Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 100 - 28. mai 2009 Hóast sjúkan systisk fi br o sa hevur fylgt hon um alt lívið, rann Ragn ar Isaksen sunnu dag in sítt fyrsta marathon nakr an­ tíð – sjálvt um hetta mest sum skul di verið ó gjørligt. Men Rag nar er so mik ið treisk ur og »svakur«, sum hann sjálv ur mál ber seg, at hann slett ikki klárar at liva uttan ítrótt og rørslu ÍTRÓTTARBRAGD Hilmar Jan Isaksen einslistir@kallnet.fo – Sjálvt um eg eri sjúkur og altíð havi verið tað, livi eg eitt púra vanligt lív og vil eisini hava, at tað skal vera so leið is. Eingin skal taka synd í mær, og eg kann ei si ni stórt sæð gera tað sama sum onn ur. Ofta hugsi eg eisi ni, at tað eru mong onnu r, ið hava nógv verri ting at stríð­ ast við, enn eg havi. Men yvir høvur hugsi eg slett ikki um, at eg eri sjúk ur, tí við ár ­ un um er hetta bara blivið mín lívs stíl ur. Tað sigur 25 ára gamli kví­ vík ing ur, Ragnar Isak sen, sum er ein av umleið 15 før­ oy ing um, ið hava sjúku na sys tisk fibrosa. Sjúk an krev­ ur, at hann hvønn morgun og hvørt kvøld situr í hálvan tíma til trý korter við einari mas ku og einum munn styk­ ki, sum reinsar lungu og and­ ing ar leið fyri slím. Til hvørja mál tíð má hann taka tablettir, fyri at magin skal upp taka matin, og eina ferð um mán­ a ð in noyðist hann nið ur til Dan markar til eftir lit. At Ragnar helst er nakað fyri seg, kunnu óivað fleiri skriva undir uppá, og sunnu­ dag in flutti hann í øll um før­ um mørk, tá hann var ein av um leið 10.700 renn ar um, sum vóru við í Copen hagen Mara thon, har hann gjøgn­ um førdi teir 42,195 kilo­ metrar nar við tíð ini tríggir tím ar og 33 minutt ir. Í grundini skuldi tað slett ikki latið seg gjørt, tí ein so lang ur rennitúrur átti at lagt so mikið stórt trýst á lungu­ ni, at tað var ógjørligt hjá ein um sjúklingi við sys tisk­ ari fibrosu at gjøgnumført. Men tað vísti seg ikki at bila hjá Ragnari, ið ongantíð fyrr hevði runnið tann langa mara thon teinin. Stórt yvirskot – Hetta var ein ófatiliga stór upp living, tí har var fólk alla­ staðni. Og skal eg siga sum er, so fullu teir fyrstu 25­30 kilo metrarnir mær øgiliga lætt. Kanska var tað, tí eg ikki legði so ógvus liga út, men tá eg hevði runnið 35­36 kilo metr ar, var eg hinvegin púra út lúgv að ur, greiðir Ragn ar frá. – Tað vóru kortini ikki lungu ni, ið gjørdu mær for­ treð, men beinini. Yvir ein ar seks til sjey kilometrar fekk eg fleiri ferðir krampar og var rættiliga illa sperdur. Men tá so hálvurannar kilo­ met ur var eftir, vísti tað seg al líka væl, at eg hevði so mik­ ið stórt yvirskot, at eg kun di klap pa up p steð gað um renn­ ar um á ryggin og biðja teir hal da fram, tí nú var so øgi­ liga stutt eftir á mál. At kappast í ítrótti er ikki nakað nýtt fyri Ragnar, sum hev ur spælt fótbólt, bad min­ ton, vunnið føroya meistar­ heiti í golf, ver ið stýri maður á fleiri kapp róð r arbátum og nú eisini er rennari. Og kans­ ka vóru tað royndirnar frá síðstu metrunum við Kví vík­ ingi, Junkaranum ella Ormi­ num Langa, ið góvu hon um tað eyka, sum skuldi til á tí allar síðsta teininum sunnu­ dag in. – Tá bara einir 700 metrar vóru eftir á mál, fór eg at spur­ ta og yvirhála eina rúgvu av fólki. Eg kom við full ari ferð um málstrikuna og gjørdi eitt gall róp, tí hetta var jú ein øgi li­ ga stór ur sigur fyri meg per­ són liga, sigur hann. – Eg havi bara runnið í eitt ár, og flaggdagsrenningin í fjør var mín fyrsta kapping, og tá var eg eisini við í Tórs­ havn Marathon, har eg rann hálvt marathon. Stjórin hjá mær, Lars Müller, sum renn­ ur nógv sjálvur, meld aði meg til, og hóast eg ongantíð fyrr havi tímað at runn ið, eri eg blivin full komu liga bitin av tí nú. Treiskur og »svakur« Á heimafrontinum fær Ragn­ ar góðan stuðul, tí ei si ni dam an hjá honum, Anni Joen sen, rennur og var við í kap p ing ini í Keyp manna­ havn sunnudagin, har hon kom á mál eftir fýra tím um og 19 minuttum, sum eisini er ein útmerkað tíð. – Vit búgva í Kollafirði, har vit eisini venja saman, og til tað endamálið finst neyvan nøkur betur egnað bygd, tí í Kolla firði ber til at renna sera langar teinar í bygd um øki, so tú ikki nýtist at hugsa um ferðslu, bilar og annað, men bara skalt hugsa um at renna. Sjálv ur renni eg onkun tíð eisi ni ein túr til Kví vík ar, so umstøðurnar at halda renn ing ina við líka eru góð ar hjá okkum, sigur Rag­ n ar Isaksen, sum ikki veit um nakran annan før oy ing við systisk ari fi bro su, sum hev ur gjøgn um ført eitt mara­ thon. – Eg eri so mikið treiskur og »svakur«, at eg slett ikki klári at liva uttan ítrótt og rørslu. Mínar royndir eru, at um eg íðki nógv, so eri eg eisini betur fyri. Geri eg einki í einar tvær til tríggjar vikur, verði eg verri fyri, so hetta er mestsum eitt slag av heilivági hjá mær. Og nú gangi eg og umhugsi, um eg ikki eisini skuldi farið at súkklað, so hvør veit, hvat tað næsta verður… Ragnar rann frá sjúkuni Tá Ragnar Isaksen kom um málstrikuna í Keypmannahavn sunnudagin, gjørdi hann eitt gallrop í frøi um sín stóra, persónliga sigur. Og sjálvur heldur hann tað vera nokk so stuttligt, at nummarið á bringuni var 10333, tí tíðin hjá honum í Copenhagen Marathon var tríggjar tímar og 33 minuttir Mynd: Jens Dresling/Polfoto Kokain í vøruvogni Tann serliga rúsevnadeildin hjá franska tollverkinum gjørdi kvetti í gjár. Tollararnir gjørdu av at halda eyga við einum vøruvogni, sum kom úr Spania um markið til Fraklands, og tá tollararnir nakað seinni steðgaðu bilinum, funnu teir ikki minni enn 684 kilo av kokaini í honum. Tollvaldið sigur, at tann stóra nøgdin er verd umleið 27 milliónir evrur á ólógliga marknaðinum í Fraklandi. Franska tollvaldið hevur ongantíð funnið so nógv kokain fyrr, og fyribils eru tveir menn tiknir og settir í varðhald. Teir báðir menninir vóru í vøruvogninum, men einki verður sagt um, hvørt teir eru fransmenn ella útlendingar Róku tríggjar vikur á havinum Meksikanska sjóverjan hevur bjargað fimm fiskimonnum úr Ekvador, sum hava rikið á havinum í tríggjar vikur uttan vátt ella turt. BBC sigur, at tað var amerikanska sjóverjan, sum kunnaði sjóverjuna í Meksiko um, at ein bátur rak fyri vág og vind einar 45 fjórðingar í landssynning úr Port Chiapas, sum er millum USA og Meksiko. Teir fimm menninir hava greitt meskikonsku myndugleikunum frá, at teir fóru til fiskiskap tann 6. mai, men fimm dagar seinni steðgaði motorurin, og teir fingu hann ikki í gongd aftur. Meksikanska sjóverjan sigur, at eftirumstøðunum hava menninir tað gott. Systisk fibrosa Systisk fibrosa er viðfødd og arvilig sjúka, sum ávirkar al- lan kroppin, men fyrst og fremst herjar á lungu, maga og garnar. Sjúkan ger, at tjúkt slím legst í andingarleiðina – nakað sum aftur gevur grundarlag fyri títtum ella varandi lungnabruna. Sera ymiskt er, hvussu illa sjúkan rakar, men hon varir alt lívið og kann ikki lekjast. Eitt av hvørjum 25 menniskjum (fýra prosent) er berari av ílegubrekinum fyri systiska fibrosu, og kring knøttin eru um 100.000 men- niskju rakt av sjúkuni. Flestu teirra hava brúk fyri dagligari viðgerð, ið linnar sjúkuárinini. Fyrr var systisk fibrosa ein sjúka við døprum framtíðarútlitum, men børn, sum í dag verða fødd við sjúkuni, kunnu við røttu viðgerðini liva eitt lutfalsliga vanligt lív langt upp í árini. FAKTA