Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 100 - 28. mai 2009 Føroyar og Danmark hava í dag brúkt sín vetorætt móti, at landgrunsnevnd Sameindu Tjóða viðger bretsku og írsku krøvini til Føroyaháslættan. Hetta hendi í dag, tá ið fráboðan varð handað aðalskrivara Sameindu Tjóða. MARKNAMÁL Jan Müller jan@sosialurin.fo Fýra partar, Føroyar, Ísland, Bretland og Írland, hava ytri landgrunskrøv til Før­ oyaháslættan sunnanfyri Føroyar uttanfyri 200 fjórð­ ingar. Hin 31. mars 2009 lótu bretar og írar krøv síni til hetta økið inn til land­ grunsnevnd Sameindu Tjóða at viðgera. Um krøvini hjá Bretlandi og Írlandi verða viðgjørd, áðrenn okkara krøv eru lat­ in inn og viðgjørd, er vandi fyri, at henda viðgerð kann ávirka komandi viðgerðina av okkara krøvum, sum skulu vera latin inn í sein­ asta lagi í 2014. Sambært havrættarsátt­ málanum, og sínum egnu mannagongdarreglum, skal landgrunsnevndin ikki við­ gera kravið frá einum strand­ arlandi, um onnur strandar­ lond við umskarandi krøv­ um ikki loyva hesum. Á fundi millum uttanríkis­ ráðharrarnar Jørgen Nicla­ sen og Per Stig Møller var semja um, at viðgerðin av bretsku og írsku krøvunum kann undandøma komandi viðgerðina av føroysku/ donsku krøvunum. Tískil samdust Jørgen Niclasen og Per Stig Møller um at nýta vetorættin. Tað merkir, at landgrunsnevndin kann ikki viðgera bretsku og írsku krøvini, fyrr enn loyvi verður givið til tess. Síðan havrættarsáttmálin varð settur í gildi, hevur einki land enn nýtt veto­ rættin. Jørgen Niclasen, utt­ anríkisráðharri, er tó sann­ førdur um, at tað í hesum føri var neyðugt at nýta vetorættin fyri at tryggja eina rættvísa viðgerð av før­ oysku krøvunum. Bakstøði Í 1985 kannaðu Føroyar/ Danmark sær við sonevndu “designeringini”, eitt stórt havbotnsøki á Føroyahá­ slættanum í útsynning úr Føroyum, út á grunnarnar kring Hatton og Rockall. Hetta varð gjørt fyri at gera vart við føroysku/donsku fatanina av rættinum til økið, ikki minst við atliti at áður gjørdum bretskum og írskum designeringum. Ísland váttaði sítt krav við eini designering beint eftir teirri føroysku. Sostatt er talan vorðin um krøv, sum umskarast og eru sínámill­ um partvís ósambærilig Havrættarsáttmálin hjá ST frá 1982 ásetur 200 fjórð­ ingar sum tað mesta, ið øll strandarlond kunnu kanna sær av landgrunni, men letur samstundis upp fyri tí møgu­ leika, at landgrunnurin kann røkka longur út, um við­ komandi strandarland yvir fyri landgrunsnevnd Sam­ eindu Tjóða, við vísinda­ ligum grundgevingum, skjal­ prógvar rættin til økið. Hinvegin tekur landgruns­ nevnd Sameindu Tjóða ikki støðu til, hvussu býtast skal millum fleiri strandarlond, sum hava fullgóð umskar­ andi krøv, men letur upp fyri tí møguleika, at fleiri lond kunnu leggja fram krøv saman. Veto ímóti viðgerð av bretskum og írskum krøvum til Føroyaháslættan Danski og føroyski uttanríkismálaráðharrarnir