Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stóra summarkappingin hjá Sosialinum Send inn og vinn nógvar flottar vinningar Summarkappingin '09 Vinn ferðaseðlar Tel 34 10 00 atlantic.fo Melda teg til Club Atlantic og og fá sertilboð sendandi við telduposti Øll, sum tekna seg, eru við í lutaksti hvønn mánað um eina ferð aftur og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Melda til á: www.atlantic.fo Perlan telist mill um mongu góðu matar­ støð ini í Reykjavík. Men fram um alt er tað arketektoniska list in og útsýnið, sum hava brandað mat­ stovu na sum nakað heilt serligt Síðani hon varð bygd í 1991, hevur Perl an staðið sum ein varði yvir Reyk ja vík. Lokalu íbúgvarnir nýta fegn ir staðið, tá okkurt serligt er á vási, og fyri útlendsku ferðafólkini, sum leggja leiðina til Íslands, er mat stov an eitt must á vegnum. Ikki minst fyri at hava eina mynd, sum kann vísast fyri vinum og kenningum eft ir heimkomuna. Ikki fyri at undirmeta matin, sum er at fáa staðnum. Tí talan er veru­ liga um góðar máltíðir. Men tað er fyrst og fremst visuelli parturin av upp liv ing ini, sum er nakað serligt við Perlu ni. Staðsetingin á heygnum, sum ligg ur skamt frá flogvøllinum er í sjálv um sær serlig. Her er gott útsýni yvir allan býin, og landslagið mest sum leggur upp til, at her skuldi ein ser stak ur varði byggjast. Sjálv matarstovan er ovari parturin av eini hálvkúlu, sum hvílir á fýra risa­ stórum súlum. Í alumunium og glasi gevur kúlan eitt frálíkt útsýni yvir býin, og hetta útsýnið er fyri allar gestir nar. Eitt útsýni, sum er fyri øll, tá gólvið hjá gestunum spakuliga melur runt, soleiðis at gestirnir um­ framt matin fáa eina sanna pano­ ra ma ­uppliving yvir Reykjavíkar bý, með an etið verður. Hóast matstovan við framúr brand ing ini telist millum tær dýraru í Reykjavík, so er hon framvegis ikki dýrari, enn gott er. Serliga ikki, tá lági kursurin á íslendsku krónuni verð ur íroknaður. Soleiðis kann ein mál tíð við fýra rættum umframt víni fáast fyri ein lítlan 500­krónuseðil, og tað er nú slettis ikki so galið í dag sins europiska samfelag. Og er pengapungurin ella tíð in ikki til tí heilt rúgvusmiklu restaura­ tión s vitjanina, so er eisini ein góð cafe ter ia í Perluni. Tá fæst roterandi gólv ið ikki við í keypinum, men hóast talan tá er um uppliving í niðara parti num av hálvkúluni, so er útsýnið framvegis framúr. Eyguni fáa eisini sítt Ísland Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við glas- og aluminiumskúluni hvílandi á fýra risastórum súlum er Perlan eisini nakað serstakt uttanífrá Eisini innan er talan um framúr vakran arkitektur. Myndin her er tikin av gólvinum í forhøllini Í top-5 Enska blaðið, the Indipendent, hevur sett Perluna í Reykja vík á listan yvir 5 tær bestu “top-floor” mat- stovur nar í heiminum. Her er Perlan í fínum selskapi við the Portrait Resturant í London, Sirrocco í Bangkok, Tower Top í Zanzibar og Maison Blanche í Paris Vika 22: Leiðin til Reykjavíkar 8 síður við spenn­ andi tilfarið um summar