hósdagur 28. mai 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 100 - 28. mai 2009
Um tvær vikur
verður fólkaatkvøða
í Kvívík um, hvørjum
kommunum, kvívík
ingar skulu samstarva
við og borgarstjórin
sigur, at bygdaráðið
fer at lurta eftir fólks
ins vilja
Kommunu
samstarv
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er ongin ivi, at vit fara
at fylgja fólksins vilja.
Hósdagin 11. juni, skulu
kvívíkingar á fólkaatkvøðu
at siga sína hugsan um, hvø-
rja kommunu, Kvívík skal
samstarva við í framtíðini.
Og Dánjal Petur Müller,
borgarstjóri í Kvívík, lovar
longu nú, at bygdaráðið fer
at akta fólksins vilja og at
gera eftir úrslitinum av
atkvøðugreiðsluni.
- Hóast tað er bygdaráðið,
sum tekur formligu avgerð-
ina, er tað greitt, at vit fara
at taka fólkaatkvøðuna til
eftirtektar, sigur hann.
- Gera vit ikki tað, er held-
ur ongin orsøk til at hava
fólkaatkvøðu, leggur hann
afturat.
Tríggjar møguleikar
Í gjárkvøldið var borgara-
fundur í Kvívík um framtíð-
ar samstarv hjá Kvívíkar
Kommunu, har væl av fólki
varð møtt upp og tað tekur
borgarstjórin sum tekin um,
at hetta er ein spurningur,
sum hevur almennan áhuga.
Á fundinum var eisini
Hilmar Høgenni í innlendis-
málaráðnum
komin
at
greiða kvívíkingum frá tí
tekniska partinum av tí,
sum tey skulu taka støðu til
á fólkaatkvøðuni.
Dánjal Petur Müller legg-
ur dent á, at tað, sum kvívik-
ingar skulu taka støðu til, er
ikki at leggja Kvívíkar
Kommunu saman við nakar-
ari aðrari kommunu.
Talan er eina og aleina
um at taka støðu til, hvørja
kommunu, vit skulu sam-
starva við framyvir, sigur
hann.
Tá ið spurningurin er
uppi nú, er tí, at landsstýrið
hevur álagt kvívíkingum at
taka støðu til málið fyri 1.
oktober, annars tekur lands-
stýrið avgerðina einsamalt.
Landsstýrið hevur eisini
gjørt av, at Vestmanna og
Kvívík skulu fara í sama
kommunula samstarv og
kommunurnar báðar fingu
tríggjar kostir í at velja.
Ein møguleiki er at gera
sum vestmenningar og velja
at samstarva við Tórshavnar
Kommunu. Ein annar
møguleiki er at samstarva
við kommunurnar í Sunda-
lagnum og triði møguleikin
er at samstarva við vestur-
økið, sum er Vága Komm-
una og Sørvágur.
Vestmenningar hava longu
tikið støðu til at samstarva
saman við Streymoynni,
sum í veruleikanum merkir
Tórshavnar Kommunu.
Heldur vestur eftir
Hóast vestmenningar longu
hava gjørt av at krøkja seg
upp í Tórshavnar Kommunu,
heldur Dánjal Petur Müller,
at kvívíkingar hava ein veru-
ligan valmøguleika.
- Velja kvívíkingar at sam-
starva við Tórshavnar Kom-
munu, loysir trupulleikin
seg av sær sjálvum. Men
velja teir annan av hinum
møguleikunum, er tað ein
spurningur, sum vit mugu
taka upp við landsstýrið, tá
ið tann støðan fyriliggur.
Sjálvur heldur borgarstjór-
in at tað skilabesta hjá kvívík-
ingum er at samstarva vest-
ureftir við Vágar, heldur enn
við Tórshavnar kommunu.
- Tórshavnar Kommuna
er so stór, at tað er vandi
fyri, at vit drukna í henni.
Velja vit at samstarva vestur-
eftir, eru vit ikki so lítlir í tí
samstarvinum, at vit ikki
fáa eitt orð at siga, heldur
hann.
Hinvegin er hann ikki
fyri, at leggja Kvívíkar
kommunu beinleiðis saman
við aðrari kommunu.
- Eg haldi, at vit eiga at
samstarva fyrst og at vit
eiga at hugsa okkum væl
um, áðrenn vit leggja sam-
an, tí hava vit fyrst lagt
saman, vendst ikki aftur.
Hinvegin ivast hann ikki
í, at hendan fólkatkvøðan
um samstarvsøki, verður
ein forsmakkur upp á,
hvønn veg Kvívíkar Komm-
una skal fara, táið kommun-
urnar skulu leggjast saman.
Og tað verður longu
næsta ár, tí landsstýrið
hevur sett sær fyri at frá 1.
januar í 2011 skal alt landið
verða lagt saman í einar
sjey kommunur.
Í hesum døgum er
felagið fyri alarar í øll
um Evropa í Føroyum
og heldur fund
Í gjár komu alarar úr øllum
Evropa til Føroyar, her teir
skulu hittast at halda fund
hesar næstu dagarnar.
Talan er um felagsskapin
FEAP, ið er felagið fyri
alarar í Evropa, sum nú er
komið til Føroyar og á fundi
í morgin og í ovurmorgin
fara teir at tosa um ymisk
viðurskifti av felags áhuga.
Tað er Havbúnaðarfelag-
ið, sum er vertur fyri fundin,
har alarar úr 19 londum eru
komnir saman.
Ragnar Joensen, sum er
formaður í Havbúnaðarfel-
agnum, sigur, at í dag verð-
ur ferðast runt ymsastaðni í
landinum at hyggja at ali-
brúkum og so verður fund-
ur í morgin og leygardagin.
Hann sigur, at sum so eru
tað ikki nøkur mál, sum
hava serligan týdning fyri
Føroyar,
sum
skulu
umrøðast.
Men kortini fer Havbún-
aðarfelagið at kunna um
føroyska aling.
Og serliga fer Havbúnað-
arfelagið at kunna alararnar
úr hinum londunum um
okkara fiskaheilsuskipan,
sum Ragnar Joensen sigur,
er so góð og framkomin, at
hon saktans kann vera ein
fyrimynd hjá øðrum.
Tað eru mest ES lima-
londini, sum eru umboðaði
í felagnum, men eisini Før-
oyar,
Noreg,
Ísland,
umframt Turkaland, Ungarn
og onnur lond eystanfyri,
sum ikki eru limur í ES, eru
limir í felagnum.
FEAP er ein lobbyfelags-
skapur, sum serliga arbeiðir
við at ávirka ES politikkin
á aliøkinum, bæði í sam-
bandi við sjúkufyribyrging,
umhvørvi og marknaðar-
viðurskifti.
Men felagsskapurin er
eisini við til at seta gongd á
granskingarverkætlanir inn-
an aling.
Alarar úr teimum ymsu
londunum skiftast um at
vera vertur fyri árliga fund-
in og Havbúnaðarfelagið
helt, at vit áttu eisini at
bjóða okkum fram og
sostatt er fundurin í ár hild-
in í Føroyum.
-áki-
Bygdaráðið fer at akta fólksins vilja
Vísa føroyska aling fram fyri øllum Evropa
Kann sendast til Rwanda
Hægstirættur í Svøríki hevur staðfest, at ein maður úr Rwanda,
sum situr í varðhaldi í Svøríki, kann sendast til Rwanda, har
hann er skuldsettur fyri at hava luttikið í fólkadrápinum í 1994.
Maðurin kom til Danmarkar fyri átta árum síðani og hevur búð
har sum flóttamaður. Í juli í fjør var hann í Svøríki, men har
bleiv hann handtikin, tá embætismenn hjá rwandisku
sendistovuni í Stockholm kendu hann aftur. Rwandiska
ákæruvaldið vil vera við, at tann tikni maðurin hevði ábyrgdina
av, at fleiri túsund fólk vórðu myrd nærhendis høvuðsstaðnum
Kigali tann 7. apríl í 1994.
Neyðtóku fangar í Abu Ghraib
Barrack Obama, forseti, sýtir fyri at almannakunngera myndir, sum
sambært einum bretskum blaði vísa, at amerikanskir hermenn
neyðtóku irakskar fangar - bæði menn og kvinnur - í tí tiltikna
fongslinum Abu Ghraib. Blaðið Daily Telegraph hevur tosað við ein
fyrrverandi amerikanskan general, sum hevur skrivað eina
frágreiðing um tað, sum fór fram í fongslinum. Generalurin, Antonio
Taguba, sigur, at innihaldið í frágreiðingini er verri enn tað, sum
higartil er komið fram um viðferðina, sum fangarnir í Abu Ghraib
fingu frá amerikonsku vaktarmonnunum.
Á borgarafundi í Kvívík í gjárkvøldið, greiddur Dánjal Petur Müller, borgarstjóri, høgrumegin
og Hilmar Høgenni úr innlendismálaráðnum, bygdarfólkinum frá, hvørjir møguleikar tey hava.
Sjálvur heldur borgarstjórin, at frægasta loysnin er at fara vestur eftir
Á borgarafundi í Kvívík í
gjárkvøldið, fekk bygdar
fólkið at vita, at tey hava
tríggjar møguleikar og
borgarstjórin sigur við Sosi
alin, at ongin ivi er um, at
bygdaráðið fer at fylgja fólks
ins vilja