hósdagur 28. mai 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 28. mai 2009
13
Eg loyvi mær at skriva eitt
opið bræv nú eg eri vorðin
sera vónsvikin og tikin á
bóli orsakað av nýligani
avkutaða ferðasambandin
um millum Føroyar og
Skotland.
Eg havi verið og vitja í
Føroyum tríggjar ferðir
síðani 2004, tí eg havi ein
føroyskan vin, ið eg hitti á
universiteti í Skotlandi í
1990 árunum. Hvørja ferð
hava kona mín og eg kent
okkum sera vælkomin hjá
vinum okkara og teirra
familjum og yvirhøvur av
fólki, vit hava hitt ymsa
staðni á oyggjunum. Før
oyar eru veruliga ein av
ókendu skattunum í Europu
og í heiminum yvirhøvur,
og vit hava verið óalmennir
seljarar av ferðum til
Føroyar síðani.
Eg veit ikki hvat flestu
føroyingar halda er besti
mátin at menna føroyska
ferðavinnu, men eg eri vísur
í, at í løtuni eru oyggjarnar
av best goymdu loynidóm
um í Europu. Eingin ivi er
um stórar møguleikar og
potentiali, men tørvur er
veruliga á framhaldandi og
miðvísari marknaðarføring
fyri at fáa fatur á stóra
potentialinum í Stóra
bretlandi. Veruligt knýti og
menning av sambandinum
kann einans henda um eitt
fast ferðasamband, sjóvegis
og loftvegis, er veruleiki.
Kona mín og eg fluttu til
Hetlands í mai í fjør í sam
bandi við at eg skuldi reka
nýggja Tesco supermarkn
aðin, ið just var verksettur/
stovnsettur har. Tesco, ið er
triðstørsta handilsketa í
heiminum, keypti handlar í
Hetlandi, Orkney og Hebrid
unum í mai 2008. Hetland
hevur dagligt ferju samband
við Aberdeen, sum liggur
215 fjórðingar sunnanfyri á
skotsku strondini. Hetta
sambandið verður brúkt
nógv, og er ein avgerðandi
æðr til Stórabretland, bú
skaparliga og sosialt. Het
land hevur eina framsókna
og eldhugaða politiska
leiðslu, ið á virknan hátt
roynir at menna búskapin og
yvirhøvur støðuna hjá íbúgv
unum á oyggjunum. Het
lendingar, ið yvirhøvur
mugu roknast fyri at vera
millum tey mest tilvitaðu í
Bretlandi á umhvørvis og
heilsuøkinum, eru glað fyri
at hava fingið ein modern
aðan handil við dagligum
veitingum av frískum mat
vørum frá meginlandinum.
Hetland hevur avgerandi
tørv á sambandinum við meg
inlandið, soleiðis at fólk
kunnu vitja, knýta bond og
koma aftur til oyggjarnar.
Hetta hevur víst seg at vera
støðan, mong, ið vitja vísa
seg at gerast javnir gestir í
Hetlandi. Tað er serliga við
hesum í huga at eg eri vón
svikin av manglandi reglulig
um sambandi millum Før
oyar, Hetland og Skotland.
Føroyska sambandið við
Danmark er bæði politisk og
søguligt, men hóast hetta
eru nógvar góðar orsøkir til
at styrkja sambandið við
Skotland og harvið restina
av Stórabretlandi. Tað kann
ikki vera skilagott ikki at
vera regluliga knýtt at ein
um búskapi við 60 mió
íbúgvum, ið liggur so tætt
við? Eg vildi hildið at opnar
hurðar til umheimin sum
heild yvirhøvur mátti verið
ein sera strategiskt týdn
ingamikil málsetningur fyri
Føroyar. Opið samband er
fortreyt fyri menning av
landin og tjóð yvirhøvur.
Soleiðis sum eg síggi tað, er
høvuðsavbjóðingin at síggja
fast samband sum ein møgu
leika, heldur enn eina
óynskta útreiðslu.
Orsøkirnar og møguleik
arnir eru fleiri, t.d.:
• Atgongd til Mið og
Suðurevropa gjøgnum
Stórabretland.
• Atgongd til hægri útbúgving.
• Atgongd til størri markn
aðir við vørum og tænast
um, bæði í Stórabretlandi og
restina av Eiropu, bæði við
keypi og sølu í huga.
• Atgongd til undirhald bæði
innan ítrótt, mentan og
ferðavinnu osfr.
Tað er av týdningi at gera
sær greitt, at tað tekur tíð at
menna hetta sambandið. Í
løtuni er tilvitanin um Før
oyar lítil í Bretlandi og eg
vildi hildið, at tilvitanin í
Føroyum um vinnumøgu
leikar í Bretlandi er avmark
að. Yvirhøvur er neyðugt við
munandi og framhaldandi
marknaðarføring, politisk
um samstarvi, knýti av sosial
um bondum og mentanum,
men ein fortreyt má vera, at
eitt fast ferðasamband verður
stovnsett og hildið.
Eitt týdningamikið mál
hjá politikarum og teimum,
ið leggja ætlanir, er at um
hugsa er grundkrøvini til
ferðasambandið. Nú tá Før
oyar eru so smáar, er tað tá
rætt fyrst og fremst at hugsa
um rakstraravkast og vinn
ingsbýti ella eiga sosio
búskaparligir fyrimunir upp
á longri sikt ikki at vera
fremsta raðfesting? Í størri
londum eru altíð fleiri
aktørar, ið kappast um at
reka ferðasamband, soleiðis
er ikki í Føroyum. Tað er
neyðugt at hugsa um møgu
leikarnar at stimbra aðrar
partar av búskapinum og at
síggja ferðasamband sum
ein stimbrandi møguleika,
heldur enn ein kostnað, ið
landið ikki hevur ráð til.
Spurningurin er um møgu
leikar ikki eru fyri sam
starvsskipanum millum
Hetland, Ísland og Føroyar
og møguliga eisini vestur
strondina í Noregi? Hesi øki
hava eisini tørv á ferða
sambandi.
Eg skilji á lagnum at
flogførini ferðast fullsett til
Keypmannahavnar dagliga,
meðan tað sjáldan er fullsett
tá flogið verður til London.
Hetta er ein góð ábending
um sosiala og søguliga
sambandið við Danmark.
Man tað vera skeivt at siga
at Føroyar síggja umheimin
umvegis Danmark í breiðari
merking? Tað eigur heilt
víst at gagna Føroyum upp á
longri sigt, at víðka
sjónarringin.
Seinast eg var í Føroyum,
segði ein føroyskur fótbólts
áskoðari við meg, at vit eru
brøður, so tit kunnu ímynda
tykkum, at eg eri vónsvikin,
nú eg eri nærri enn
nakrantíð við mínar
føroysku vinir fyri norðan,
men samstundis longri
burtur enn nakrantíð.
Eg eri vísur í at ein nógv
størri eftirspurningur menn
ist við tíðini um lagt verður
til brots við munadyggari
marknaðarføring og realist
iskum ferðakostnaðum hjá
teimum ferðandi. Við tíðini
eigur marknaðurin at menn
ast soleiðis at rakstrarverd
ugar ferðalinjur kunnu vera
riknar bæði á ferðafólka og
farmaøkinum til gagns fyri
framtíðar flutningsveitarar.
Góðu politikarar, vinnulívsfólk og ikki minst fólkið í Føroyum
SM Lerwick 5760
Paul Clelland
24.05.2009 ringdi Postverk
Føroya til foreldur míni fyri at
siga, at um tey framyvir vildu
hava post, máttu tey heinta
hann á Posthúsinum á
Óðinshædd, og at onkur brøv
longu vóru farin retur harí
millum telefonrokningin.
Mamma mín, sum er 81 ár,
skilti einki, ringdi ólukkulig
til mín og visti ikki hvat og
hvussu. Hon hevði skilt tað
sum um húsanummarið
skuldi standa á garðinum,
men skilti annars ikki, hvat
daman á posthúsinum meinti
við.
Eg ringi til posthúsið fyri
at kanna, hvat alt hetta snúði
seg um, veit at tað kann
ikki vera tað, at postkassin
er ov langt burtur frá vegn
um. Eg tosi við eina ógvu
liga fryntliga damu, sum
greiðir mær frá, at tey eru
farin at ”stramma upp” og
vilja hava øll at seta nøvn á
postkassan. Er tað ikki
óluksáliga fýrakantað at
senda brøv retur? Hvat við
at postboðið hevði ein navna
seðil við til hesi eldru
fólkini, ístaðin fyri at senda
postin retur. Eg meini so við
foreldur míni havt henda
bústaðin síðani 1962 og eru
bæði yvir 80 ár.
Í hugaheiminum hjá teim
eldru kann hetta fylla og
oyðileggja fleiri dagar tey
hava livað í eina aðrari tíð
og skilja ikki altíð alt hett
nýggja. Um eg ikki hevði
ringt og kannað málið, so
hevði telefonin ivaleyst
eisini verið slitin. Soleiðis
kann man ikki fara við eldri
fólki hvar eru 'innlivingar
evnini', sunn fornuft, med
menniskjaligheit og líknandi
hjá ábyrgdarhavandi á
posthúsinum?
Løgið at slíkt kann koma
fyri ....
Jóna
Mortensen
Nú hevur man livað eitt
langt lív, og eitt sindur
hevur lívið lært ein. Tíðirnar
í dag eru ógvuliga nógv
broyttar frá tí tíðini, tá ið eg
var smádrongur og ungur.
Tær eru broyttar í allar
mátar. Til dømis tann stóra
broytingin frá slupptíðini til
tann nýmótans fiskiflotan,
vit hava í dag og tað, sum
tað hevur ført við sær. Eisini
er teknologiin ekspanderað
ómetaliga, og við hesum er
so mangt broytt.
Summar broytingar hava
bara góðar avleiðingar við
sær, kann man nokk siga, t.
d. tann við fiskiflotanum.
Aðrar broytingar hava baði
góðar og ringar fylgjur.
Knívurin var ein góð upp
finning, nær ið nú hann var
uppfunnin, men hvussu
hevur hann ikki verið brúkt
ur eisini til tað ringa.
Eitt sum er ómetaliga
nógv broytt í mínari tíð, er
hvat ið sømir seg. Fyrr vóru
mørk. Hesi mørk, hildu okk
um øllum innanfyri nakrar
rammur, sum vóru skilagóð
ar. Hesi mørk ella lógir vóru
bygdar á tær heilagu skrift
irnar, og tryggjaðu okkum
at skil var á tingunum, so at
óskil ikki valdaði.
Hetta er broytt nú. Tað eru
nærsagt eingi mørk fyri,
hvat okkara tíðindabløð
loyva at koma á teirra síður.
Kringvarpið, serliga sjón
varpið hevur gingið á odda
við at vísa fram alment, tað
sum ósømiligt er nú í mong
ár. Onkur sigur kanska, at
tað kann gera tað sama, tí
teknologiin hevur gjørt tað
møguligt, at fólk kunnu bara
fara inn á netverkið, so hava
tey møguleika fyri at síggja
alt tað, sum er at síggja.
Hatta er kanska rætt fyri ein
part, men sjónvarpið var tað
sum byrjaði hetta óskilið,
langt áðrenn internetið kom.
Tað var ikki roynt at nýta
“knivin” bert til tað góða,
men allur útlenskur lortur
hevur verið sendur inn í
stovur okkara til óbótaligan
skaða fyri okkara ungu.
Summi verja hetta við at
siga, at hetta er lívið. Men
hugsa tær til, um vit í øllum
lutum, sum hava við lívið at
gera, hugsaðu so. Um vit
gjørdu ting, sum annars eru
náttúrlig og fult lóglig, ja
neyðug, men gjørdu tað
alment, so hevði løgreglan
fyri tað fyrsta skjótt komið
eftir okkum, og øll sum
kenna okkum høvdu hildið,
at vit ikki vóru rættsiktað
longur, men gingin frá
vitinum.
Men tá ið tað kemur til
filmsheimin, er alt loyviligt
halda hesi, sum bryggja
hetta saman, og tey sum
metta girndir sínar við tí
uttan at hugsa um, at hendan
siðspillan er drepandi fyri
ættarliðið, sum veksur upp.
Nei vit kunnu ikki verja
okkara skeivu gerðir við
slíkum. Sumt er, sum ikki er
sømuligt. Men, sum eg
longu havi nevnt, gomlu
góðu mørkini eru niður
traðkað av girndum menn
iskjans eftir tí, sum spenn
andi er fyri hetta av náttúruni
spilta hold okkara. Girndin
at tjena pening hevur gjørt,
at menniskju finna uppá alt
skitt fyri at hava eina spenn
andi søgu ella film, sum
selur. At tað brýtur niður tað,
sum gott er og koyrir onnur
menniskju út í óføri, verður
ikki spurt um.
Tað ringasta er tað, at
menniskju trúgva, at tey eru
á beinari leið, tí vit liva í ein
“kristnum landi” . Tey halda
at tey eru gudsbørn. Vit
trúgva jú á sama Gud, verð
ur sagt, men ansa tær hvat
tað er, tú trýrt, eru syndirnar
ikki reinsaðar burtur við
blóði Jesusar, og ein nýggj
lívsførsla byrjað, so ert tú
illa staddur. Tú kemur ikki
inn í Himmalin við tíni
synd, tað er ómøguligt.
Men aftur til tað, sum eg
hugleiddi um viðvíkjandi
tíðini. Eftir sum tær heilagu
skriftirnar siga okkum,
skulu vit ikki vænta nakað
gott av hesum heimi. Hann
liggur í tí illa, stendur skriv
að. Syndin hevur valdað, alt
síðan menniskjan fall fyrstu
ferð. Og øll eru vit fallin,
eingin av okkum kann siga
seg reinan, tað vita vit. Men
vit síggja út av orði Guds, at
tá ið menniskja fer at for
svara tað, sum er skeivt og
alment stíga fram og fara út
um øll mørk, tá er tað ser
liga vandamikið og hóttafall
er. Skriftin kallar tað at fylla
syndamálið. 1. Mós. 15,16.
Avleiðingarnar av hesum
síggja vit í fleiri støðum í
skriftunum, t.d. eru Sodoma
og Gomorra vælkendir fyri
hetta. Jesus nevnir hetta, tá
ið hann talar um endatíðina,
Luk. 17,28, og sigur at, sum
tað var tá, soleiðis skal tað
vera tá ið hann opinberast.
Sostatt liva vit í seinastu
tíðum. Jesus talar um tað,
sum skal henda, og líknar
tað við føðingarverkir. Tað er
profeterað av Jesusi sjálvum,
at hesar tíðir skuldu koma.
Ein av verkjunum, sum hann
nevnir, er jarðsjálvtar, tað er
nakað, sum vit hoyra um til
dagligt. Vit vita, at tá ið
verkir koma á barnakonu, so
er tíðin komin hjá henni at
eiga. Soleiðis er eisini her,
vit ganga móti endanum.
Tíðin er komin, at Jesus fer
at opinberast, sum skrivað
stendur. Heimurin, serliga
vesturheimurin er við at fylla
syndamálið. Í samband við
verkirnar so talar tað, sum
hendir í miðeystri ómetaliga
sterkt til okkara eisini. Tað er
tí umráðandi hjá tí vantrúgv
andi at venda sær til Jesus
Kristus og fáa syndirnar
fyrigivnar, áðrenn tað verður
ovseint. Tann trúgvandi eigur
at vakna upp úr svøvni og
gera seg til reiðar at møta
frelsara sínum.
Hetta at mørkini falla hev
ur vissuliga við óndskap
arans andaherð í himmal
rúminum at gera. Antikrist
us verður kallaður hin lóg
leysi, 2. Tessalonikabræv
2,8 hann skal standa fram
á seinastu døgum, og hann
er sendisveinur Djevulsins.
Álvarsamt.
Tá ið Jesus var upprisin
frá deyðum, sendi hann
ápostlarnar út at prædika
umvending og syndafyri
geving fyri øllum fólka
sløgum. Lít ikki á at ein og
hvør er sáligur í sínari trúgv.
Men ver vísur í, at tú ert
føddur av nýgggjum, og at
tað sum tú hvílir á, er full
gjørda verk Guds í Jesus
Kristusi.
Hugleiðingar um lívið
riChard
danielsen
Til Postver Føroya - Hugsi tykkum um!
viðmerkingar