Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fyri aðru ferð í fýra dagar taptu hoyvík- ingar. Strandingar tvífaldaðu sítt tal á stigum HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein StÍF vann útsetta dystin í móti H71 í høllini á Skála mikukvøldið. Dysturin var útsettur frá fyrr í ár, og nú StÍF við tveimum stigum í posanum og H71 við seks stigum hittust, endaði tað við sigri til StÍF. H71 byrjaði kappingina við trimum sigrum á rað, men seinastu dagarnar hava teir taptu tvær ferðir. Fyrst móti Nestanum og nú móti StÍF. Strúkandi í fyrra hálvleiki Longu í hálvleikinum hevði StÍF vunnið sær stóra leiðslu, og fyrra hálva tím- an var einki, sum bendi á, at H71 skuldi fara at geva heimaliðnum nakra serliga mótstøðu. Tað gekk illa hjá hoy- víkingum at bróta ígjøg- num verjuna hjá StíF, men góða álopsspælið hjá strandingum var ov nógv fyri H71-verjuna. Í hálvleikinum var støðan 17-10 til StÍF, og hóast H71 tók seg eitt sindur saman í seinna hálvleiki, so var munurin millum liðini ov stórur. H71 minkaði tvær ferðir í seinna hálvleiki leiðsluna hjá StÍF niður í trý mál, men nærri komu teir ikki. StÍF helt seg framman fyri, og tá dysturin var av, vóru júst trý mál á muni millum liðini. Sigurin merkti, at StÍF tvífaldaði sítt stigatal upp í fýra, meðan H71 annan dystin á rað stendur í stað við seks stigum. Dysturin í tølum StÍF-H71 29-26 (17-10) Málskjúttar: StÍF: Costin Dumistrescu 8 (3), Marius Joensen 7, Alexander Johansen 4, Jón Rasmussen 3, Artur Jo- hansen 3, Sveinur Justinus- sen 3, André F. Danielsen 1. H71: Finnur Hansson 7 (4), Bjarni Wardum 6 (3), Halgir Dahl Olsen 4, Olaf Vestergaard 4, Agnar Høj- gaard 2, Anfinn Debes 2, Hallur Danielsen 1. Brotskøst: StÍF 4, H71 8 Útvísingar: StÍF 4, H71 2 Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen og Kári Hansen Nr. 212 • fríggjadagur • 2. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Annika Johansen hevur fingið skaða í handliðið og kann ikki spæla næstu tríggjar til fýra vikurnar HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein Ein av mest týðandi spælarunum hjá Kyndla- kvinnunum kann ikki spæla næstu vikurnar. Orsøkin er, at hon hevur fingið ein skaða í handliðið. Hondin hjá Anniku Ljósstein er gipsað, og hon skal binda frið næstu vikur- nar. – Eg rokni við at fáa at vita í dag, um brot er í handliðinum, men í øll- um førum hava liðbond fingið skaða, og tí kann eg ikki spæla í tríggjar ella fýra vikur, sigur Annika Ljósstein. Datt óheppið Skaðin kom eftir fáar minuttir í dystinum í Vági seinasta vikuskift- ið. – Eg fór inn móti verjuni og skuldi leypa upp fyri at skjóta. Eg fekk eitt skump og skuldi lofta mær við hondunum. Eg fekk eftir øllum døma einar tveir VB-spælarar oman yvir meg, og hondin kom skeivt fyri, greiðir Ann- ika frá. – Eg merkti, at hondin dovnaði, men tá eg skuldi lyfta hana, hevði eg ein øgiliga pínu, so tað var einki at gera, uttan at gevast at spæla. Í løtuni er pínan ov stór til at Annika kann halda formin við líka, men hon roknar við at fara at venja aftur í komandi viku. Føroyski álopsspæl- arin er farin til Eysturríki fyri at fáa kanna skaða í hælsinuni FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Tað verður ikki roknað við, at Todi Jónsson kemur aftur á fótbóltsvøllin í hesum árinum. Danska kappingin endar seinni í november mánaði, og áðrenn tað verður Todi ikki førur fyri at spæla. Todi er farin til ein ser- frøðing í Eysturríki fyri at kanna ein skaða, sum hann hevur fingið í hælsinuna. Síðst í august mánaði fekk Toda ein vøddaskaða, sum tað skuldi taka nakrar dagar at fáa frískan. Men síðani hevur hann eisini verið plágaður av bruna í hælsinuni. Endamálið við ferðini til Eysturíki er at kanna skað- an og finna út av, hvat skal gerast við hendan skaðan. Annika úti í fýra vikur Hondin kom skeivt fyri, tá Annika datt undir dysti í Vági seinasta vikuskiftið. Úrslitið var liðbandsskaði og kanska brot í handliðinum Mynd: Álvur Haraldsen Todi liðugur í ár StÍF-H71 29-26 (17-10): StÍF steðgaði H71 H71 tapti annan dystin á rað, tá teir spældu ímóti StÍF mikukvøldið Todi Jónsson stríðist nú við bruna í hælsinuni og er farin til Eysturríki at kanna skaðan Støðan 1. deild menn vunnin tapt mál- dystirv - j - t mál málmunur stig 1 VÍF 4 4 - 0 - 0 118 82 36 8 2 Neistin 4 4 - 0 - 0 108 98 10 8 3 H71 5 3 - 0 - 2 132 132 0 6 4 StÍF 4 2 - 0 - 2 105 105 0 4 5 Kyndil 5 1 - 0 - 4 117 130 -13 2 6 KÍF 4 1 - 0 - 3 98 115 -17 2 7 Tjaldur 4 0 - 0 - 4 90 106 -16 0 13 12 Nr. 212 - 2. november 2001 Ongar kanningar, sum fiskiveiðueftir- litið hevur gjørt, vísa, at russiskir trolarar fiska ov stórar nøgdir av kongafiski, ið føroyskir skiparar annars vilja vera við EFTIRLIT Stefan í Skorini Bjarki Berg og aðrir skip- arar á djúpvatnstrolarum vilja vera við, at russiskir svartkjaftatrolarar veiða ov nógvan kongafisk undir Føroyum. Hetta hevur við sær, at kongafiskurin hvørvur av teimum leiðum, sum djúpvatnstrolararnir dúva uppá, og sum er teirra fremsta álit í fiskiskapin- um. Elmar Højgaard, stjóri á fiskiveiðueftirlitinum, er tó ikki samdur við skiparun- um í hesum uppáhaldi. Hann sigur, at tær kann- ingar, ið eftirlitið hevur staðið fyri, ikki vísa, at russisku trolararnir hava fingið ov nógvan konga- fisk. – Eg trúgvi ikki, at teir russisku trolararnir fáa so stórar nøgdir av kongafiski, sum ávísir skiparar vilja vera við. Vit hava gjørt nógvar kanningar, men vit hava ongantíð staðfest kongafisk í lastunum og í trolunum hjá teimum, sigur Elmar Højgaard. Hann vísir samstundis á, at kanningarnar hjá teimum hava verið nøktandi. – Tað er løgið, at vit ong- antíð hava rakt við konga- fisk umborð á russiskum skipum, tá vit hava gjørt kanningar. Tí eru vit iva- leysir í, at teir ikki hava stórar nøgdir av kongafiski umborð, sigur stjórin á Fiskiveiðueftirlitinum. Fáa einki gjørt Harafturímóti sigur Elmar, at teir einki kunnu gera við, at russisku trolararnir órógva fiskiskapin hjá før- oysku bátunum. Hesum vísir hann ikki aftur, men fær einki gjørt. Trupulleik- in er, at føroyingar nýta botntrol og russar flótitrol. Hesir veiðihættir hóska ikki saman, og tí verða bátarnir órógvaðir av hvørjum øðr- um. Higartil í ár hava russisku trolararnir ikki verið nógv í føroyskum sjógvi, og tí hava teir ikki gjørt so nógv- ar kanningar enn, men tað verður gjørt, nú russarar fara at royna vestanfyri á Mykinesgrunninum. Bjarki Berg, skipari á Bresti, fílist á, at Fiski- veiðueftirlitið bara ger sín- ar kanningar um dagin. Hetta gevur ikki eina rætta mynd av veiðuni hjá russ- um, og tí er neyðugt at gera kanningar um náttina, tá kongafiskurin svimur uppi í sjónum. Elmar sigur, at teir higar- til kanska ikki hava gjørt nóg nógvar kanningar um náttina, men hetta verður gjørt í størri mun í næstum. – Vit royna altíð at hava tað í huga, sum skiparar og onnur innan fiskivinnuna royna at vísa á. Tað eru Brimil og Tjaldr- ið, ið saman við donsku verjuskipunum taka sær av eftirlitinum kring Føroyar. Fiskiveiðueftirlitið kennir einki til ovfisking Brimil tekur sær av fiskiveiðueftirlitinum kring Føroyar saman við Tjaldrinum. Hetta eftirlit hevur ikki víst, at russar fiska ov nógvan kongafisk, sum skiparar annars hava víst á Tað er fallið Heðini Mortensen løgtings- manni fyri bróstið, at Løgtingsskrivstovan hevur almannakunn- gjørt eina frágreiðing um flogmálið, sum sigur, at Heðin nokt- aði at møta upp á fundi í Uttanlands- nevndini. Hann vil tí hava svar uppá fleiri spurningar hesum viðvíkjandi FLOGMÁLIÐ Stefan í Skorini Flogmálið tykist ongan enda at fáa. Herfyri varð ein frágreiðing almanna- kunngjørd, sum segði, at Heðin Mortensen noktaði at møta upp á einum fundi í uttanlandsnevndini. Nevnd- in skuldi viðgera, um loyvi skuldi gevast amerikansk- um flogførum at nýta før- oyskt loftrúm í stríðnum móti altjóða yvirgangi. Fundurin skuldi vera fríggjadagin 5. oktober, og fundarboð vórðu givin hós- kvøld. Løgmaður skuldi boða Uttanríkismálaráðn- um í Keypmannahavn frá áðrenn klokkan 13 fríggja- dag, og tí mátti fundurin vera fríggjamorgunin í seinasta lagi. Eitt embætisfólk í Løg- tingsskrivstovuni skuldi kalla limirnar inn til fundin. Hetta var hóskvøld. Í frá- greiðingini sigur embætis- fólkið, at Heðin Mortensen noktaði fyri at møta á fundi. Hann vísti til 18 tíma regluni, sum sigur, at lim- irnir kunnu krevja, at fund- ur ikki verður hildin fyrr enn 18 tímar eftir, at fund- arboð eru givin. Hetta skrivaði Dimmalætting mikudagin. Heðin Mortensen hevur hildið fast við, at hann ikki varð kunnaður nóg væl um, hvat mál var á skránni. Frá- greiðingin hjá embætis- fólkinum sigur hinvegin, at Heðin Mortensen varð nóg væl kunnaður um málið. Krevur svar Heðin Mortensen krevur tí svar uppá fleiri spurningar í sambandi við manna- gongdir hjá Løgtingsskriv- stovuni í slíkum málum. Hann hevur sent Súsonnu Danielsen, stjóra á Løg- tingsskrivstovuni, eitt bræv, og hann biðjur hana um eina frágreiðing um mannagongdir og krevur, at ein kanning verður sett í verk av hesum málinum. Hann vil hava at vita, um løgtingsnevndin ikki skal kunnast um eina slíka frá- greiðing, og um viðkom- andi løgtingsmaður ikki eigur at hava høvi at úttala seg um hana. Eisini vil hann hava at vita, hvør tekur sær av at almanna- kunngera slíkar kanningar. Hann biðjur samstundis Súsonnu Danielsen um at seta í verk eina kanning av, hvat tingmenn fingu at vita í fundarinnkallingini. Nær nevndarlimirnir vórðu upp- ringdir, hvørji skjøl teir fingu, og hvussu øll henda framferð samsvarar við tingskipanina og vanliga mannagongd í nevndar- arbeiðnum. Gøtu 31.10.01 Atli Hansen Við at útskriva val til fólka- tingið nú hevur Nyrup giv- ið føroyingum ein kær- komnan møguleika fyri at úttala seg um ríkisfelags- skapin fyri seg sjálvan og uttan at hesin spurningurin skal tvinnast so nógv sam- an við aðrar spurningar til eitt komandi løgtingsval. Vit minnast øll lyftini frá samgonguni um at einki av- gerandi stig skuldi takast á fullveldisleið, uttan at velj- arnir sluppu at úttala seg um hetta. Dagurin fyri fólkaatkvøðu varð ásettur, men jú nærri vit komu hon- um, jú meira ræddist sam- gongan sín egna skugga og tá ið so ein veljarakanning kundi boða frá, at føroying- ar ikki tóku undir við full- veldisætlanini hjá sam- gonguni, ja, so var hetta eitt kærkomið høvi fyri hana at smoyggja sær burtur úr givnum lyftum og avlýsa fólkaatkvøðuna. Men nú sleppir hon ikki undan. Nyrup hevur út- skrivað eitt fólkatingsval, sum gevur okkum føroy- ingum møguleika til bæðið at velja okkara fólkatings- umboð og harvið at lýsa okkara meining um full- veldistilgongdia. Og hesum kann hvørki løgmaður ella varaløgmaður leggja forð- ingar fyri. Sambandsflokkurin hev- ur ein greiðan boðskap um okkara viðurskiftir við Danmark og leggur tí eisini stóran dent á at fáa eitt um- boð aftur á Fólkatingið. Vit meta, at okkara flokkur vil vera best førur fyri at end- urreisa normal og álitis- vekjandi viðurskiftir mill- um ríkisspartarnar aftur. Men vit vilja eisini loyva okkum at tulka ein dyggan stuðul til Sambandsflokkin sum eina misálitsváttan til fullveldisætlanina hjá sit- andi samgongu. Tann dóm- in, sum føroyingar ikki sluppu at fella við eini fólkaatkvøðu í vár. Við at stuðla Sambands- flokkin ella eitt av valevn- unum ert tú við til at endur- reisa nakað av tí, sum henda samgongan hevur sorlað. Ein atkvøða fyri Sambandsflokkin fer at vera ein atkvøða fyri trygg- ari sigling í ríkisfelags- skapinum. Fólkatingsvalið ein gáva til tey ríkisfelagsskapssinnaðu Heðin krevur svar uppá frágreiðing Heðin Mortensen krevur eina frágreiðing og kanning í sam- bandi við, at ein frágreiðing hjá Løgtingsskrivstovuni vísir, at hann noktaði at møta á einum fundi í Uttanlandsnevndini, har málið um amerikansk hernaðarfløgfør findu loyvi at nýta før- oyskt loftrúm var á skránni C M Y K 12