Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 100 - 28. mai 2009 Melduródn í Bangladesh Melduródnin Alla hevur kravt meiri enn 200 mannalív í Bangladesh, og meiri enn 500.000 eru vorðin heimleys. Tað var mánadagin, at melduródnin Alla herjaði Bangladesh, men ikki fyrr enn nú hava myndugleikarnir fingið eina mynd av, hvussu stóran skaða hon hevur gjørt. Sagt verður, at ódnin hevur gjørt serliga stóran skaða í einum øki tætt við indiska markið, og at hermenn eru á veg at hjálpa fleiri túsund neyðstøddum. Tað er minni vindur í Bangladesh nú, men tað regnar framvegis illa. Tað nógva avfallið hevur oyðilagt nógva grøði og hevur elvt til vatnflóð og skriðulop nógvastaðni, sigur BBC. Suðurkorea økir trygdina Suðurkoreanska stjórnin kunngjørdi í morgun, at hon hevur økt ta hernaðarligu tilbúgvingina, eftir at grannalandið Norðurkorea hevur hótt við hernaðarligum átøkum. Í kunngerðini stóð, at bæði suðurkoreanski stjórnarherurin og teir amerikonsku hermenninir í landinum hava fingið boð um nat økja tilbúgvingina, nú Norðurkorea hevur sett vápnahvíldaravtaluna frá 1953 úr gildi. Hetta er fjórðu ferð síðani 1982, at Suðurkorea økir tilbúgvingina. Seinast var í 2006, tá Norðurkorea gjørdi sína fyrstu kjarnorkuroy ndarspreinging, skrivar Reuters. 56 ára gamli Tummas Joensen av Skála er sambært heimasíðuni hjá SEV vinnarin av Útivikuni. Hann koyrir av Skála, setir bilin í Hvalvík, og gongur um Hval­ víksskarð til arbeiðis og aftur hvønn dag hesa vikuna Føroyar í rørslu Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo myndir: Birgir Waag Høgnesen Tað eru tey, ið taka Útivik­ una í álvara. Summi kanska meir enn onnur. Ein av teim­ um, ið veruliga nýtir Úti­ vikuna skilagott, er 56 ára gamli Tummas Joensen. SEV, sum hevur valt at taka Útivikuna í álvara, er ikki í iva um hvør er vinnari millum teirra starvsfólk. Á heimasíðuni hevur fyritøkan skrivað grein um 56 ára starvsfelagan, sum hevur valt at ganga eftir sniðgøtum heldur enn eftir vegnum. Talan er um 56 ára gamli Tummas Joensen býr á Skála, og hevur starvast sum vaktmeistari á Fossá­ verkinum í Vestmanna í 25 ár. Í sambandi við Útivikuna hevur hann gjørt av at seta bilin í Hvalvík og ganga um Hvalvíksskarð til og frá arbeiði. Hann gongur sostatt um dalar og fjøll fyri at koma til arbeiðis, og er tað ein túrur, ið tekur á leið tveir tímar. Ein túrur, ið tekur millum hálvanannan og tveir tímar. Bingo hjálpti uppá heilabløðing Tað sigst á heimasíðuni hjá SEV, at Tummas Joensen er serstakliga treiskur. Í 1986 fekk hann ein blóðpropp, sum legði hann í koma í heilar tríggjar mánaðir. ­ Eg var júst komin til hús frá arbeiði, tá eg fekk eina heilabløðing. Hetta hendi, júst sum konan gekk við fyrsta barni okkara og var komin at eiga. Eg varð í skundi fluttur niður á Ríkissjúkrahúsið, har eg lá í koma í útivið tríggjar mán­ aðir. Um mánaðarskiftið apríl/­mai byrjaði eg so smátt at vita til mín aftur. Hann var síðan fluttu til Føroya, og tá hann varð útskrivaður, byrjaði hørð uppvenjing. Hann fór at renna, sum hann var vanur frammanundan blóðpropp­ inum, og fyri at venja høvdið upp aftur, byrjaði hann at spæla bingo. Hann gavst, tá hann megnaði at spæla við 12­20 plátum uttan trupulleikar. Hetta kláraði hann hóast bert 15 mánaðir vóru lidnir síðan hann varð raktur av heila­ bløðing. Heim til tíðindini Túrurin um Hvalvíksskarð er ikki fremmandur fyri Tummas Joensen. Ein frí­ dag í fjør gekk hann til stutt­ leika alla leiðina av Skála til Vestmanna, umvegis Selatrað, Oyrar, Hvalvík og Hvalvíksskarð, og fekk síðani sonin at koma eftir sær í Vestmanna. Hesin túrurin tók seks tímar. ­ Í sambandi við Útivik­ una fari eg av Skála um 5 tíðina um morgunin, eri í Hvalvík um hálvgum seks tíðina, har eg seti bilin, og eri so á Fossáverkinum um tríkorter til átta tíðina, greið­ ir Tummas Joensen frá. Hann roynir at vera heima aftur á Skála til útvarpstíðindini um seks tíðina um kvøldið. Um dalar og fjøll til arbeiðis 56 ára gamli Tummas Joensen av Skála gongur um dalar og fjøll fyri at koma til arbeiðis, nú Útivika er Fyri 23 árum síðan fekk Tummas Joensen ein blóðpropp, sum legði hann í koma í tríggjar mánaðir. Bert 15 mánaðir at hann var vaknaður, rann hann sum fyrr, og megnaði sum einki at spæla bingo við millum 12-20 plátum