hósdagur 28. mai 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
vinnan
Nr. 100 - 28. mai 2009
Sambært kanning
unum hjá løgregluni,
var tað helst ein
sigarett, sum var
orsøkin til, at eldur
kom í húsini í Sig
mundargøtu í Havn
brandur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
- Brunakanningar eru lid-
nar, og mann hevur funnið
fram til, at tað ikki kann
útilokast, at eldurin kyknaði
av eini sigarett, sigur Per
Skov Christensen, kriminal-
politistur.
Løgreglan upplýsir somu-
leiðis, at eldur kyknaði í ein-
um kamari á ovastu hædd-
ini, og eldurin byrjaði helst
í eini song.
Annars hava fólkini í
húsunum greitt frá, at tey
luktaðu royk í hesum kamar-
inum og royndu at sløkkja
eldin við vatni. Hetta megn-
aðu tey ikki, og so festi í
restina av húsunum.
- Vit hava funnið fram til,
at vitnini høvdu søgdu satt,
og nú verður sakin send til
fútan, har støða skal takast
til, um ein av teimum í hús-
unum, skal ákærast fyri at
hava skuldina av eldinum í
ósketni, sigur Per Skov
Christensen.
Eldurin er helst ikki settur
á við vilja, so í ytsta fall er
møguleiki fyri, at ein av
íbúgvunum fær bót.
Sambært løgregluni er stórur møguleiki fyri, at ein sigarett var orsøkin til eldsbrunan við
Skipasmiðjuna
Sigarett brendi húsini
í Sigmundargøtu
Seldu fleiri bløð
Tað vóru tey, sum spáddu, at fólk fóru at keypa færri bløð, nú
tað ber til at fáa tíðindi á heimasíðum á alnótini, men sambært
altjóða blaðfelagsskapinum World Association of Newspapers er
spádómurin ikki gingin út. Í einari frágreiðing, sum er løgd fram
á fundi hjá felagsskapinum, stendur, at blaðsølan vaks 1,3
prosent í fjør. Tað merkir, at hvønn einasta dag í fjør keyptu fólk
og fyritøkur 539 milliónir bløð í meðal. Tann størsti vøksturin
var í Kina, Japan og India, men harafturímóti minkaði sølan í
Evropa og í USA. Frágreiðingin hjá WAN vísir eisini, at bløðini
fingu fimm prosent minni í lýsingainntøkum í fjør enn árið fyri.
Jeltsin fingið bókasavn
Í Russlandi hevur tann politiska leiðslan gjørt av at heiðra
landsins fyrsta forseta, Boris Jeltsin sála, við at ogna minni
hansara eitt nýtt bókasavn í Sankta Pætursborg. Tað var
Dmitrij Medvedev, forseti, sum alment lat bókasavnið upp á
gjár. Á savninum eru 40.000 bøkur og lutir, sum lýsa
russisku søguna frá zartíðini til dagin í dag. Boris Jeltsin er
ikki so avhildin allastaðni í Russlandi, tí nógvir russar
halda, at hann setti ov nógva ferð á nýskipaninar, og at tað
koyrdi nógv fólk út í fátækradømi. Hinvegin verður hann
mettur sum hetja í Ural-økinum, haðani hann var ættaður.
Sambært kanning,
sum ferðslufyritøkan,
Rambøll, hevur gjørt
fyri Tórshavnar
kommunu, er
nóg mikið av
parkeringsplássum
í býnum. Tey verða
bara skeivt umsitin.
Serliga Skálatrøð
og trý onnur
parkeringspláss verða
nevnd, har tað er
nærum ógjørligt at
finna pláss og tí skal
gjald á tey
Parkering
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í dag fer Tórshavnar býráð
at viðgera støðuna við
parkering í býnum, har eitt
uppskot millum annað er at
seta parkometur upp, so
fólk verða noydd at rinda
fyri at seta bilin í miðbýnum.
Hetta samsvarar við kann-
ing, sum Rambøll hevur
gjørt fyri Tórshavnar komm-
unu.
Eitt av úrslitunum av
kanningini er, at langtíðar-
parkeringsplássini gera tað
trupult hjá øðrum at gera
síni ørindi í býnum, tí
størstu
parkeringsplássini
hava onga avmarking. Kann-
ingin sigur beinleiðis, at
klokkan 14 eru 95 til 100
prosent av plássunum á
Skálatrøð, á Frúutrøð, í J.
Paturssonargøtu og á Glaðs-
heyggjum í nýtslu klokkan
14, umframt, at bara eini 13
prosent av plássunum í
innara miðbýnum eru tøk
um somu tíð.
Alt upptikið
13 prosent av parkerings-
plássunum í innara mið-
býnum er ikki nógv, tí tað
svarar til, at bara 20 pláss.
Tí
almennu
parkerings-
plássini eru 732 í tali í inn-
ara miðbýnum.
20 pláss kunnu tykjast at
vera ríkiligt at hava, tá tú
bara nýtir eitt, men trupul-
leikin er, at tað tekur so
langa tíð at finna eitt parker-
ingspláss í miðbýnum.
Í kanningini hjá Rambøll
stendur, at 15 til 20 prosent
av plássunum mugu vera
tøk, so mann ikki hevur ov
nógvan parkeringsleitandi
trafik.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at tey, ið hava tørv á at
gera smá ørindi, ikki hava
møguleika at seta bilin í
miðbýnum, tí plássini eru
upptikin av fólki, sum
standa har allan dagin.
Útum at seta bilin
Tí leggur kanningin hjá
Rambøl upp til, at fleiri tíð-
aravmarkingar verða settar
á parkeringsplássini í innara
miðbýnum, tí fólk plaga at
góðtaka at ganga ein longri
tein, um tey skulu seta bilin
í longri tíð.
Ein niðurstøða í kann-
ingin er, at kommunan hev-
ur
umsitið
parkeringina
skeivt, tí ein stórur partur
av plássunum, ið liggja
heilt væl fyri verða nýtt til
langtíðarparkering. Skála-
trøð er eitt av hesum
økjum.
Rinda fyri parkering
Sum eina møguliga loysn
nevnir kanningin krevja
gjald fyri parkering í hesum
økjum, sum liggja væl fyri.
Tí verður gjald kravt fyri
parkering, so hevur tað við
sær, at fólk parkera í styttri
tíð, og heldur seta bilin
longri úti í býnum, har tað
er ov mikið av plássi, um
fólk skulu seta bilin í longri
tíð.
Soleiðis slepst eisini und-
an óneyðugari parkering.
Tað vil siga, at fólk, sum
ikki hava beinleiðis tørv á
at seta bilin so nær mið-
býnum, heldur seta hann
onkra aðrastaðni.
Viðgera í kvøld
Í kvøld verður parkeringin í
miðbýnum
viðgjørd
á
forfundi í býráðnum. Marin
Katrina Frýdal, forkvinna í
teknisku nevnd, og Heðin
Mortensen,
borgarstjóri,
eru sera heit fyri upp-
skotinum, um at krevja
gjald fyri parkering í fleiri
støðum í Havn, meðan Jan
Christiansen, andstøðulim-
ur heldur minni um upp-
skotið, hóast hann fer at við-
gera tað við opnum sinni.
Í Sosialinum í gjár kom
fram, at tað er møguleiki
fyri, at gjald verður lagt á
longu í 2010. Men at brúk-
ararnir ikki eru so fegnir
um hetta.
Nóg mikið av parkeringsplássum
Sambært kanning, sum Rambøll hevur
gjørt fyri Tórshavnar kommunu, er ov
fá parkeringspláss sum hesi, har tað er
avmarkað, hvussu leingi ein bilur sleppur
at standa
Mynd: Jens Kristian Vang