hósdagur 28. mai 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 100 - 28. mai 2009
Profilarnir innan
norðurlendskan
mat fóru ovfarnir
avstað aftur. Orsøkin
til ovfarni var góða
føroyska matgerðin,
sum andar hóast
trong kor. Nú verður
bert bíða eftir
politikarunum, sum
eru teir einastu, ið
kunnu hjálpa illa
sperdu vinnuni
Matvøruvinna
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Leif Sørensen, føroyska
umboðið í Nordisk Mad er
fegin um vitjanina, Føroyar
hava havt av norðurlendsku
profilunum innan matgerð.
Talan er um matambassa
dørarnar.
Endiliga standa 10
onnur við skili fyri mati og
siga tað sama sum eg. Eg
hopi, at vit í minsta lagi eru
komin 10 prosent longri nú,
sigur Leif Sørensen.
Hinir ambassadørarnir úr
norðurlondum vóru ovfarnir
av føroyskum mati, men
hildu tað samstundis vera
ófatiligt, at matstovuvirk
semi trívist í landinum, við
teimum treytum, matstov
urnar mugu arbeiða undir.
Á tiltaki fyri politikarar
og journalistar, sum var í
kantinuni á Tinganesi í gjár,
tóku umboð fyri Nordisk
Mad orðið. Har var millum
annað sagt, at felagsnevnarin
fyri norðurlendskan mat er,
at maturin er feskur, reinur
og einfaldur. So er upp til
kokkarnar at skapa uppliv
ingar, og at tilpassa matin til
nýmótans lív. Tað skal vera
ein stoltleiki at vísa fram
matin, og bonusið er at
landið nýtir gott av stóra ma
rknaðarføringsvirðinum.
Men føroysk matstovu
vinna hevur nógvar trupul
leikar at dragast við, og teir
einastu, ið kunnu hjálpa,
eru politikarnir.
Vit hava nógvar
trupulleikar
Sjálvur landsstýrismaðurin
í vinnumálum var vertur
fyri døgurðan í Kirkjubø,
har
hann
hitti
hinar
norðurlendsku kokkarnar. Í
morgun beyð hann saman
við landsstýriskvinnuni í
mentamálum Leif Sørensen
til fundar. Har varð prátað
um hvat gerast skal fyri at
bøta um korini hjá mat
stovuvinnuni í Føroyum.
Jóhan Dahl hevur biðið
okkum um at gera eitt
upplegg við tilmælum um
hvat skal gerast. Og har
hevur matstovufelagið gjørt
eitt upplegg, har vit koma
við uppskotum til broyting
av fíggjarligum viðurskift
um, broyting í skonkilógini
og ymiskt annað, sigur Leif
Sørensen.
Millum matambassadør
arnar eru ikki minni enn 3
4 sjónvarpskokkar, tveir
professarar innan mat, og
heimsins bestu í Finnlandi,
Álandi og Svøríki. Hesar
dagarnar ambassadørarnir
hava hitst í Føroyum, hevur
føroyski trupulleikin verið
umrøddur.
Vit hava so nógvar
trupulleikar. Men ein er at
vit ikki keypa føroyskt
sjálvi. Í Svøríki er mann
farin at fokuserað meir upp
á svensku vinnu, og tað
skuldu vit eisini gjørt. Við
at vit keyptu til dømis
lunda, eplir og grønmeti frá
veitarum,
tryggjaðu
vit
virksemi so at siga alt árið,
sigur Leif Sørensen.
Tað ræsta er ein
skattakista
Matur er mentan. Vit skulu
duga at útnytta okkara
matsið tá ferðafólk koma
hendan vegin. Tey koma
aftur, tí tey fáa góðar
matupplivingar. Tí er tað so
umráðandi, at skapa gott
grundarlag fyri føroyskari
matvøruvinnu.
Lyklaorðið er at vit mugu
hava fleiri bein at standa á,
og bróta upp úr nýggjum
viðvíkjandi
føroyskum
mati. Norski ambassadør
urin var ovurfegin um
føroyska matin, og hálovaði
ræsta matinum sum eina
føroyska skattakistu.
Vit skulu hava meir
stoltleika inn í okkara
matsið, og vera errin av
okkara egna tilfeingi. Ein
klókur maður segði fyri
langari tíð síðan: Gev
einum kokki alt honum
tørvar, og tú skal síggja
undurverk. Og tað er nakað
um tað. Tað kunnu vit nýta
júst nú í hesari støðuni,
sigur Leif Sørensen.
Politikkur má í matin
Landsstýrismaðurin
í vinnumálum,
Jóhan Dahl, heldur
at føroysk matvøru
vinna hevur uppibor
ið hægri raðfesting.
Ein áhugaverd vinna,
sigur hann
Matvøruvinna
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Jóhan Dahl hevur verið til
staðar hesar dagarnar, norð
urlendsku mat ambassa
dørarnir hava vitjað.
Eg má siga, at hetta
hevur verið eitt gott tiltak
fyri okkum, sum vanliga
ikki hugsað um slíkt, sum
mat. Hetta hevur verið sera
gevandi fyri meg, sigur
landsstýrismaðurin
í
vinnumálum, Jóhan Dahl.
Í morgun var ein fundur
millum hann, landsstýris
kvinnuna í mentamálum og
kokkin á Gourmet, Leif
Sørensen.
Eg kundi hugsað mær,
at matvøruvinnan fekk eina
hægri raðfesting. Tí havi eg
biðið Leif Sørensen um at
koma við einum uppleggi,
har tey mæla til hvørjar
broytingar skulu gerast. Jú
skjótari tað verður gjørt, jú
skjótari
kann
tað
fáa
politiska viðgerð.
Jóhan Dahl sigur, at hann
hevur fingið nógv burturúr
fundinum, og at hann ynskir
at matvøruvinnan verður
betri raðfest.
Arbeiðið, sum hini lond
ini hava gjørt í samband við
Nordisk
Mad
er
heilt
fantastiskt. Teirra matgerð
hevur
gjørt
norðurlond
heimskend. Tak bara donsku
matstovuna, Noma, sum er
triðbest í heiminum. Vit
hava góðar rávørur í Før
oyum, og vit kunnu læra
nógv
av
Nordisk
Mad
samtakinum. Eitt nú veit eg,
at Noreg nýtir Stavanger, til
at marknaðarføra seg sum
land, sigur Jóhan Dahl.
Hann leggur afturat, at
við at menna matvøru
vinnuna, kunnu vit seta ferð
á føroyska ferðavinnu, og tí
skal matvøruvinnan avgjørt
vera
partur
av
vinnu
menningini í Føroyum.
Matvøruvinnan skal raðfestast
Drongurin skal eita Lukas
Foreldur í Danmark, Noregi og Svøríki eru eftir øllum at
døma samd um, at navnið Lukas er vakrari enn onnur
mansnøvn. Í øllum trimum londunum var Lukasnavnið tað,
sum flestu dreingjabørn fingu í fjør. Tann einasti munurin
var, at í Danmark valdu tey flestu at stava navnið við c
heldur enn k. Harafturímóti høvdu foreldrini í Danmark,
Noregi og Svøríki ikki somu uppfatan, tá tey skuldu geva
teimum smáu gentunum navn. Í Danmark var Sofie tað mest
brúkta gentunavnið í fjør, í Noregi var tað Linnea og í
Svøríki Maja.
Stoltenberg í Reykjavík
Herfyri var fyrrverandi norski uttanríkis og verjumálaráð
harrin Thorvald Stoltenberg í Føroyum og helt fyrilestur, og
nú hevur hann verið í Íslandi í somu ørindum. Fyrradagin helt
hann fyrilestur á lærda háskúlanum í Reykjavík um norður
lendskt samstarv og trygdarpolitikk. Í fyrilestrinum viðgjørdi
hann millum annað eina frágreiðing, sum hann hevur skrivað
um, at Norðurlond í felag átaka sær at hava eftirlit við íslend
ska loftrúminum. Í frágreiðingini mælir Thorvald Stoltenberg
eisini til størri norðurlendskt samstarv á sendistovuøkinum,
sjóverjuøkinum og í friðarvarðveitandi tiltøkum.
Føroyski maturin fekk høvi
at vísa sítt virði, tá umboð
fyri Nordisk Mad vóru í
Føroyum og vitjaðu. Her
síggjast tvey sløg av laksi,
heit- og kaldroyktur, sum
var forrættur í kantinuni á
Tinganesi í gjár
Kokkarnir fóru ovfarnir avstað aftur. Føroyski maturin hugtók
teir, og vóru teir ovfarnir av at føroyskar matstovur trívast
undir slíkum korum. Jóhan Dahl, avvarandi landsstýrismaður,
vil fegin hava at føroysk matvøruvinna verður betri raðfest
Landsstýrisfólk fingu høvi at royna leskiliga matin, Leif
Sørensen hevði gjørt. Her heilsast føroyski mat ambassadørurin
og Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Leif Sørensen vónar, at
matvøruvinnan við hesum fær meir ans