Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 100 - 28. mai 2009 Petur Mohr Reinert sigur, at framsýnarar lata sera væl at umstøð­­unum í báð­­­ um tjøld­unum í Gund­ad­ali, nú stóra fiskivinnustevnan hevur lagt fyrsta d­agin av trimum afturum í øllum góð­­­ um. – Fólk eru eisini sera fegin um, at fram­ sýningin liggur nærri mið­­býnum í Havn, og at parkeringsvið­­ur­ skiftini í Gund­ad­ali eru so góð­­, sum tey eru, sigur fyriskiparin Fish Expo FaroEs Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stóra fiskivinnustevnan Fish Expo Faroes 2009, sum verður hildin í Gundadali, hevur nú lagt sín fyrsta dag afturum. Stevnan, sum læt upp í gjáramorgunin klokkan 10 og var opin til klokkan 17 í gjár, er aftur opin somu tíð í dag. Í morgin letur hon uppaftur klokkan 10, og klokkan 16 í morgin lata tjaldhurðarnar aftur, og tá er liðugt á hesum sinni. Røttu fólkini Petur Mohr Reinert, sum er ein av fyriskiparunum, sigur, at dagurin í gjár gekk væl. - Vit kundu hugsað okk- um, at uppaftur fleiri fólk vitjaðu stevnuna, men hinvegin kunnu vit stað- festa, at tað vóru tey “røttu” fólkini, sum vitjaðu. Fyriskiparin sigur seg ikki hava neyva talið yvir vitjandi í gjár, tí skráset- ingarskipanin “kiksaði” eitt lítið sindur við uppteljing- ini, men væl av fólki var inni á gólvinum, tó at hann kundi ynskt sær, at talið var enn størri. - Vit høvdu sett nøsina upp ímóti, at eini 10.000 fólk vitjaðu stevnuna hesar tríggjar dagarnar, men tað er heldur eingin vanlukka, um endaliga talið verður nakað minni. Petur Mohr Reinert vísir á, at fyri framsýnararnar er mest avgerandi, at tað eru tey røttu fólkini, sum vitja básarnar – og ikki neyð- turviliga talið av vitjandi. - Afturmeldingarnar eru sera góðar, og framsýnarar eru væl nøgdir við tær vitjanir, sum vóru í gjár. Fyriskiparin sigur seg vóna, at nógv fólk fara koma á gátt í dag og í morgin, tí tað hevur jú eisini sína “sjarmu”, at fólk hittast til prát á gólvinum og inni á básum, tó at øll ikki eru potentiellir kundar á eini slíkari framsýning. - Eg kann hugsa mær, at tíðirnar hava við sær, at summi, sum áður bara komu á slíkar framsýningar at spáka eina løtu, kanska aftra seg við at brúka pening upp á hetta í dag. Hinvegin heldur eingin seg aftur, sum veruliga hevur áhuga í at síggja alt tað fjølbroytni, sum stevnan í veruleikanum hevur at bjóða, leggur hann aftrat. Nú er sum nevnt fyrsti framsýningardagurin lagdur aftur um. Annars kundu atgongumerki keypast fyri 300 krónur fyri allar dagarnar. - Nú kostar atgongumerki 150 krónur fyri hvønn dag, ið eftir er, sigur fyriskiparin. Góðar umstøður Petur Mohr Reinert sigur, at afturmeldingarnar frá framsýnarum yvir umstøð- urnar í tjøldunum eru sera positivar. - Hetta eru nýggj tjøld. Tey eru rein og nosslig, og umstøðurnar hjá bæði framsýnarum og vitjandi eru góðar. Fyriskiparin sigur, at útlendsku gestirnir, sum tilsamans helst telja nøkur hundrað, eisini eru sera fegnir um, at fiskivinnu- stevnan nú liggur nærri miðbýnum. - Hetta halda tey hevur nógvar fyrimunir við tað, at gangast kann bæði til framsýningarøkið og útaftur í býin. Petur Mohr Reinert sigur, at tá hann í morgun var á veg í Gundadal, sá hann ikki so fáar útlendingar, sum vóru á veg til fram- sýningina – til gongu. - Og tað hevur jú eisini sínar fyrimunir, at fólk ikki neyðturviliga noyðast at flyta seg fram og aftur í bili, leggur hann aftrat. Alt bookað Petur Mohr Reinert sigur, at tilsamans áttati fram- sýningarbásar eru í báðum tjøldunum í Gundadali. - Á summum básum er meira enn ein framsýnari, umframt at fleiri fram- sýnarar umboða fleiri vørur ella tænastur. Hann heldur, at eitt líkinda tal yvir útbjóðarar á Fish Expo Faroes 2009 man liggja um 150. - So, her er rættiliga nógv at síggja, og vit vóna, at nógv fólk koma niðan í Gundadal í dag og í morgin. Tað hevur sjálvsagt eisini sín týdning, at vit sum fyriskiparar kunnu vísa á eitt hampiliga stórt tal av vitjandi, tá fiskivinnu- stevnan er av, sigur Petur Mohr Reinert. Øll hotellir og gistingar- hús í Havn eru fult bookað, nú fiskivinnustevnan verður hildin. Góðir karmar Sosialurin hevur skilt, at framsýnarar ikki minst eru sera væl nøgdir við, at tíðarætlanir hava hildið – og at fyriskipararnir hava megnað at hildið tað, sum lovað varð teimum framm- anundan. - Vit hava lagt stóran dent á at skapa so góðar karmar sum gjørligt, bæði fyri framsýnarar og fyri viðskiftafólkini, sigur Petur Mohr Reinert, sum eitt nú hevur havt Húsavarnatæn- astuna at hjálpa til við tjøldunum, Hanus Jensen at hjálpa til við básum – og næmingar at hjálpa til við parkeringsskipan og í móttøku. Parkeringsviðurskiftini í Gundadali eru sera góð og fólk, sum vitja á Fish Expo Faroes 2009, hava ongan trupulleika at sleppa av við bilin nærindis framsýning- arøkinum. Framsýnarar eru sera væl nøgdir við Fish Expo Faroes Kórið Glymur 25 ár Í ár kann sangkórið Glymur hátíðarhalda sín 25 ára føðingardag. Hetta verður gjørt við eini konsert í Mullers pakkhúsi leygardagin 30.mai klokkan 16.00. Skráin er fjølbroytt við bæði kendum og nýggjum føroyskum sangum, umframt teimum norðurlendsku og ensku vit syngja. Glymur hoyrir undir kvøldskúlaskipanina hjá Tórshavnar Kommunu og varð stovnað í 1974. Fyrsti kórleiðari var Sunleif Rasmussen. Nógvir góðir kórleiðarar hava stjórnað kórinum hesi mongu ár –allir menn-, men hetta seinasta árið hava vit havt ta gleði, at kórið hevur verið stjórnað av eini kvinnu: Ingun Hentze. Sangurin er frítíðarítriv og sálarbót. Glymur er samansett av fólki, sum kemur allastaðni frá í samfelagnum. Um tú ert flakakvinna ella yvirlækni, bankafólk ella droymari hevur einki at siga. Vit hava bara øll tað felags, at vit elska at syngja. Lívsgleðin er í hásæti, so har er eingin kapping, men nógvur látur og hugni. Vit venja eina ferð um vikuna og hava tvær konsertir um árið. Glymur hevur verið úti í heimi og hildið konsertir nakrar ferðir hesi 25 árini. Vit hava m.a. verið í Danmark, Íslandi, Álandi, Grønlandi, Hetlandi og Bulgaria. Har hava vit eisini sungið saman við kórum úr londunum, vit vitj- aðu. Tað hevur givið ógloymandi góð minni og myndir. Eisini hava vit havt vitjanir av kórum uttaneftir. Glymur hevur útgivið tvær fløgur. Konsertin verður sum nevnt leygardagin kl.16.00. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar,