Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 Nr. 101 • 29. mai 2009 verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð Tey brotna málið Hetta er sjálvsagt skeivt. Forkláring kemur seinni. Tað var eitt undarligt upplivilsi at hoyra útvarpið millum klokkarn 10 og 11 leygarmorgunin tann 18. apríl. Evnið var svimjing, og tey flestu, sum høvdu orðið, vóru børn. “Hvussu ofta venja tit?” spurdi útvarpið. “Vit trena hvønn dag”, svaraði barnið. Og soleiðis alla tíðina. Hør den uskyldiges røst. Børnini brúktu konsekvent ‘trena’, sum er tað rætta, og landsstovnurin brúkti hvørja ferð ‘venja’, sum er ein grovur grammatiskur feilur, tí ‘venja’ er transitivt, ávirkandi, tekur ávirki. Ilt er at venja gamlan hund uppi at sita. Tað ber til at hyggja at onkrum øðrum orði. Vit kunnu taka greipuna bróta/brotna. At bróta er transitivt. Tað ber til at bróta beinið, rútin, fløskuna. Og í yvirførdum týdningi kunnu vit bróta nasar. Hitt orðið, brotna, er intransitivt, tekur ikki ávirki: árin brotnaði, tonnin brotnaði. Tað sama er við slíta/slitna: Løgmaður sleit samarbeiðið; samgongan slitnaði. Tað, sum vit uppliva í fjølmiðlum, er harður ágangur á føroyska grammatikk. Tað sigur nakað um tað skeiklaða málfølilsið, at fólk ikki hoyra, at tað er skeivt at siga: Vit venja hvønn dag. Taka vit eitt annað orð, so munnu tey flestu hoyra munin. Tað kann ikki eita: Miðlafólkini brotna málreglurnar; tað eitur: Tey bróta tær. (MT) Um at vandra Allar føroyskar orðabøkur hava ein felags feil: í teimum mangla hundraðtals púra vanlig føroysk orð, sum verða hildin at vera óføroysk, tí tey eru komin uttaneftir. Sum dømi kann takast sagnorðið ‘at vandra’. ‘Vandra’ hevur sum grundtýdning ‘at ganga’. Hetta er gamalt felagsgermanskt orð, sum er skylt við ‘at venda’ og sæst aftur í nutíðar eingilskum í forminum ‘went’, sum er tátíð av ‘to go’. Men málið hevur sínar finessur. Í tekniskum máli kunnu vit siga, at stemplið hevur eina so og so langa vandring í cylindaranum. Og stendur ein vaskimaskina illa, so kann húsfólkið gremja seg um, at hon vandrar. Fyrr høvdu vit vandrilærarar, sum gingu um fjøll fyri at bera upplýsing og lærdóm til smáar knokkar í smáum bygdum. Tað kundi eisini henda, at onkur bragdligur unglingi fekk tað skoðsmál frá teimum meira skikkiligu, at hann vandraði í synd. Men hetta orðið er ikki at finna í okkara orðabókum. Bara tann idiomatiska vendingin ‘koma í vandring’ (t.e.nærkast svøvni) er sloppin við í FO. Allar hinar føroysku orðabøkurnar eru strangar og útihýsa sagnorðinum ‘vandra’ – uttan Svabo; hann hevur bæði ‘vandra’ og ‘vandring’ við. Og tann stóra íslendska ‘Íslensk orðabók’ hevur hetta orðið við. So er spurningurin: kann hetta vera rætt? Eitt óskyldugt lítið orð, sum er komið til okkara úr týskum gjøgnum danskt, verður skorið úr málinum, so at hol er eftir. Kann hetta ikki blíva farligt fyri málsins brúkiligheit og smidligheit? Vit kunnu ikki siga um stemplið, at tað ferðast ella um vaskimaskinuna, at hon gongur, tí tað kann misforstandast: hon er í gongd, arbeiðir. Orðini og teirra valørur, teirra virði, teirra nuancur, teirra stílur eru avgerandi í øllum tekstum. Stílurin er maðurin. Fleiri av okkara “gomlu” høvundum sum Jens Pauli Heinesen, Oddvør Johansen og Hanus Kamban halda fast við sítt egna mál. Men millum tey yngru er stór óvissa. Fólk vita ikki, um eitt orð er ‘nóg føroyskt’ ella ‘for danskt’, og tí verður mangan einki skrivað. Tað er við at blíva so galið, at føroyingar tora ikki at brúka sítt egna mál. Næstan eingin skaldskapur verður skaptur, og í internationalum kanningum eru vit sibbar. Fyri at skapa skaldskap, t.e. orðakunst, er neyðugt at hava nógv orð. Verða fleiri gomul orð við semantiskum og skaldskaparligum førningi brennimerkt og útkoyrd, kann endin blíva, at føroyskur litteraturur verður ein oyðimarkarvandring. (MT) Hvítusunnukvøða Kjartan Stakksund Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna, samfelagið, breyðbrótingina og bønirnar. Men ótti kom á eina og hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd av ápostlunum. Men øll tey, sum trúðu, hildu saman og høvdu alt í felag; og tey seldu ongir sínar og góðs sítt og býttu tað sundur millum øll, eftir tí sum ein og hvør trongdi. Og hvønn dag hildu tey sær samhugað støðugt í halgidóminum, brutu breyðið heima við hús og fingu føði sína við gleði og í hjartans einfaldi. Tey lovaðu Guði og høvdu yndi hjá øllum fólkunum. Men Harrin legði hvønn dag nøkur aftur at teimum, sum vórðu frelst. Áps. 2,42-47. Nú hvítusunnan er í hondum, og sólin hækkar alsamt á luftini, verða vit mint á Heilaga Andans virkning í tí kristna mannalívinum. Tað verður sagt um tey fyrstu kristnu, at tey hildu fast saman um læru ápostlanna, samfelagið, breyðbrótingina og bønirnar. Vit vita, hvørja ávirkan sólin hevur um várið, og um summarið so hvørt sum lýðkan kemur í luftina, hvussu hon bræðir ísin harða, so at einki verður eftir av honum. Soleiðis er, tá ið Heilagi Andin sleppur framat í einum mannahjarta; alt verður fullkomiliga umbroytt hjá tí menniskjanum, alt verður nýtt, so tað kemur at virka, eins og tað gjørdi hjá teim fyrstu kristnu. Latum okkum tí ansa eftir, at vit ikki sløkkja Andan, soleiðis sum Paulus ávarar Kirkjuliðið í Tessalóniku 5, 19. Sløkkið ikki Andan! Tað kemur at hava álvarsligar avleiðingar um vit forða Andanum at gera sín gerning. Heilaga Andans virkan Hvítusunnusálmur Lag: Hin harða krossin. Bf. 45. Dk 98. 1. Sum sólin bræðir burtur ísin harða, so vermir kærleikin Gudsbarnið kæra; við anda sínum eins og sólarmagni, so verður Halgi Andin tí at gagni. 2. Gud, Halga Anda sín her niður sendi, til frelsta syndaran seg niður bendi; gav honum mátt at stríða trúarstríðið, so er hans náði, frelsarin hin blíði. 3. Á hvítusunnu, lærusveinar glaðir, teir fingu Heilaga Anda frá Gud faðir; og fóru teir við frelsuboðnum góða, sum enn í dag til syndarar man ljóða. 4. Gud okkum gav ta náði her at boða, at náðarsólin bjørt man til oss roða; um Jesus Krist á krossi mátti bløða, hann syndasár í dag enn her man grøða. Kjartan Stakksund Eiðis kirkja