hósdagur 28. mai 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 28. mai 2009
27
tíðindi
Brian Kerr hevur
tikið sítt fyrsta lands
lið út. Jóhan Eivind
Mouritsen, Palli
Augustinussen og
Marni Djurhuus eru
millum leikararnar
hann hevur tikið út.
– Hetta er ein nýggj
byrjan, og nógvir
hava møguleikan. Tað
kann vera, at okkurt
mistak er gjørt, men
vit hava havt stutta tíð
at velja leikarar, sigur
landsliðsvenjarin
LandsLið
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Sagt verður frá, at Brian
Kerr,
landsliðsvenjari,
hevur úttikið teg, í sam
bandi við omanfyri nevnda
dyst, og verður tú biðin um
at møta á Hotel Føroyum,
týsdagin, 2. juni 2009, kl.
12.00, um ikki annað er
avtala víst verður annars
til viðløgdu fyribilsskrá.
Soleiðis byrjar brævið, ið
23 føroyskir leikarar hava
fingið.
Verður hugt at listanum,
so eru nakrir, ið kanska eru
meiri óvæntaðir at vera við.
Jóhan Eivind Mouritsen er
ikki fastur maður hjá HB.
Palli Augustinussen spælir
í næstbestu deildini og
Marni Djurhuus hevur ikki
verið á landsliðnum í fleiri
ár.
Vit hava hugt at leikar
unum og hava valt útfrá tí.
Tað kann vera, at vit hava
gjørt okkurt mistak, og
henda úttøkan merkir á
ongan hátt, at ongin annar
kann gera seg galdandi. Tað
eru nógvir, sum hava møgu
leikan, sigur Brian Kerr,
landsliðsvenjari.
Sindur merkisvert er, at
bæði toppskjúttin í fjør, Arn
bjørn Hansen, og Andreas
Lava Olsen ikki eru millum
teir fyrstu 23, men verður
okkurt avboð, so hava teir
fingið at vita, at teir skulu
vera tøkir. Hini tríggir, ið
hava fingið hesi boð eru,
Herbert í Lon Jacobsen úr
B36, Levi Hanssen úr EB/
Streymi og Páll M. Joensen
úr HB.
Palli á landsliðið
Nú Brian Kerr hevur tikið
sítt fyrsta landslið út, loypir
helst mest í eyguni, at
landsliðsvenjarin hevur valt
Palla Augustinussen, sum
spælir við VB/Sumba í
næstbestu deildini, at vera
við í bruttohópinum til
landsliðið.
Men venjarin er als ikki
bangin fyri at taka leikarar
úr næstbestu deildini, og
hann heldur eisini, at Palli
Augsinussen er væl fyri.
Eg havi sæð hann spæla,
og eg var imponeraður av
honum. Hann hevur nógva
orku og skilur spælið væl.
Hann er heilt víst ein leikari
við
møguleikum,
sigur
Brian Kerr.
Landsliðsvenjarin leggur
afturat, at hann ikki hevur
havt so nógva tíð at hyggja
at leikarunum, men at Palli
Augustinussen hevur kvali
tetir, sum heilt víst kunnu
nýtast á landsliðnum.
Men tað er ikki nakað
nýtt, at Brian Kerr tekur
júst teir leikarar, hann vil
hava, tí hann hevur gjørt
tað sama á írska U20
landsliðnum í 1997, har
hann fekk stóran kritikk
fyri úttøkuna av leikarum
úr írsku deildini heldur enn
úr enskum deildum, men tá
hann kom heim við bronsu
heiðursmerkjum frá heims
meistarakappingini
var
kritikkurin tagnaður.
Mouritsen er
framtíðin
Jóhan Eivind Mouritsen,
sum fyri tað mesta hevur
spælt við næstbesta liðnum
hjá HB, er somuleiðis ein
leikari, ið heldur óvæntað
er við í hópinum.
Jóhan Eivind kann
spæla í vinstru, høgru og
sum áloypari. Harumframt
er hann skjótur, og tá eg
havi sæð hann, hevur tað
sæð út sum, at hann hevur
verið væl fyri. Eg havi sæð
hann koma av bonkinum
hjá fyrsta liðnum. Tá spældi
hann heilt væl, og eg havi
eisini sæð hann á næstbesta
liðnum. Hann hevur havt
trupulleikar við skaðum,
men hann sær út til at koma
fyri seg, sigur Brian Kerr.
Hann leggur afturat, at
hann fylgir væl við yngru
brøðrum Jóhan Eivindar.
Christian, sum spælir á
U21 landsliðnum hevur
góða framtíð, og tann lítli
reyðhærdi, Kristin, er eisini
eyðsýndur á U19 lands
liðnum. So handan familjan
hevur
bjarta
framtíð
í
fótbólti, sigur Brian Kerr.
Marni Djurhuus
úttikin
Verjuleikarin í EB/Streymi
hevur verið á landsliðnum
fyrr, men gav avboð eftir
ein dyst, har hann varð inn
og útskiftur í sama dysti.
Nú er hann aftur úttikin, og
Brian Kerr vónar, at hann
verður við.
Hvat er hent framman
undan er søga. Nú eru vit
byrjaði av nýggjum, og eg
gangi útfrá, at allir leikarar
meta tað sum eina æru at
spæla fyri sítt land, sigur
Brian Kerr.
Hann leggur afturat, at
tað verður upp til Marna
Djurhuus sjálvan, um hann
vil vera við, men nú hevur
hann í hvussu so er fingið
møguleikan.
Trupult fyri útisetar
Seks útisetar eru úttiknir,
men sambært Brian Kerr er
møguleiki fyri fleiri seinni,
hóast fimm av hesum seks
hava havt trupulleikar.
Símun Samuelsen hevur
verið óførur í Íslandi, men
hinir hava allir havt sínar
trupulleikar, sigur Brian
Kerr, og nevnir skaðarnar
hjá
Jónasi
Tór
Næs,
umframt, at fleiri leikarar
hava havt trupult at bíta seg
fastar á besta liðnum.
Lat meg siga soleiðis.
Mær dámar sjálvandi best,
tá leikarar spæla á besta
liðnum, men tað verður ikki
altavgerandi, tá eg taki liðið
út, sigur landsliðsvenjarin.
Claus víst áhuga
Hann leggur afturat, at hann
hevur verið í samband við
Claus Bech Jørgensen, men
at hann ikki hevur nakra
kontrakt í løtuni, men at
Claus Bech hevur víst
áhuga fyri landsliðnum, og
at tað er møguleiki fyri, at
hann verður úttikin seinni.
Somuleiðis fylgir Brian
Kerr gongdini hjá Juliani
Johnson í Danmark.
Brian Kerr leggur stóran
dent á, at tað eisini kunnu
vera fleiri ungir leikarar, ið
kunnu gera seg galdandi,
og at hesin hópurin kann
vera merktur av, at fyri
reikingartíðin hevur verið
stutt. Men hvør byrjar inni
og ikki, vil hann onki siga
um.
Eg hitti leikararnar til
venjing skjótt, og so dømi
eg út frá tí, staðfestir lands
liðsvenjarin.
Hetta er ein nýggj byrjan
Brian Kerr hevur bara havt
fimm vikur at fyrireika seg
til sína fyrstu uppgávu, og tí
viðgongur hann bart út, at
hann væl kann hava gjørt
okkurt mistak. Men hann
sigur samstundis, at hópurin
er tikin út eftir hansara bestu
sannføring
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur