fríggjadagur 29. mai 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 101 - 29. mai 2009
!
Demich P/F, Tórshavn
Postboks 378 - Stiðjagøta 2
Telefon +298 309 310
Fax + 298 309 311
Demich P/F, Vágur
Marknoyrarvegur 36
Telefon +298 373 535
Fax + 298 373 565
Demich P/F, Saltangará
Heiðavegur 80
Telefon +298 444 500
Fax + 298 445 501
demich@demich.fo • www.demich.fo
Verkstaðsleiðara/blikksmiði
Til blikksmiðjuna í Havn, søkja vit ein verkstaðs-
leiðara ið skal standa fyri móttøku og avgreiðslu
av øllum vanligum innkomandi jarn og blikksmiðju-
uppgávum.
Ætlanin er, at tú verður settur sum ábyrgdar-
havandi verkførari fyri blikksmiðju okkara, og
kemur at avgreiða størri og smærri ordrar frá
kundum, eins og tú kemur at hjálpa til við at
samskipa verkstaðsarbeiði til okkara størru
verkætlanir.
Tú verður sum ábyrgdarhavandi fyri verkstað-
num, ein partur av leiðslutoyminum hjá Demich,
men má eisini rokna við at skula brúka ein part av
tíðini til verkstaðsarbeiði sjálvur. Harumframt skalt
tú kunna hjálpa øðrum sveinum og lærling-um við
at loysa uppgávur innan blikksmíð.
Tað er tí umráðandi, at tú ert ein royndur
blikksmiðjur og/ella at tú hevur ein góðan førleika
innan hetta øki. Tað er tó ikki ein ófrávíkilig treyt, at
tú er útbúgvin innan hetta øki, um tú í staðin hevur
eina líknandi útbúgving ella tær røttu royndirnar.
Vit bjóða tær
Eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv í eini fyritøki
sum er í støðugari menning.
Eitt persónliga mennandi starv um tú dámar at
hava ábyrgd og at fáast við ymisk menniskju.Eitt
fakliga mennandi starv fyri ein góðan handverkara.
Góðar og skipaðar arbeiðsumstøðir á eina
nýmótans og framkomnari blikksmiðju.
Vit vænta at umsøkjari
• Er handverksliga væl fyri
• Antin hevur útbúgving sum blikksmiðjur ella
hevur royndur innan hetta øki
• Er førur fyri at seta seg í respekt og at halda
onnur fólk í gongd
• Dugir væl at fáast við kundar og við onnur
starvsfólk hjá Demich
• Hevur vanligan til góðan teldukunnleika
• Hevur vanligt koyrikort
Lønar og setanartreytir
Løn og treytir sambært førleikum og ábyrgd og
annars eftir nærri avtalu.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 15.juni 2009.Miðað verður eftir
at seta starvið skjótast gjørligt, men vit bíða eisini
um neyðugt eftir rætta persóninum.
Umsóknir saman við prógvum, CV og øðrum
verða viðgjørdar í trúnaði og skulu sendast til:
P/F Demich, postboks 378
FO-110 Tórshavn,
Att: Torbjørn Hansen.
Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at seta teg
í samband við
Torbjørn Hansen
torbjorn@demich.fo
Tel. 309310/211071
Vit sóknast eftir
Fríggjadagin 29. mai 19:00
hevur Tarira
konsert
í
Müllers Pakkhúsi, og leygar
dagin 30. mai 17:00 verður
konsert í Mentanardeplinum
í Runavík.
Í
tíðindaskrivið
sigur
kórið, at tey gleða seg at
royna nýggju hølini í Runa
vík, og ætla tey at fáa tað
besta burturúr ljóðegin
leikunum, ið hølini bjóða.
Hinvegin eru Tarira og
Müllers Pakkhús gamlir
vinir, og helst eru fá høli, ið
eru so væl egnað til tað
slagið av kenslubornum tón
leiki, ið Tarira hevur lagt
seg eftir seinastu árini. Tað
var eisini upplagt, at kon
sertin í sambandi við útgáv
una av fløguni Døgg varð
hildin her í fjør summar.
Leitað verður um allan
heim eftir íblástri. Við støði
í Føroyum verður vitjað í
okkara
grannalondum,
Íslandi, Svøríki, Finnlandi
og Danmørk. Farið verður
víðari eystureftir til Eystur
ríkis og Russlands og heilt
yvir til víðagitna japanska
tónaskaldið Toru Takemitsu
(19301996) og tvørtur um
Kyrrahavið til Los Angeles,
har vit syngja ein yndisligan
sats av unga stjørnuskotinum
Eric
Whitacre
(føddur
1970).
Rd.
Tarira framførir Heimstónar
í stásiligum hølum
Í ár kann sangkórið Glym
ur hátíðarhalda sín 25 ára
føðingardag. Hetta verður
gjørt við eini konsert í
Müllers pakkhúsi leygar
dagin
30.mai
klokkan
16.00.
Skráin er fjølbroytt við
bæði kendum og nýggjum
føroyskum sangum, um
framt
teimum
norður
lendsku og ensku vit
syngja.
Kórið hevur leingi verið
stjórnað av Ingun Hentze.
Glymur hevur verið úti
í heimi og hildið konsertir
nakrar ferðir hesi 25 árini,
eitt nú í Danmark, Íslandi,
Álandi, Grønlandi, Het
landi og Bulgaria. Glymur
hevur útgivið tvær fløgur.
Konsertin verður sum
nevnt
leygardagin
kl.16.00.
Rútmiska kórið
Glymur 25 ár