Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 100 - 28. mai 2009 lýsingar Fólkaatkvøðu viðvíkjandi “ændring af tronfølgeloven” tann 7. Juni 2009 Fólkaatkvøðan viðvíkjandi “ændring av tronfølge­ loven” verður í Ungmannafelagshúsinum Virkinum á Sandi. Atkvøðutíðin verður: Kl. 09.00­20.00 ella soleingi veljarar møta uttan steðg, og tá ið valið verður lýst liðugt. Brævatkvøður: Veljarar í Sands kommunu, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 5. juni 2009. Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 361034 í seinasta lagi 4. juni 2009 kl. 13.00. Grundlógardagin 5. juni 2009 hevur kommunu­ skrivstovan opið frá kl. 9.00 til 11.00 Valkort: Við hesum verður gjørt kunnugt, at til fólkaatkvøðuna viðvíkjandi “ændring af tronfølgeloven” tann 7. juni 2009, verða valkort send øllum veljarum í kommununi. Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni (tlf. 361034 ) frá í seinasta lagi 4. juni 2009. Sandur, 26. Mai 2009 Mørkin Mikla 3 | | FO­210 Sandur | Tlf. 361034 | www.sandur.fo Bilur til sølu Opel Zafira 1.8 vøruvognur. Árg. 2006. Koyrt uml. 20.000 km. 165.000 v/mvg v/Glenn Perdomo · tel 32 17 78 / 22 17 78 · www.plv.fo Søkt verður eftir tveimum varaskúlastjórum Í sambandi við at vit fara at umskipa leiðsluna í Venj­ ingarskúlanum, verður eitt nýtt starv sum varaskúlastjóri í Venjingarskúlanum lýst leyst til setanar frá 1. august 2009. Fyri varaskúlastjóra í farloyvi, verður starvið sum fyri­ bilssettur varaskúlastjóri lýst leyst til setanar frá 1.august 2009 til 31. juli 2010. Søkt verður eftir varaskúlastjórum, sum • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skulu taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni í skúlanum • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans. Harumframt skal varaskúlastjórin • vera næsti medarbeiðari skúlastjórans • saman við skúlastjóranum og hinum varaskúlastjóranum taka á seg fyrisitingarliga ábyrgd • undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans • vera førur fyri at loysa trupulleikar • saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribilstænastu í Venjingarskúlanum. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi. Størvini verða lønt í lønarflokki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, sum sett verða, er tænastumenn frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum. Umsóknir við ljósriti av prógvum og CV og møguligum viðmælum skulu verða sendar skúlanum. Freistin at søkja er 4. juni 2009 kl. 15. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Petur Ova Petersen, skúlastjóra á telefon 213502 ella 301529. Í Venjingarskúlanum verða komandi skúlaár umleið 440 næmingar í 19 flokkum, og her koma at starvast 45 fólk. Lærararnir eru skipaðir í 4 deildir: 1.-3. fl., 4. og 5. fl., 6. og 7. fl., 8.-10. fl. Skúlin húsast í trimum bygningum : 1., 2. og 3. b halda til í Ytra skúla við Landavegin, 1., 2. og 3. a í Heimara skúla við Fr. Petersens gøtu, og 4.-10. fl. eru í skúlanum á Stórheyggi. Venjingarskúlin handan Á 14 · Box 59 · FO-110 Tórshavn www.sosialurin.fo