Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-28, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 100 - 28. mai 2009 ] Jón Rói skal til próvtøku Eitt av nøvnunum, sum ikki er at finna á fyrstu føroysku landsliðssúttøkuni hjá Brian Kerr, er navnið á Jón Róa Jacobsen. Hetta er tó ikki, tí Jón Rói er vrakaður í landsliðshøpi. - Orsøkin er, at eg í løtuni eri í holt við seinasta partin av lesnaðinum, og tann 9. juni - dagin fyri landsdystin - skal eg til seinastu próvtøkuna, sigur Jón Rói Jacobsen við Portalin. Frem í gjaldssteðg Tað er bara eitt ár síðani, at Frem gjøgnumførdi eina fíggjarliga bjargingarætlan, tá kreditorar játtaðu at eftirgeva stóran part av skuldini hjá felagnum. Men nú er aftur galið. Leiðslan fyri felagið hevur gjørdi í gjár av, at felagið fer í gjaldssteðg, og tað er í løtuni ivasamt, um felagið hevur nakra framtíð yvirhøvur. Fær felagið ikki loysn á fíggjarligu trupulleikum sínum, verður felagið tvangsniðurflutt, eins og FC Amager og Køge eru fyrr í ár. FC Barcelona skrivaði í gjárkvøldið spanska fótbóltssøgu, tá fe­ lagið gjørdist tað fyrsta, ið megnaði at vinna bæði spanska meistara­ heitið, sponsku steypakappingina og Champions League CHAMPIONS LEAGUE Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tá Manchester United í 1999 vann Champions League, var tað trumfurin á einum ári, ið longu framm- anundan hevði givið orsøk til stóran fagnað, tí felagið frammanundan hevði vunn- ið bæði lands- og steypa- kappingina. Júst tað sama – við sponsum forteknum – endurtók FC Barcelona í gjárkvøldið. – At vit eru fyrsta spanska felag, sum megnar at vinna allar tríggjar kappingarnar sama ár, verður torført at liva upp til eina aðru ferð. Men við hesum hava vit fyri altíð skrivað okkum í sponsku søgubøkurnar, segði franski landsliðs- og FC Barcelona-spælarin, Thierry Henry. Manchester United byrj- aði dystin best, men eftir leiðslumálið hjá FC Barce- lona í 10. minutti vendi dysturin fullkomuliga, og áskoðararnir vóru vitni til eitt klassadømi um, hvussu ferð, snildi og tamarhald í fótbólti kunnu ganga upp í eina hægri eind, tá FC Barcelona við uppvísnings- fótbólti basti Manchester United. Langar løtur mestsum parkeraði spanska liðið á vallarhálvuni hjá United, og hóast tað var dømi um dygd- irnar hjá vinnarunum, læt tað seg partvíst eisini gera, tí enska liðið í stóran mun hevði ein óvæntaðan, pass- ivan leiklut. Men kanska megnaði Manchester Uni- ted í gjárkvøldið snøgt sagt ikki at gera nakað við FC Barcelona. Long veitsla – Teir vóru betri í seks og kanska sjey minuttir, men síðani áttu vit dystin. Tað kundi ikki verið betri, stað- festi miðvallarin, Andrés Iniesta, sum tóktist ótroytt- iligur og stóð fyri tí nógva av kreativitetinum í meist- araspælinum hjá Barca. Eisini Thierry Henry viðurkendi, at byrjanin ikki var serliga góð, men at Man- chester United sum einki kundi lagt seg á odda ta fyrstu løtuna: – Tíbetur hevði Victor Valdés eina fantastiska bjarging, so tað ikki hendi, og eftir hetta styrknaðu vit og vunnu at enda, segði Henry. – Hetta er ein fantastiskur sigur fyri meg persónliga, tí nú havi eg bíðað so øgiliga leingi eftir at vunnið Champ- ions League. Eg dugi fram- vegis ikki at fata, at hetta er veruleiki. Fyri framman stóð tað heilt stóra veitsluhaldið hjá FC Barcelona, sum í fyrsta umfari mátti halda seg til at fegnast í Rom, men í dag skuldi veitslan í stórum stíli hildið fram, tá FC Barcelona kemur heimaftur til Spania. – Eg fari at feira sigurin saman við mínum vinum, sum hava stuðlað mær so leingi. Hvussu long veitslan verður, tori eg ikki at siga, men tað er ikki óhugsandi, at vit halda á í alt summar. Vit vita nóg illa enn, hvat vit í kvøld hava verið partur av, segði Thierry Henry. Heldur ikki Andrés Iniesta tóktist í gjárkvøldið at hava fatað, hvat honum og liðfeløgunum hevði ver- ið fyri á Stadio Olimpico í Rom: – Vit eru bestir. Tað finn- ast ikki orð, ið til fulnar kunnu greiða frá hesum. Hetta er tann fullkomni end- in á einum heilt ótrúligum kappingarári, segði hann. Ein óheppin reportari fekk øði í Manchester United­venjaran, Sir Alex Ferguson, á tíðindafundinum eftir Champions League­finaluna í gjárkvøldið. – Eg svari ikki einum so skítbýttum spurningi, hvesti venjarin eftir honum CHAMPIONS LEAGUE Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tað var sjálvandi ikki ser- liga stuttligt at vera Sir Alex Ferguson í gjárkvøldið, eft- ir at Manchester United hevði tapt Champions League-finaluna ímóti FC Barcelona, og tað gav eisini at býta á tíðindafundinum eftir dystin, tá ein av reportarunum spurdi ein spurning, Ferguson ikki hevði hug at svara. Spurningurin var, um hann framvegis hevði neist- an í sær og orkaði at koma aftur sum vinnari eftir hetta tapið, og áðrenn svarið kom, gjørdust eyguni hjá Manchester United-venjara- num kolasvørt og næstan drepandi: – Eg svari ikki einum so skítbýttum spurn- ingi. Jesus Christ! Hesin neyðars reportarin royndi at bera í bøtuflaka fyri tendringina, hann hevði elvt til, og stamaði burtur úr sær, at spurningurin ikki var so illa meintur. Men tað fekk ikki Ferguson at gerast í betri hýri. – Hatta var negativt, og eg svari slett ikki so býttum spurningum, endurtók Man- chester United-venjarin. Einki nummar 45 Kortini svaraði karismatiski skotin øðrum spurningum, og eitt nú viðurkendi hann, at Manchester United hevði góðar møguleikar í dyst- inum – í 10 minuttir. Men so kom málið hjá Eto’o sum ein mønustingur. – Tá teir hava fingið eitt mál, kunnu teir spæla bóltin ímillum sín alla náttina, suffaði venjarin. Tann stóra Champions League-finalan á Stadio Olimpico í Rom kundi gjørst ein rundur dagur hjá Sir Alex Ferguson, um hann hevði vunnið, tí framman- undan hevur hann sum venj- ari vunnið 44 meistaraheiti av ymsum slagi, so hetta hevði blivið nummar 45. Men hesa ferð eydnaðist honum ikki at fara avstað við »steypinum við teimum stóru oyrunum« – og tað av røttum: – Vit hava nakrar hálvar kjansir í seinna hálvleiki og áttu kanska at gjørt tað betri. Men skal eg siga sum er, so taptu vit fyri einum betri liði. Vit vóru kanska ikki so uppsettir og klárir, sum vit onkuntíð hava verið tað, men eftir fyrsta málið hjá teimum gjørdist tað øgiliga torført hjá okkum, segði hann. – Nú eru vit sjálvandi bæði skuffaðir og keddir, men tað besta við ítróttinum er, at eisini í mótgongdini kann tað ganga framá. Og vit eru framvegis eitt gott lið, sum kann hava fram- gongd. Skrivar spanska søgu Teir høvdu nógvar orsøkir til at fegnast í gjárkvøldið, Thierry Henry og Lionel Messi Manchester United-venjarin, Sir Alex Ferguson, saman við nøkrum av sínum skuffaðu spælarum Festi í fjúsið hjá Ferguson