 15/04-09 Porto-Man Utd 0-1 29/04-09 Man Utd-Arsenal 1-0 05/05-09 Arsenal-Man Utd 1-3 Guardiola kennir bara til gull Barcelona og Sir Alex hanga saman Sum spælari arbeiddi Guardiola altíð knallhart, og hóast stjørnurnar eru fleiri enn vatnberararnir í Barcelona, so tykist fyrst og fremst hugburðurin hjá venjaranum at vera munurin á Barcelona anno 2009 og 2008 Mynd: Polfoto/AP Til samans hevur Sir Alex Ferguson vunnið fleiri enn 30 heiti við Manchester United. Bert tvær ferðir hevur talan tó verið um stóra europiska steypið, og tað heldur venjarin sjálvur vera alt ov lítið Mynd: Polfoto/AP