fríggjadagur 2. november 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 212 - 2. november 2001
Nr. 212 - 2. november 2001
11
– Sum er, koyra
Bygdaleiðir 360-370
tímar um vikuna í
Suðuroy. Tá ið koyr-
ingin er blivin privat,
fara bussarnir at
koyra 130-140 tímar.
Sostatt fer tænastan
at versna munandi,
siga fólk, ið kenna til
málið
PRIVATISERING
Áki Bertholdsen
Tað verður eitt stórt aftur-
stig fyri Bygdaleiðir, tá ið
busskoyringin fer á privatar
hendur á nýggjárinum.
Tað ivast fólk, sum kenna
til málið, ikki í.
Keldur, sum hava innlit í
málið taka Suðuroynna
fram sum dømi.
Í Suðuroy koyra bussarn-
ir hjá Bygdaleiðum 360-
370 tímar um vikuna sum
er. Men tá ið tær verða
privatiseraðar, fara tær bara
at koyra einar 130-140 tím-
ar um vikuna.
– Sostatt fer koyringin at
minka meiri enn eina helvt.
Keldur okkara hava eisini
roknað út, at sum er, kostar
koyringin einar 230 krónur
um tíman, men at hon fer at
kosta góðar 800 krónur um
tíman, tá ið hon er privatis-
erað.
– Í ár kostar øll koyringin
hjá Bygdaleiðum 21 milli-
ónir krónur og tá er skúla-
barnaflutningur og annar
serflutningur uppi í.
Men verða øll tey lægstu
tilboðini upp á tað privatu
koyringina løgd saman,
fer Bygdaleiðir at kosta 26
milliónir næsta ár – og tá er
tað allarmesta av skúla-
barnaflutningi og øðrum
serflutningi, ikki talt upp í.
Lægsta tilboðið uppá
koyringina í Suðuroynni er
góðar 4,9 milliónir og tá er
ein stórur partur av skúla-
barnaflutninginum
ikki
uppi í.
Í løtuni kostar busskoyr-
ingin í Suðuroynni umleið
4,8 milliónir, men tá er
allur skúlabarnaflutningur-
in uppi í.
Víst verður á, at eftir ætl-
anini, verður koyringin
skerd heilt fitt. Í løtuni
koyra sjey bussar, men eftir
nýggjár verða teir bara
fýra.
– Tvs, at teir mugu byrja
munandi fyrr at koyra um
morgunin fyri at fáa stundir
at koyra øll til Smyril og til
arbeiðis og sostatt mugu
fólk enn fyrr upp um morg-
unin – og tey flestu halda
ivaleyst, at tað er nóg
tíðliga sum er.
Eg dugi ikki at
ímynda mær, at
tænastan hjá Bygda-
leiðum fer at versna,
sigur Poul Jákup
Thomsen, fólka-
flutningsleiðari hjá
Strandferðsluni
PRIVATISERING
Áki Bertholdsen
– Eg kann ikki ímynda
mær,
at
tænastan
hjá
Bygdaleiðum fer at versna,
tá ið koyringin er komin á
privatar hendur.
Tað sigur Poul Jákup
Thomsen, fólkaflutnings-
leiðari hjá Strandferðsluni.
Men hann sigur at tølini nú
og tølini eftir 1. januar,
kunnu als ikki samanberast,
tí tey eru sett heilt øðrvísi
upp.
– Tað er rætt at í fyrstu
syftu kann tað tykjast sum
at Bygdaleiðir verða dýrari,
tá ið tær eru privatiseraðar,
tí tá eru tær mettar at kosta
26 milliónir, um øll tey
lægstu tilboðini verða tald
saman og nú kosta tær bara
21 milliónir.
– Men hetta er útfrá tí, at
bussarnir verða avskrivaðir
eftir fimm árum. Vit sita nú
og rokna út, hvat tað fer at
kosta, um bussarnir verða
avskrivaðar eftir 10 árum,
sum er rímiligt fyri ein
nýggjan buss. Og tá verður
kostnaðurin ein heilt annar,
sigur fólkaflutningsleiðar-
in. Hvussu nógv bíligari tað
so verður, veit hann ikki
enn, tí roknistykkið er ikki
liðugt.
Hann vísir eisini á, at
kostnaðurin eftir 1. januar
skal eisini síggjast í mun
til, at tá er talan um nýggjar
bussar, sum eisini eru betri
at ferðast við og tá verður
meiri at betala í rentum og
avdráttum.
Poul Jákup Thomsen sig-
ur eisini, at í fyrstu syftu
kann tað tykjast sum um
koyringin fer at minka
munandi, tí á pappírinum
stendur, at tímarnir eru
færri.
Men hesi tølini eru als
ikki sambærilig, tí frá 1.
januar verður arbeitt við
einum hugtakið, sum eitur
effektivir tímar.
Tvs, at tímarnir verða
bara taldir frá tí, at bussurin
fer á rull, til hann steðgar
aftur. Tíðin, tá ið bussførar-
in møtir í bussinum, áðrenn
hann fer á rull, verður held-
ur ikki tald uppí og heldur
ikki er tíðin fyri at vaska
tald uppí og ei heldur tíðin,
tá ið bussførarin koyrir til
hús, eftir lidna koyring, ella
tíðin til umvælingar o.s.fr.
Men í tímaprísinum, sum
er givin upp fyri effektiva
tí, er øll hendan “spilltíðin”
roknað uppí.
Poul Jákup Thomsen við-
gongur, at skúlabarnaflutn-
ingurin er ikki uppí, tí tað
eru kommunurnar, sum
hava ábyrgdina av honum.
– Tað einasta, sum er
uppií, er flutningurin í
skúla um morgunin og
heimaftur
seinnapartin.
Men allur millumflutning-
urin, til og frá svimjing,
fimleiki o.s.fr. er ikki uppi
í.
– Mentamálastýrið hevur
heitt á okkum um at rokna
út, hvat tað fer at kosta at
Bygdaleiðir átaka sær tann
flutningin eisini og tað
meta vit um nú. Rokningin
fyri
tann
serflutningin
verður so sendir Menta-
málastýrinum.
Poul Jacob Thomsen sig-
ur, at tá ið Bygdaleiðir
verða privatiseraðar, verður
koyringin nógv effektivari,
tí hóast bussarnir verða
færri, fara teir, sum eru, at
koyra fleiri tímar og alt í alt
fer tænastan ikki at versna.
Hinvegin heldur hann, at
fleiri aðrir, stórir fyrimunir
verða, eitt nú skal landið
hereftir samráðast við ein
arbeiðstakara í Suðuroy, nú
eru teir sjey.
– Tá ið Bygdaleiðir
verða privatiseraðar,
fer hendan tænastan
at kosta nógv meiri,
enn hon ger nú og
hartil fer tænastan at
versna, heldur Henrik
Old, løgtingsmaður,
sum nú fer at reisa
málið í tinginum
PRIVATISERING
Áki Bertholdsen
– Eg vil hava fulla greiði á,
hvussu verður við Bygda-
leiðum, eftir at busskoyr-
ingin fer á privatar hendur
1. januar.
Henrik Old, Løgtings-
maður, fer nú at reisa
spurningin at privatisera
Bygdaleiðir í Løgtinginum.
Hann sigur, at tær kann-
ingar, hann hevur gjørt,
vísa, at tá ið Bygdaleiðir
verða privatiseraðar, fer
tænastan at versna og hartil
fer busskoyringin at verða
væl dýrari, enn hon er í
dag.
Tí fer hann nú at seta
landsstýrismanninum
í
vinnumálum, Bjarna Djur-
holm, nakrar skrivligar
fyrispurningar um Bygda-
leiðir.
Henrik Old sigur, at nú er
so nógv útliðið og tí hevur
tað stóran týdning at rudda
øll ivamál avvegnum nú,
áðrenn tann nýggja skipan-
in kemu í gildi á nýggjárin-
um.
– Í fyrispurningi sínum
tekur Henrik Old Suður-
oynna sum dømi.
– Sum eg skilji, hongur
ein munandi partur av
koyringini hjá Bygdaleið-
um enn í leysari luft, hóast
tað nú eru minni enn tveir
mánaðir eftir, til koyringin
fer á privatar hendur.
Henrik Old vil m.a. hava
at vita frá landsstýrismann-
inum,
hvussu
túratalið
verður eftir 1. januar, aftur-
ímóti í dag og hann vil hava
greiði á, hvat tað fer at
kosta og, hvussu verður við
skúlabarnaflutningi, ferða-
ætlan o.s.fr.
Flutningur við
skúlabørnum í vanda
Ikki minst vísir Henrik Old
á, at tá ið Bygdaleiðir koma
á privatar hendur fara buss-
arnir fyri ein stóran part
ikki at koyra skúlabørn
longur.
– Skúlabarnaflurningurin
er rættiliga umfatandi sum
er. Børn verða koyrd ímill-
um fleiri ferðir um dagin,
alt eftir, nær tey skulu møta
og nær tey fáa frí. Haraftur-
at er nógvur flutningur
ímillum skúlar ymsar tíðir
á degnum, børn verða
koyrd úr einum skúla í ann-
an til svimjing og ímillum
ymsar skúlar til ymsar
lærugreinar og børn verða
koyrd ímillum skúla og
ítróttarhallir til fimleik
o.s.fr.
Løgtingsmaðurin sigur,
at allur hesin flutningurin
heldur uppat á nýggjárin-
um.
– Eftir nýggjár verða tað
kommunurnar sjálvar, sum
skulu gera avtalu um at
koyra skúlabørn aftur og
fram.
– Men talan er um rætti-
liga nógv børn, so tann,
sum fær Bygdaleiðir at
koyra, fær í veruleikanum
einkarrætt uppá koyringina
og kann sostatt áseta prísin
sjálvur og tí er vandi fyri, at
tað fer at dýrka munandi.
Privatisering: Koyringin
minkar meiri enn eina helvt
Tá ið busskoyringin hjá
Bygdaleiðum fer á privatar
hendur á nýggjárinum,
verður tað ómøguligt at hava
somu tænastu, sum nú er,
uttan at tað fer at kosta nógv
meir, siga keldur, sum hava
innlit í málið. Hetta vísir
Poul Jákup Thomsen,
fólkaflutningsleiðari hjá
Strandferðsluni aftur.
Bygdaleiðir fara ikki at versna
Stúrir fyri ruðulleika í
koyring hjá Bygdaleiðum
Henrik Old ivast ikki í, at tað verður eitt stórt afturstig, tá ið
koyringin hjá Bygdaleiðum fer á privatar hendur. Hann reisir
nú málið í tinginum, tí hann vil hava fulla greiði á, hvussu
verður við Bygdaleiðum
framhald á síðu 11
Ruðulleiki
Ì løtuni koyra sjey bussar
fyri Bygdaleiðir í Suður-
oynni.
Henrik Old sigur, at tá ið
Busskoyringin verður pri-
vat, er tað ætlanin at tað
skulu vera fýra bussar, sum
skulu røkja alla koyringina.
– Eg ivist stórliga í um
tað yvirhøvur letur seg
gera at røkja alla koyring-
ina við fýra bussum.
Hvussu skulu bussarnir
koyra fólk úr allari oynni til
Smyril á Drelnesi klokkan
sjey um morgunin og
kunna fara út aftur í hvønn
krók í oynni at koyra fólk
til arbeiðis og í skúla
klokkan átta?, spyr hann.
Hann sigur, at hetta letur
seg ikki gera, uttan at túr-
arnir um morgunin verða
framskundaðir nokk so fitt
og at bussarnir tí mugu
koyra munandi fyrr um
morgunin. sostatt mugu
sumbingar og sandvíking-
ar, sum frammanundan
skulu upp á hálvari nátt
fyri at sleppa við Smyrli,
nakað væl fyrr av songini.
Tí stúrur Henrik Old fyri
ruðuleika, tá ið Bygdaleið-
ir verða privatiseraðar og í
øllum førum ivast hann
ikki í, at tænastan verður
munandi verri.
Annars hevur Landsstýr-
ið lovað, at talan skal ikki
verða um eitt vet av aftur-
stigi, tá ið bussarnir verða
privatiseraðar.
Henrik Old vísir eisini á,
at tað er eisini ógvuliga
ivasamt, hvussu verður við
ymsum øðrum serflutn-
ingi, eitt nú í samband við
ítrótt.
– Um vikuskiftið er
rættiliga stórur tørvur á
flutningi í samband við
ítrótt bæði tá íð ítróttarlið
skulu av Smyrli og til
ymsar bygdir í Suðuroy og
tá ið tey skulu avstað aftur.
Og eg ivist stórliga í, um
Bygdaleiðir verða førar
fyri at átaka sær koyring-
ina, tá ið bussarnir verða so
fáir.
Hann sigur, at í ár standa
góðar 18 milliónir á fíggj-
arlógini til Bygdaleiðir, tá
er skúlabarnaflurtningurin
uppií
– Næsta ár ætlar Lands-
stýrið at seta goðar 22
milliónir av til Bygdaleiðir
og tá er skúlabarnaflutn-
ingurin ikki uppi í.
– Hetta er ikki tekin um,
at tað verður bíligari, tá ið
busskoyringin verður priv-
atiseraðar. Men afturat
teimum 22 milliónunum,
skulu so útreiðslurnar til
skúlabarnaflutningin, so
tilsamans verður tað nógv
dýrari, tá ið Bygdaleiðir
eru privatiseraðar, ufmramt
at túrarnir verða færri og
óhøgligari.
Mannligu lærararnir
fækkast í fólkaskúl-
anum og mannfólkini
dragna afturúr, tá ið
tað snýr seg um at
sleppa inn á Lærara-
skúlan. Hinvegin
halda teir seg ikki
aftur, tá ið tað snýr
seg um at seta seg í
skúlastjórasessin
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
Kvinnurnar eru av álvara
við at yvirtaka føroyska
fólkaskúlan. Í dag starva
708 lærarar í føroyska
fólkaskúlanum, harav 375
eru konufólk ella meiri enn
helmingurin. Fyri minni
enn eini fjórðingsøld síðani
var støðan tann øvugta. Tá
var triðingurin av lærarum
kring landið kvinnur.
Fyrr vóru lærarar annað-
hvørt tænastumenn, ársvik-
arar ella tímalærarar. Í
seinnu helvt av nítiárunum
varð hetta broytt, og tey,
sum í nógv ár høvdu verið
ársvikarar og tímalærarar,
gjørdust nú sáttmálasett. Í
hagtølum frá Mentamála-
stýrinum síggja vit, at nógv
teir flestu lærararnir, sum
eru settir sum tænastu-
menn, eru mannfólk. Ikki
færri enn 193 av 333. Sam-
svarandi eru bert 104 konu-
fólk sett sum tænastumenn.
Hinvegin er myndin tann
øvugta, tá ið tað snýr seg
um sáttmálasettar lærarar.
Har eru 192 kvinnur og 76
mannfólk. Út frá hesum
tølum síggja vit, at flestu
tænastumenninir, sum í dag
eru fólk uppi í árunum, er
menn, meðan flestu sátt-
málasettu eru yngri kvinn-
ur.
Á flestu skúlum er kyns-
býtið enn javnt, men á
nøkrum skúlum eru kvinn-
urnar farnar væl fram um í
tali. Hví kynsbýtið er broytt
so munandi eftir lutfalsliga
ikki so nógvum árum, eru
nógvar metingar um. Lær-
arayrkið er í dag nógv øðr-
vísi enn fyrr. Uppgávan hjá
læraranum er vorðin í líka
stóran mun uppalingarlig
og sosial sum bóklig. Og
tað er kanska hesum menn-
inir flýggja undan.
– Konufólk velja enn í
rættiliga stóran mun út-
búgvingar, sum hava við
menniskju at gera. Í góðum
tíðum velja menn útbúgv-
ingar og arbeiði, sum eru
betur lønt enn lærarastarv-
ið. Í ringum tíðum, tá ið
væl løntu størvini eru færri
í tali, velja menn aftur
fólkaskúlan, sigur Elsa Bir-
gitta Petersen, forkvinna í
Føroya Lærarafelag.
Hesum tekur rektarin á
Føroya Læraraskúla, Pauli
Nielsen, undir við.
– Áðrenn kreppuna sóu
vit, at fleiri menn fóru úr
fólkaskúlanum í væl lønt
arbeiði, men tá ið kreppan
kom, komu teir afturíaftur.
At uppgávan hjá læraranum
er broytt so nógv, er helst
ein orsøk til, at teir flýggja.
Hinvegin síggja vit, at
mannligir lærarar sum eru
avgjørt síggja lærarayrkið
sum eina heildarkenda upp-
gávu, sigur Pauli Nielsen.
At fleiri kvinnur enn
menn velja lærarayrkið
sum sítt lívstarv, er ikki eitt
serføroyskt fyribrigdi.
– Alla staðni síggja vit, at
konufólk eru vit at taka seg
inn á menninir, at tær velja
góðar útbúgvingar og at tær
í nógv størri mun enn fyrr
sita í góðum og væl løntum
størvum. Kvinnur taka út-
búgvingina í størri álvara
mangan enn menninir, sig-
ur Elsa Birgitta Petersen.
Óheppin gongd
Tað er ikki heppið fyri
fólkaskúlan, um gongdin
verður tann, at fá mannfólk
velja at starvast í fólkaskúl-
anum um nøkur ár.
– Tað er eftir mínum
tykki sera óheppið. Tað
besta er ein góð javnvág
millum kynini og at líka
nógv ung sum eldri starvast
í fólkaskúlanum. Tað gevur
tað besta samspælið, sigur
Elsa Birgitta Petersen.
Ein vandi í hesi gongdini
kundi verið, at ávísar læru-
greinir detta burtur úr, tí
menninir halda seg burtur,
men soleiðis vísir tað seg
tíbetur ikki.
–
Lærugreinir,
sum
mannfólk mangan velja,
eru framvegis væl umboð-
arar, eitt nú alisfrøði og
støddfrøði,
sigur
Pauli
Nielsen.
Gongdin kann vendast
heldur forkvinnan í Føroya
Lærarafelag, um vit leggja
okkum eftir at tosa fyri
læraraútbúgvingini soleiðis
sum gjørt verður aðra-
staðni.
– Lærarastarvið er eitt
spennandi arbeiði. Hinveg-
in eri eg ikki fyri, at vit til-
vitað taka mannligu um-
søkjararnar til Læraraskúl-
an framum konufólkini fyri
at stýra gongdina á tann
hátt, sigur Elsa Birgitta
Petersen.
– Nýggja fólkaskúlalógin
hevur nógvar avbjóðingar
til einstaka læraran, og hon
er kanska orsøkin til, at
talið á mannfólki, sum út-
búgva seg til lærara, er
vaksið eitt vet seinastu fáu
árini, hóast teir rættiliga
týðiliga velja aðrar útbúgv-
ingar framum, sigur Pauli
Nielsen.
Menn skúlastjórar
Valdsbýtið
í
føroyska
fólkaskúlanum er kortini
heilt øvugt galdandi kyns-
býti. Á teimum størstu
skúlunum kring landið eru
14 menn og 4 konufólk
skúlastjórar. Ellivu menn
eru varaskúlastjórar og 5
konufólk. Myndin er nøku-
lunda tann sama, hyggja vit
at skúlaleiðarunum á teim
minnu skúlunum.
– Tað líkist ongum, at tað
er so. Fyrr vórðu menn
tiknir fram um konufólk, tá
ið skúlastjórastørv skuldu
setast, uttan nakra grund.
Hetta er tíbetur broytt og nú
søkja fleiri kvinnur slík
størv, sigur Elsa Birgitta
Petersen.
Samlað meting
Á
Føroya
Læraraskúla
ganga í dag 100 næmingar í
fýra árgangum, harav 28
eru mannfólk ella gott og
væl fjórðingurin. Talið á
mannligum
lesandi
er
nakað hægri í dag enn fyri
nøkrum árum síðani. Van-
liga søkir eitt rættiliga stórt
tal á fólki inn á Læraraskúl-
an á hvørjum ári.
– Vit hyggja ikki bert
eftir próvnum hjá umsøkj-
aranum. Lívsroyndir og ar-
beiðsroyndir av ymiskum
slag telja eisini við. Tað vís-
ir seg, at menninir dragna
afturúr í samlaðu meting-
ini. Vit vita, at menninir
fækka í tali í fólkaskúlan-
um, men kortini hava menn
ikki fyrimun av teirri grund
at sleppa inn á skúlan.
Heldur ikki umhugsa vit at
velja út á tann hátt, sigur
Pauli Nielsen.
Sama gongd hevur gjørt
seg galdandi millum undir-
vísararnar á Føroya Lær-
araskúla. Væl fleiri konu-
fólk undirvísa í mun til fyri
fáum árum síðani.
Kvinnurnar yvirtaka fólkaskúlan
– Eg eri ikki fyri, at vit
tilvitað
taka
mannligu
umsøkjararnar
til
Læraraskúlan
framum
konufólkini fyri at stýra
gongdina á tann hátt, sigur
Elsa Birgitta Petersen
– Mannligu umsøkjararnir dragna afturúr í samlaðu metingini, sigur Pauli Nielsen, rektari á
Føroya Læraraskúla
C
M
Y
K
11
10