hósdagur 28. mai 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 100 - 28. mai 2009
Í gjár bjóðaði húsa
nevndin hjá Dansi
frøi til móttøku í
sambandi við, at
felagshúsið, sum bygt
verður millum ítróttar
hallirnar í Gundadali
í Havn, nú stendur
reist. Byggingin
hevur ikki verið nakar
dansur á rósum, segði
formaðurin í byggi
nevndini, Høgni B.
Mikkelsen
Bygging
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Felagshúsið, sum Dansifrøi
letur byggja í Gundadali, er
nú komið so mikið áleiðis,
at húsanevndin í gjár kundi
bjóða
til
reisigildið
á
byggiøkinum.
Væl av fólki var saman
komið, og millum hesi vóru
arbeiðstakarar, arbeiðsfólk,
fólk, sum standa fyri eftir
liti, umboð fyri fíggingar
stovn, umboð fyri Tórshavn
ar býráð og umboð fyri
nevnd og limir í felagnum
Dansifrøi.
Við
móttøkuna
hevði
formaðurin í bygginevndini,
Høgni B. Mikkelsen, eina
frágreiðing um gongdina í
arbeiðnum.
Síðan segði formaðurin í
Dansifrøi, Petur Petersen,
nøkur orð, og at enda bar
formaðurin
í
mentanar
nevndini hjá Tórshavnar
kommunu, Jógvan Arge,
eisini fram eina heilsan og
ynskti felagnum eydnu við
framhaldandi byggingini av
felagshúsinum.
Húsið innilokað
Formaðurin í bygginevndini,
Høgni B. Mikkelsen, ynskti
øllum vælkomnum – um
boðunum fyri Tórshavnar
kommunu,
umboðunum
fyri Eik Banka, ráðgevun
um, Magnusi Hansen &
Una Patursson, arbeiðs
takarunum, Bjarna Poulsen,
timburmeistara
og
Vest
Trading
við
Magnusi
Thomsen, sum hava gjørt
stoypiarbeiði – og øllum
arbeiðsfólkunum, sum hava
verið við í byggingini.
Eg vil eisini ynskja lim
unum í Dansifrøi væl
komunum – og ikki minst
tykkum eldru, sum í sínari
tíð vóru við til at stovna
felagið.
Høgni segði, at nú felagið
kann halda reisigildi, er
hetta ein stór løta fyri limir
nar í Dansifrøi, sum nú eftir
37 árum á baki kunnu
síggja fram til at fáa egin
felagshús til virksemið.
Vit hava eisini eina sam
starvsavtalu við Tórshavnar
kommunu, sum við felags
húsinum tryggjar teimum
ungu í býnum eitt gott
dansistað, segði hann.
Trupulleikar
Formaðurin í bygginevndini
leit aftur á vakra mánadagin,
4. februar 2007, tá táverandi
varaborgarstjórin,
Jógvan
Arge, setti spakan í til
felagshúsið.
Tá bleiv roknað við, at
umleið eitt ár skuldi ganga, til
felagshúsið stóð liðugt, men
tíverri bleiv hetta ikki so.
Høgni vísti á, at byggi
nevndin rendi seg í ymiskar
trupulleikar.
Eftir at grundin partvís
stóð liðug, og smærri broyt
ing skuldi gerast, kravdust
nýggj loyvir. Vit høvdu
fleiri samráðingar við Tórs
havnar býráð, og endin var,
at byggingin kundi takast
uppaftur 28. november í
2008.
Hann segði, at byggi
arbeiði síðan hevur verið
darvað av, at byggingin rendi
seg inn í hægstu vetrartíð, at
bygginevndin varð umskipað
eftir seinasta aðalfund hjá
felagnum – og at fyritreytirnar
fyri
byggingini
broyttust
nógv í vetur.
Høgni segði, at byggi
nevndin eisini noyddist at
gjøgnumganga alla bygg
ingina av nýggjum við
ymisku
arbeiðstakararnar
fyri at finna út av, um hesir
høvdu hug at halda fram og
vildu vera við til at finna
loysnir og sparingar, so
leiðis at verkætlanin kundi
fullførast.
Vit noyddust eisini út at
finna loysnir og tilboð upp
á tey arbeiði, sum ikki vóru
við. Hetta var neyðugt fyri
at kunna fáa eitt fullfíggjað
yvirlit yvir kostnaðin av
felagshúsinum.
Formaðurin
í
byggi
nevndini segði, at eingin
stuðul fekst frá landinum.
Men tíbetur er okkara
býráð altíð við til at stuðla
og hjálpa, eins og Eik Banki
hevur víst sín stóra vilja at
vera við fyri á tann hátt at
menna felagslívið í Tórs
havn fyri teimum yngru og
eldru í býnum.
Høgni segði, at tað hevur
verið alt annað enn ein
dansur á rósum at fáa øll
hesi viðurskifti upp á plásss,
og
fundarvirksemið
við
øllum hesum hevur verið
ómetaliga stórt.
Enn er ikki komið heilt
á mál, legði hann aftrat.
Stórur vilji
Formaðurin í bygginevndini
legði stóran dent á, at allir
arbeiðstakarar og veitarar
hava víst ein ógvuliga
góðan vilja, soleiðis at hetta
byggimál kann loysast.
Eingin arbeiðstakari
hevur enn tikið seg burtur
úr, tó at fyritreytirnar fyri
Felagshúsið hjá
Dansifrøi verður
eitt trivnaðarhús
Í gjár stóð felagshúsið hjá Dansifrøi, sum verður bygt
millum ítróttarhallirnar í Gundadali, reist
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fitt av fólki vóru komin saman seinnapartin í gjár, tá Dansifrøi bjóðaði til reisigildi
Aftur í ár fara ítróttarfólk at ganga
karnivalsgongu í Runavík
Heldur enn at hava vanligu skrúðgonguna leygardagin, hava fyriskipararnir avgjørt
at eyndurtaka hittið frá í fjør við at skipa fyri einari karnevalsgongu áðrenn
stevnan verður sett. Fríggjakvøldið 19. juni, á Eystanstevnu, verður nevniliga ein
stór karnevalsgonga við hundratals fólkið. Í karnevalsgonguni verða ítróttarfólk og
onnur, sum vanliga eru partur av skrúðgonguni. Ítróttarfólkini fara at hava hvørs
sítt ‘show’, og eisini fara fleiri maskottar og annað spennandi at luttaka í gonguni
sum fyriskiparnir ikki vilja avdúka enn.