hósdagur 28. mai 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 28. mai 2009
Fýra eykafólk í býráðið
Ikki færri enn fýra fólk biðja í kvøld um farloyvi frá býráðsarbeiðnum, og tí koma fýra
nýggj inn komandi tíðina. Elin Lindenskov, Levi Mørk, Vagnur Johannesen og Sjúrður
Olsen biðja í kvøld um at verða loyst av í býráðnum í meiri enn 14 dagar. Í teirra stað
koma Ingrid Henriksen, Sjúrður Johannesen, Inga Dahl og Gunnar Mohr. Fyrsta
uppgávan hjá hesum fýra nýggju og restini av býráðnum verður at viðgera eina
eykajáttan til Hoyvíkar skúla áljóðandi 459.000 krónur, sum skulu nýtast til
stovningargjald av trimum nýggjum áttanda flokkum.
- Dagurin í gjár gekk væl. Vit kundu hugsað okkum, at
uppaftur fleiri fólk vitjaðu stevnuna, men hinvegin kunnu vit
staðfesta, at tað vóru tey “røttu” fólkini, sum vitjaðu, sigur
Petur Mohr Reinert, fyriskipari
Mynd: Jens Kr. Van
- Afturmeldingarnar frá framsýnarum yvir umstøðurnar í tjøldunum og plaseringina í Gundadali eru sera positivar, sigur Petur Mohr Reinert
Mynd: Magnus Gunnarsson
Fyri framsýna
rarnar er mest
avgerandi, at
tað eru tey røttu
fólkini, sum
vitja básarnar
– og ikki neyð
turviliga talið
av vitjandi
Mynd: Magnus
Gunnarsson
tíðindi
25