Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 100 - 28. mai 2009 tíðindi Høgni B. Mikkelsen undir liðini á Magnusi Thomsen og konu hansara. Magnus hevur staðið fyri stoypiarbeiðnum Mynd: Vilmund Jacobsen Dansifrøi bjóðaði bæði etandi og drekkandi, tá felagið skipaði fyri reisigildi á byggiplássinum seinnapartin í gjár Mynd: Vilmund Jacobsen Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, Høgni B. Mikkelsen, formaður í bygginevndini og Petur Petersen, formaður í Dansifrøi Mynd: Vilmund Jacobsen byggingini broyttust nógv, og nógv meira arbeiðsorka mátti til fyri at fáa bygg­ ingina framda innan okkara kostnaðarætlan. Hetta eiga arbeiðstakarar og teirra fólk stóra tøkk fyri. Høgni B. Mikkelsen segði seg vóna, at felagshúsið stendur liðugt um ársskiftið komandi. ­ Gólvini verða nú endaliga stoypt, og húsið uttan eins og planering uttanfyri verður nú gjørt liðugt. Hann segði seg vóna, at hesin parturin av arbeiðnum kann verða liðugur, áðrenn summarfrítíðin hjá arbeiðstakarunum byrjar. ­ Í summarfrítíðini kemur arbeiði partvís at liggja stilt. Eitt trivnaðarhús Høgni B. Mikkelsen segði seg onga løtu ivast í, at felagshúsið hjá Dansifrøi verður eitt satt trivnaðarhús í býnum, bæði fyri yngri og eldri. Hann heitti á limirnar í felagnum um at standa saman. ­ Standa vit saman, ber alt til, legði Høgni B. Mikkelsen, formaður í bygginevndini, aftrat. - Hetta hevur ikki verið nakar dansur á rósum, sum formaðurin í bygginevndini, Høgni B. Mikkelsen, tók til í røðu síni Mynd: Vilmund Jacobsen Ad Libitum hittast aftur – hava konsert á Sejerø leygardagin Orkestrið Ad Libitum, sum hevur hugnað um okkum síðani 1977, hevur staðið spjatt sein­ astu tvey árini. Teir flestu av limunum eru staddir uttanlands í útbúgvingar­ og øðrum ørindum. Men hesa vikuna hittast hesir garvaðu streingjaleikararnir aftur. Finnbogi Johannessen, gittarleikari, býr á Sejerø og hevur boðsent hinum at koma hagar á venjing­ arlegu, sum endar við konsert í SEJERØ KULTURHUS leygardagin 30. mai klokkan 16. Á konsertini verða lættur, klassiskur tónleikur, evergreens og vísuløg. Teir leikandi eru: Tummas Mikal Smith, mandolin, Heðin Thomsen, mandolin og harmoniku, Hans Christian Clementsen, gittar, Finnbogi Johannessen, gittar og Fróði Djurhuus Sandoy, Bass. Kostnaður til konsertina er kr 50,­, tá er kaffi, te og køkur í steðginum íroknað Ættleidd hittast í Havn Við hugna, grill og góðum tónleiki frá Lady Fire, skipar Ættleiðingarfelagið fyri ungdómstiltaki í Miðlagarðinum í Vágsbotni. Endamálið við tiltakinum er at geva ungum ættleiddum møguleikan at møtast og koma at kenna hvønn annan. Hetta er fyrstu ferð Ættleiðingarfelagið skipar fyri tiltaki fyri einans ungum og er setningurin júst hesin, null foreldur og null børn, hetta er fyri ung fólk. ­ So kennir tú teg ungan og er ættleiddur, tak so ein vin við og kom oman í Vágsbotn og heilsa upp á onnur ung komandi mánadag, sigur Ættleiðingarfelagið í tíðindaskrivi. Tiltakið verður mánadagin 1. juni 2009 í Miðlagarðinum og byrjar klokkan 18:00. Tað er ókeypis og til ber at melda seg við at senda mail til post@aettleiding.fo Kiwanis stuðlar tiltakinum