Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 100 - 28. mai 2009 ] Nadal setti met í París Við sigrinum á russiska Teimuraz í gjár hevur Rafael Nadalsett nýtt met fyri flestar sigrar á rað í French Open. Nadal hevur vunnið kappingina fýra ár á rað, og sigurin í gjár var nummar 30 á rað hjá honum í kappingini. Frá 1974 til 1981 vann amerikanska Chris Evert 29 dystir á rað. Taktikkurin ikki nóg góður Cristiano Ronaldo fanst eftir tapið móti Barcelona at takstiska upplegginum hjá Manchester United, sum hann ikki helt vera nóg gott. – Taktikkurin var ikki nóg góður, og alt gekk galið. Vit vóru bara við í dystinum í 10 minuttir, og eftir hetta funnu vit ongantíð okkum sjálvar aftur, segði superstjørnan hjá United, sum kanska spældi sín seinasta dyst fyri felagið í gjár. Í øllum førum er lítið at ivast í, at skrivingin um framtíð hansara aftur fer at fylla nógv í enskum og sponskum miðlum í summar. Dystin í dystinum vann Messi, sum frammanundan var sagdur at skula kappast við Ronaldo um at gerast høvuðspersónur á Stadio Olimpico í Rom. Tá avtornaði, mundi eingin ivast í, at Messi og FC Barcelona so ruddiliga og fult uppiborið bastu Ronaldo og Manchester United CHAMPIONS LEAGUE Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hóast Lionel Messi bara er 169 sentimetrar høgur, var 21 ára gamli argentinarin tann størsti í Champions League-finaluni í gjárkvøld- ið. Undan dystinum hevði annars nógv snúð seg um dystin í dystinum, sum skuldi verða millum Lionel Messi og Cristiano Ronal- do. Tað var eisini Ronaldo, sum byrjaði betri, tí innan fyri fyrstu 10 minuttirnar hevði hann trý skot ímóti málinum, harav eitt vanda- mikið fríspark, meðan púrt einki sást til Messi. Men tá avtornaði, vann Messi dyst- in teirra millum, so tað stóð eftir. Hann skoraði avgerandi málið til 2-0, tá hann 20 minuttir fyri tíð slapp at standa merkiliga leysur út fyri aftaru stong eftir eina fríspæling frá Xavi. Í einum bleytum boga skallaði hann bóltin upp um Edwin van der Sar í United-málinum, og harvið tryggjaði hann FC Barcelona sítt triðja Champions League-meist- araheiti. Longu tá hevði Man- chester United leingi sæð út sum eitt tapandi lið, og sjálvt United-venjarin, Sir Alex Ferguson, viðgekk eftir finaluna, at leiðs- lumálið hjá FC Barcelona 10 minuttir inn í dystin gjørdist mønustingurin, tí tað kom eftir fyrsta møgu- leikan hjá Barcelona og eftir eina annars góða byrj- an hjá Manchester-liðnum. Kendist rættvíst Leiðslumálið hjá FC Barce- lona kom eftir eitt skjótálop, sum Andrés Iniesta setti í gongd, tá hann sendi bóltin fram til kamerounska fram- herjan, Samuel Eto’o, sum í einari skotfintu fekk Nemanja Vidic av vegnum og síðani smekkaði bóltin í málið við stórutá, beint áðrenn hann annars hevði blivið taklaður. Tað skuldi eisini vísa seg, at júst hetta skjóta málið fekk avgerandi týdning fyri meginpartin av dystinum, tí tað gav FC Barcelona sjálvsálit og tryggleika í spælinum, samstundis sum Manchester United-liðið í løtum tóktist vera bangið og slett ikki fekk víst dygdirnar, ið annars høvdu rættvísgjørt finalussessin. At tað bleiv 2-0, kendist eisini bæði rættvíst og náttúrligt, tí frammanundan hevði Thierry Henry havt eina næska roynd, sum noyddi van der Sar at vísa síni evni, umframt at Xavi hevði smekkað eitt fríspark á stongina. Í hinum enda- num hendi stórt sæð einki sum helst. Fyri mong mundi tað kennast sum eitt sindur av einum vónbroti, at Man- chester United ikki skuldi megna at geva FC Barcelona ta mótstøðuna, ið væntast kundi í størstu europeisku finaluni, men eftir tvær veikar hálvfinalur ímóti Chelsea fann FC Barcelona stevið aftur í júst røttu løt- uni og er nú best í Europa. Taktiskt snildi Ikki minst á tí taktiska økinum var talan um ein stórsigur til Josep Guard- iola, sum fyrsta árið á venjarabonkinum hjá FC Barcelona hevur tikið tríggjar stórar sigrar: Spanska meistaraheitið, sponsku steypakappingina og nú eisini Champions League-meistaraheitið. Tann 38 ára gamli Guardiola vísti snildi, ið 67 ára gamli Sir Alex Ferguson ongantíð fann nakað hósk- andi svar til, tá hann flutti Lionel Messi úr álopinum aftur á miðvøllin, har FC Barcelona var í meiriluta, samstundis sum Manchest- er United-miðverjarnir, Vid- ic og Rio Ferdinand, ong- antíð funnu útav, hvør teirra leiklutur í dystinum skuldi verða. Sigurin í Rom merkti ikki bara, at Guardiola hevur gjørt tað trupult at fáa eitt uppaftur betri kappingarár næsta ár, men fyrst og fremst fekk FC Barcelona hevnd fyri tapið í hálv- finaluni í fjør, umframt at Guardiola nú er ein av bara seks persónum, sum hevur vunnið størstu kappingina í Europa sum bæði spælari og venjari. Champions League-finala á Stadio Olimpico í Rom FC Barcelona-Manchester United 2-0 (1-0) 1-0: Samuel Eto’o, 10. 2-0: Lionel Messi , 70. Dómari: Massimo Busacca (Sveis) FC Barcelona: Victor Valdés – Carles Puyol, Yaya Touré, Gerard Pique, Sylvinho – Sergi Busquets – Xavi, Lionel Messi, Andrés Iniesta (Pedrito, 92.) – Samuel Eto’o, Thierry Henry (Seydou Keita, 72.) Gult kort: Gerard Pique Manchester United: Edwin van der Sar – John O’Shea, Ne- manja Vidic, Rio Ferdinand, Patrice Evra – Anderson (Carlos Tévez, 46.), Michael Carrick, Ryan Giggs (Paul Scholes, 75.) – Ji-Sung Park (Dimitar Berbatov, 66.), Cristiano Ronaldo, Wayne Rooney Gult kort: Cristiano Ronaldo, Paul Scholes og Nemanja Vidic FAKTA um dystin Barcelona best í Europa Leo Messi og Andrés Iniesta, sum gingu á odda fyri FC Barcelona í finaluni, standa ovurfegnir við besta steypinum, vinnast kann í Europa