fríggjadagur 2. november 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Frá fríggjadegi 2. november til hósdagin 8. november
Rangt og rætt 3:8
Okkara matstovur
Gesturin 8
Fres
Feðgarnir báðir Eiler og Sámal Jacobsen royna saman eftir sild við Krúnborg. Hetta er fyrstu ferð, at Sámal
skal royna seg sum skipara á sildaveiðu, og tá er gott at hava ein royndan mann sum Eiler við á túrinum.
Eiler er ein av teimum royndastu skiparunum í Føroyum, og onkur góð ráð kann hann teska í oyrað á
soninum. Leiðin gongur norður til Jan Mayen, og síðani til Noregs at selja.
Lagt til rættis: Zacharias Hammer. Klipt: Ragnar A. Jacobsen og Zacharias Hammer. Fotograferað: Zach-
arias Hammer og Árni Conradsson.
Sendingin verður endursend hósdagin kl. 19.25.
Fyrsti fongurin
Leygardagin kl. 10.15
The Blair Witch Project
- amerikanskur filmur frá 1999
Hetta er ein tann film-
urin, sum hevur klárað
at skapt mest rok í
filmssøguni. Filmurin
byggir á gomlu myt-
una um Blair Witch.
Tríggir ungir film-
skúlanæmingar stevna
til fara til Black Hills
skógin í Maryland fyri
at gera ein dokumen-
tarfilm um Blair Witch.
Eitt ár seinni verða
bondini funnin niður-
grivin, og eingin hevur
sæð tey trý síðani tey
løgdu leiðina inn í
skógin.
Fríggjakvøldið kl. 21.00
Fríggjakvøldið kl. 18.30
Mánakvøldið kl. 20.25
Mánakvøldið kl. 20.55
Leygarkvøldið kl. 20.00
15
14
Nr. 212 - 2. november 2001
Seinasta vikuskiftið
var fyrsta skipaða
bowling kappingin
fyri vaksin hildin í
Havn. Pætur Háberg
Johannesen gjørdist
vinnari
BOWLING
Eyðun Klakstein
Leygardagin varð skipað
fyri Carlsberg Cup í bowl-
ing. Kappingin fór fram í
Bowlinghøllini á Hálsi í
Havn, og 72 fólk teknaðu
seg til kappingina.
– Bowlinghøllin hevur
bert eitt ár á baki, og vit
kunnu ikki vera annað enn
nøgdir, tá fólkið vísir so
stóran áhuga, halda fyri-
reikararnir.
Bowlinghøllin
skipaði
sjálv fyri kappingini, og
hetta var fyrsta kappingin
fyri vaksin. Frammanundan
hava tvær kappingar verið
fyri børn.
Kappingin byrjaði leyg-
armorgunin klokkan 9 og
helt fram til kl. 17 uttan
steðg.
Tríggir í finaluni
Kappast varð eftir cup-
skipanini, og tað vil siga, at
tann, sum tapti ein dyst, var
úti av kappingini. Kappast
var í innleiðandi umførum,
og síðani vóru fjórðingsfin-
alur, hálvfinalur og finala.
Tríggir luttakarar komu í
finaluna, og teir kappaðust
so um at verða best.
Endin var, at Pætur
Háberg Johannesen vann
kappingina við 169 stigum.
Mikael Johannson varð
nummar tvey við 166 stig-
um, og Jón Haraldsen
nummar trý við 158 stig-
um.
Bestu seriu í kappingini
hevði Herman Jespersen
við 224 stigum.
Atlantsflog, Jungmann
og Skálkur lótu teimum
bestu vinningar. Kappingin
varð eisini stuðlað av Carls-
berg og Coca Cola.
Mótstøðan var stór, tá
føroyska manslands-
liðið í stavbólti var
við í norðurlendska
meistaraskapinum
ÍSB
Eyðun Klakstein
Fyri góðari viku síðani
sendi
Ítróttarsambandið
fyri Brekað og Tórshavnar
Kvøld- og Ungdómsskúli
føroyska manslandsliðið í
stavbólti til Danmakar at
dystast um norðurlanda-
meistaraskapin.
Við í kappingini vóru
Svøríki, Finland, Føroyar
og Danmark.
Stavbóltur
er
nýggj
ítróttagrein í Føroyum. Før-
oyingar hava vant hesa
greinina í góð trý ár.
Undan
fráferðini
var
stórur
spenningur
um,
hvussu okkara menn fóru at
roynast. Og sigast kann ikki
annað enn, at føroyingar
fingu seg royndar.
Mótstøðumennirnir vóru
væl betri fyri, enn vit
høvdu roknað við; teir
leiktu stavbólt á høgum
stigi, høvdu vant í nógv ár
og vóru bæði kvikir og
kringir. Okkara menn taptu
stórt, men teir lærdu nógv
og settu sær fyri, at tá ið
norðurlandameistaraskapur
in verður aftur í Finlandi
um 2 ár, skulu vit standa
okkum væl betur.
Á føroyska landsliðnum
vóru Jørgen av Vollanum,
liðskipari, Øssur Guðm-
undarson, Theodor Esmar
Hansen, Elvin Weihe, And-
ur Mýri, Símun Petur Zach-
ariasen, Júst í Túni, Jimmy
Nielsen, Rói Wardum, Jon-
hard Haraldsen og Lennart
Magnussen.
Pætur vann fyrstu bowling kappingina
Ingi Højsted er
farin undir venj-
ingina í Arsenal
aftur
FÓTBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Ingi Højsted er nú farin
undir
bóltvenjingina
aftur í Arsenal.
Seinastu
vikurnar
hevur hann ikki fingið
vant, tí hann breyt bein-
ið í NM-kapping fyrui
U17 landslið, sum var í
Danmark í august.
Nú er Ingi komin fyri
seg aftur, og alt tykist
vera í lagi við beininum.
Ingi hevur sáttmála
við Arsenal, og hann
hoyrir til U17 liðið hjá
felagnum. Hetta liðið
hevur staðið seg sera
væl í landskappingini
higartil.
Ingi venur aftur
Ingi Højsted er nú komin yvir beinbrotið og er farin í
gongd við bóltvenjingina aftur
Landsliðið í stavbólti til NM
Hetta er landsliðið í stavbólti, sum ÍSB og Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli sendi til
Danmarkar til norðurlendska meistarakapping
Teir bestu í fyrstu bowlingkappingin fyri vaksin, sum varð hildin í Havn farna vikuskiftið
Tað ráddi um at sikta væl og
tveita rætt, tá kúlan skuldi
fáa keylurnar um koll
C
M
Y
K
14