hósdagur 28. mai 2009síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 28. mai 2009
39
skipa fyri handlinum.
Sjálvur búði Jørgen Bech í
Keypmannahavn. J. C.
Djurhuus fekk starvið og
tekur við tann 1. juli 1858.
Skuldi skapa nýggjar
vinnumøguleikar
Tað var ein í allar mátar
væl útborin og búgvin 24
ára gamal maður, sum nú
sat á tí gomlu einahandils
borgini og skuldi praktisera
teir nýggju fríhandilstankar
í Føroyum. Hann var væl
lærdur, átti eitt náttúrligt
blídni og vinsemi, sum
gjørdi sítt til, at hann skjótt
kom at vera væl umtóktur
av teimum mongu norðing
um og eystringum við, sum
eisini av gomlum vana
leitaði aftur til sama hand
il, sum teir vóru vanir at
fara til.
Men fríhandilsins fyrsta
og størsta uppgáva var at
skapa nýggjar vinnumøgu
leikar, og her var tað havs
ins ríkidømi, sum skuldi
troytast. Nýggj veiðuam
boð skuldu útvegast, so
støði kundi leggjast undir
tann komandi peningabú
skap, ið skuldi avloysa ta
aldargomlu bóndatíðina og
naturalbúskapin. Árabátur
in hoyrdi heima í hesi
tíðini, men tann nýggja
kravdi onnur før.
Longu í 1864 byrjar
Faktorin skipsfiskiskap við
einum skipi, eini sokallað
ari jakt, sum handilin hevði
at sigla ímillum við. Árið
eftir er tað, at Norderø
Fiskeriselskab verður
stovnað, og her er Faktorin
ein høvuðsmaðurin og sat í
felagsins stjórn alla tíðina.
Skipið var Caprice, sum
endar í Onglandi nøkur ár
seinri.
Faktorin fær sær annað
skip, eina skonnart, og nú
byrjar skipsfiskiskapurin
av álvara í Norðoyggjum.
Trý ár seinni keypir hann
saman við handilsfelaga
sínum Clæmint Høgnesen i
Oyndarfirði, luggaran Biku
ben, og í 1874 hevur hann
trý skip á saltfiskaveiðu.
Faktor Djurhuus, sum væl
kann kallast faðir skips
fiskiskapsins í Norðoyggj
um, kundi eisini gleða seg
um eitt gott úrslit av hesum
nýggja veiðuhátti, í hvussu
er tey fyrstu árini.
Fyrst i 80unum komu so
óhappini, prísfall, skipa
missir og annað hvørt í
hølinum á øðrum, og skips
fiskiskapurin dettur nú
niðurfyri í nøkur ár. Tollur
in, sum í Spania varð
lagdur á klippfisk, gjørdi
hesa vinnu ólønandi í eina
tíð. Faktorin var ein av
teimum, ið gjøgnum tingið
royndi at fáa henda mein
boga av vegnum.
Men hann settist ikki
hendur í favn. Hann tekur
upp heilt nýggjan søluhátt,
nevniliga ísfiskasølu til
Onglands og Danmarkar,
sum júst í hesum tíðum
tekur seg upp av álvara.
Aftur gjørdist árabáturin
stuðulin undir útflutningin
um, men sølan kom ikki at
vera tann, sum menn
høvdu roknað við. Hon
helt tó á í mong ár, so
ísfiskasølan í Klaksvík
kann førast aftur til 1884.
Bygdi íshús og
agngoymslu
Tað var eisini Faktorin,
sum lat byggja fyrsta íshús
og agngoymslu í Klaksvík
og harvið loysir agnspurn
ingin. Lýsismeltarí kemur í
1870 og havkallaveiða
verður rikin í nøkur ár.
Tíðarskeiðið 188595 var
ein merkiliga deyð tíð
vinnuliga sæð. Síðst í 90
unum hoyra vit aftur nýtt
frá Faktorinum. Hann ger
nú royndir við snurriváð og
maskindrivnum línubáti,
men hvørki eydnast. Um
aldarskiftið gjørdist hann
partaeigari í sluppini Við
oy. Men tað var hann sjálv
ur og ikki handilin, og tá
motorbátarnir komu, letur
hann tann fyrsta byggja í
1905. Tað var "Poul Nolsøe
Biskopstøð”.
Tað kann tykjast løgið,
at Faktorin, sum í sínum
yngru árum var so hugaður
fyri at fáa skipsfiskiskapin
í gongd, nú tá henda veiða
fer at vinda uppá seg, mest
sum smokkar burtur úr, og
onga slupp keypir í tíðar
skeiðnum 18821908, sum
annars er eyðkent av eini
stórari øking í skipatalin
um – eini 80 skip. Ein
bítur tó merki í, at meðan
Faktorin sjálvur keypir part
í skipi, heldur handilin seg
uttanfyri. Tað kundi bent á,
at eigaramenninir ikki vóru
hugaðir fyri skipsveiðuni,
men tað kunnu væl vera
aðrar grundir.
Byrjar
sparikassavirksemi
Um handilsins vøkstur
hesu árini skal bert verða
sagt, at í 1859 var umsetn
ingurin 159 tús kr, og í
1875 var hann 575 tús. Tá
Faktorin kom, var bert ein
útihandil. Í 1890 vóru teir
einir 15 í tali. Sum fyri
støðumaður fyri øllum
hesum handlum, frá Norð
depil til Eiðis, úr Havn og
út á Strendur, kom Faktorin
at vera tann maður, ið
meira enn nakar annar
hevur leitt tað búskaparliga
lívið í Norðoyggjum og
Eysturoy hesi 50 árini.
Vit teirri fíggjarligu
framgongdini, sum stóðst
av fiskivinnuni, teim góðu
fiskiárunum og tí økta
arbeiði á landi, kyknaði
upp spurningurin um
nýtslu av avlopspening
inum. Í 1876 fer Faktorin
at taka ímóti peningi, sum
innsettur verður á konto,
og sum renta verður latin
av, eitt slag av sparikassa
virksemi, sum í fyrstu
syftu gav handlinum fyri
munir, men sum eisini
virkaði sum eitt haft á in
flatiónini í hesi peninga
ríku tíðini.
Fekk lækna og kirkju til
Klaksvíkar
Og fara vit til endans út
um handilsdyrnar, síggjast
spor eftir Faktorin alla
staðni í teim kirkjuligu,
sosialu og mentunarligu
framtøkum, sum gjørd
verða í hansara tíð, og tað
ikki bert sum ein áhugaður
íspinnari, men sum hin
áhaldin gávumildi maður
in, ið stundum sjálvur,
stundum saman við Jørgen
Bech ella eftirmonnum
hansara, leggur peningaliga
støðið undir læknahúsini,
ið gjørdi tað møguligt at
fáa lækna til Norðoyar so
tíðliga sum í 1872, og
skúlan við lærarahúsum og
bókasavni fýra ár seinni.
Eisini kirkjuni, sum
bygd varð í 1866, var
Faktorurin áhugaður fyri
og skal hann hava æruna
fyri, at hon var gjørd so
høg og stór, at hon hóast
fólkatalið var 12faldað,
kortini var nóg stór eini 60
ár seinni.
Hann var ein av høvuðs
monnunum fyri at fáa bygt
tað fyrsta sjúkrahúsið í
1896. Tá háskúlin var
gjørdur í Føgrulíð, svimji
hylur úti í Grøv og mangt
annað heittu menn ikki til
ónyttu á hin aldrandi
handilshøvdingin úti í
Klaksvíkini, Norðoya mest
kenda og best umtókta
mann í 50 ár.
Blíðskapur so tað munaði
Sum vera man hevði
Faktorin nógv almenn størv
um hendur. Til dømis kann
nevnast, at hann í nógv ár
sat í kommununi og á løg
tingi frá 188596. Tann
kunnleiki, hann hevði vunn
ið sær í embætisskrivstovun
um í Havn kom honum til
góðar seinni og gjørdi, at
ofta varð heitt á hann, tá
skrivast skuldi. Álitismaður
var og hartil vinsælur.
Gestablídni hansara – og
konu hansara við – var
tiltikið víða um tá á døgum
og nógv ár seinni. Tvær
ferðir um árið, føðingardag
sín 10 apríl og hjá konuni,
nýggjarsaftan, høvdu tey
opið hús. Har kom at kalla
øll bygdin saman, bæði
høgur og lágur.
Har heima høvdu hann
og konan Anna Elisabeth
ikki bert havt góðar dagar.
Nógv børn mistu tey á
ungum aldri. Anna Elisa
beth var dóttir Onnu
Thomasdóttir og Jacob
Thomassen Kjelnæs. Tey
eiga ongar eftirkomarar
“innangarðs”. Tó segðist
ein sonur at hava átt eitt
barn, haðani tað er ætt.
Tað var ein gamal hart
royndur maður, sum legði
frá sær í 1908 aftaná at
hava stýrt handlinum í 50
ár. Tá flutti hann aftur til
Havnar til sonin Jóhannes
Djurhuus, apotekara, har
hann doyr 17. juni 1918,
84 ára gamal.
Handilin í Klaksvík um 1856. Húsini t.v. vóru bygd 1847
og fingu navnið Nýggja Pakkhús (14x9 m). Hini eldru vóru
so kallað Gamla Pakkhús. Áføst í teimum er Bøkjarahúsið
(9,5x8m). Teknað hevur Óli Petersen
Tað vóru Jørgen Bech og
Sønner, sum Johan Christian
Djurhuus leiddi fyritøkuna
fyri. Ein av synunum var Peter
Bech, sum tók yvir eftir pápan
Handilin hjá Jørgen Bech & Sønner við bryggju
Handilin við starvsfólki í seinnu árum
Næstu ferð
Komandi partur verður um
son Faktorin, tann væl
umtókta doktor Sofus, sum
doyði so óeydnisliga
Faktorin var ein av oddamonnunum við skipsfiskiskapi. Ein
roynd varð í 1869 gjørd við Gylfe