hósdagur 28. mai 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 28. mai 2009
15
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kristian Joensen, van
liga nevndur Kidda uppi
á Lakju, Toftir, andaðist
mikunáttina á Lands
sjúkrahúsinum, 88 ára
gamal.
Kistan við Hildigerð
Hansen í Garðinum,
Klaksvík, fer úr kapell
inum
á
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi hósdagin kl.
18. Jarðarferðin verður
úr Betesda fríggjadagin
kl. 13:30. Tey, ið vilja
minnast Hildigerð kunnu
lata Javna eina peninga
gávu. Konta í pen
ingastovnunum.
Ása Fríða Magnhild
Midjord, fødd Petersen,
ættað úr Svínoy, búsit
andi á Tvøroyri, andað
ist á Suðuroyar sjúkra
húsi 26. mai, 69 ára
gomul.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
28. mai. Vilhjálmur, deyður í 812. Hertogi í Gascogne
í Fraklandi. Var ein av kempunum hjá Karlamagnusi
keisara. Tað er um hann, at Sjóvarbóndin yrkti kvæðið
Viljorm Kornus. Hann fór í kleystrið inn at bøta sínar
syndir. Seinni legði hann út aftur í herstríð, men halgi
søgan sigur, at hann á gamalsaldri aftur fór í kleystrið,
sum hann sjálvur hevði grundað. Upprunaliga týskt
navn, sum merkir vilji og hjálmur.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum
við gávum, brøvum, telefonsamtalum
og á annan hátt gjørdu mær 80 ára
føðingardagin 13. mai so hugnaligan.
Kærar heilsanir
Hilda Peters, England
Leygardagin 23. mai 2009
høvdu nakrir gamlir floks
felagar sett hvørjum øðrum
stevnu.
Talan var um tey, sum í
1958 fóru í fyrsta flokk í
Nonnuskúlanum í Havn, og
nøkur sum seinni komu at
ganga saman við hesum.
Hetta var fyrstu ferð síðan
farið varð úr skúlanum, at
hesi fólk savnaðust aftur.
Meira enn 80 næmingar
byrjaðu í 1958 í 1 a og 1 b,
so tað skuldi stórt leitingar
arbeiði til at finna hesi aft
ur. Tað eydnaðist at samla
43 av teimum leygardagin.
Onkur komu langvegis
frá, tann sum hevði ferðast
longst kom úr Canada,
annars komu fólk úr Norra,
Danmark, Íslandi og úr
øllum Føroyum.
Gomlu næmingarnir vóru
saman meginpartin av leyg
ardegnum. Fyrst í skúlanum,
har leitað var aftur á gamlar
slóðir og minni vóru vakt,
síðan í Mariukirkjuni, har
framsýning var av lutum
frá skúlatíðini og tíð var til
kaffi og prát, og seinni á
Hotel Tórshavn um kvøldið
til ein góðan bita.
-red
50 ár síðan fyrsta flokk
Luttakararnir sum savnaðust 50 ár eftir at tey fóru í fyrsta flokk: Helga Jacobsen, Hedvig Poulsen, Eleina Mikkelsen, Maria á Dul
(Gregersen), Magdalena Næs, Aivi í Pætursastovu (Hansen), Eyðbjørg Nilsson (Olsen), Katrin Sørensen, Ása Bech (Hansen),
Marita H. Arge, Brynhild Mohr, Carita Bjørklund, Elsa Mortensen (Bærentsen), Beinta í Jákupsstovu, Elin Ólavsdóttir, Gunnleyg
M. Arge, Birgit Arge, Kaja Johannesen (Hammer), Tove Bech, Annlis Simonsen, Petra Erlingsdóttir (Hansen), Eydna Hansen,
Sólvá Michelsen, Robert Vilhelmsen, Torkil Kjærbæk, Eirikur Ó. Simonsen, Jógvan í Dávastovu, Eyðun Ellendersen, Dánjal
Norðfoss, Høgni Højgaard, Jógvan Waagstein, Leif Due Sørensen, Lutherus Hansen, Kemm Poulsen, Jakob Feilberg, Gunnar
Rubeksen, Ellindur Danielsen, Óli Lindenskov, Mikkjal Dánjalson, Heðin Klein, Høgni Reinert, Johan Egholm og Eileen
Simonsen. Esther undir Varða vantar á myndini
Tey bæði ísraelsku vina
feløgini, Ísraelsfelagið og
Vinir Ísraels, verða nú løgd
saman í eitt felag.
Stovnandi aðalfundur av
nýggjum felag verður á
Hotel Hafnia hóskvøldið
28. mai 2009 kl. 20.
Felagið fær nýtt navn og
við meira enn 300 limum
verður nýggja felagið mun
andi sterkari.
Nýggja
felagið
hevur
sama endamál og byggir á
kristiligt grundstøði við
áherðslu á bókstavliga tulk
ing av Bíbliuni og virkar
fyri at upplýsa um bíbilska
grundstøðið undir zionismu
og tilverurætti Ísraels sum
tjóð og land.
Felagið fer eisini at virka
fyri røttum tíðindaflutningi
um Ísrael og jødarnar og fer
at eggja til bøn fyri Jerúsa
lem og fólkinum har. Eisini
fer felagið, eftir førimuni,
at veita fíggjarliga hjálp til
Ísraels, og at virka fyri góð
um samstarvi millum Før
oyar og Ísrael og góðum
grannalagi millum londini í
Miðeystri. Í framtíðini verð
ur meira at lesa á heimasíðu
felagsins: www.shalom.fo
Øll, sum taka undir við
endamáli felagsins, kunnu
gerast limir; eisini stovnar
og virki, og fyrireikararnir
vóna at mong koma til
stovnandi
aðalfundin
á
Hafnia
hóskvøldið,
har
nýggir limir eisini kunnu
tekna seg. Ísrael tørvar vinir
nú, sum ongantíð áður, verð
ur sagt í tíðindaskrivi frá
feløgunum.
Ísraelsfeløgini leggja saman
Laurensa Nielsen
Strendur
andaðist á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi
týsdagin 26. mai, 94 ára gomul.
Kistan fer av Ellis- og Røktarheiminum
fríggjakvøldið kl 19.00.
Jarðarferðin verður leygardagin 30. mai kl 13.00
úr Sjóvar Kirkju
Vegna tey avvarðandi
Niels Jacob T.
Í staðin fyri blómur og krans kann peningurin latast til Eysturoyar
Ellis- og Røktarheim, konta í peningastovnunum.