Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 29. mai 2009 3 tíðindi Tað stendur illa til við føroyskari list, um framsýningin »Føroysk samtíðar­ list« á Bryggjuni í Keypmannahavn er umboðandi, heldur listaummælari á Politiken, sum tó rósar Brandi Patursson List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Framsýningin »Føroysk Samtíðarlist«, sum løgmað­ ur setti á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn herfyri, meðan sendiharrar úr øllum heiminum lýddu á, verður nú mest sum húðflett av listaummælaranum á Poli­ tiken, Torben Sangild. Kvøldskúlalist ­ Flestu listafólkini borðeiða við verkum av slíkum slagi, sum tú finnur á lokalu caféini ella á kvøldskúla­ skeiðum, heldur ummælarin og sipar eitt nú beinleiðis til pastellittu verkini hjá Ankeri Mortensen. Eisini gipshøvdini hjá Andriasi Andreasen fáa botnkarakter, tí tey sambært ummælaranum hvørki hava úttrykk ella innhald, meðan symboltungu grafisku verk­ ini hjá Mariusi Olsen eru mest at líka við kitsch. Millum fáu glottarnar, sum toga samlaða karakterin til framsýningina upp úr absolutta botninum, nevnir ummælarin videoverkið hjá Tummas Jákupi Thomsen og dukkuhúsini hjá Hanna Bjartalíð. Eittans veruligt listafólk Sambært Torben Sangild er tað tó Brandur Patursson, sum er einasta veruliga góða listafólki, ið er við á framsýningini. Fram um øll hini verkini, heldur hann fínu og ræðandi dreka­ beinagrindina í gelékendum glasi hjá Brandi Patursson rættvísgera framsýningina. ­ Her fáa vit eitt brá av tí, sum listin kann, nevniliga gera okkum ótrygg við at skapa nýggjar samanhangir og harvið seta ferð á okkurt í kroppinum á sjálvt tí ófor­ skammaða ummælaranum, sigur Torben Sangild. Samanumtikið heldur ummælari á Politiken tó, at um hendan framsýningin er umboðandi, so stendur illa til við føroyskari samtíðar­ list. Við á framsýningini eru Andrias Andreassen, Anker Mortensen, Brandur Paturs­ son, Hanni Bjartalíð, Han­ sina Iversen, Marius Olsen og Tummas Jákup Thomsen. Framsýningin er opin fram til 6. september. Føroysk list fær av grovfílini Trý føroysk listafólk fara nú at kanna, hvat hendir, tá tey í nakrar dagar gera sína list til part av býarlagnum og øvugt List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Víst skal listin sleppa at hava nokk í sær sjálvum. Men fyri tað kann tað vera spennandi at vita, hvat hendir, tá listin fer út úr síni listaklokku at spæla við hini. Hetta hava listafólkini Hansina Iversen, Hanni Bjartalíð og Anker Mort­ ensen sett sær fyri at royna á framsýningini »Býarløg ­ ein framsýning í tíð og rúmi«, sum letur upp Mentanarnáttina 5.juni. Í 14 dagar fara listfólkini at lata síni verk knýta seg at múrgyrda rúminum í Müllers Pakkhúsi og býnum uttanfyri gluggarnar fyri at kanna, hvat tað merkir at vera á einum ávísum stað í einum ávísum rúmi til eina ávísa tíð. Út um seg sjálvi Ofta verður sagt, at myndlist er púra leys frá sosiala og politiska veruleikanum. Listin er tann ideella miðjan, har tað andborna er tættast við hondina, skyn­ semið við kensluna, kropp­ urin við sálina, natúran við andan, tað óendaliga við tað endaliga og tað einstaka við felagsskapin. Listin hevur snøgt sagt nokk við seg sjálva. Soleiðis er eisini við verkunum hjá Anker Mort­ ensen, Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð. Hvørt í sínum lagi ringja verkini hjá hesum trimum lista­ fólkum seg saman um seg sjálvi – leggja seg bert eftir tí reint listarliga og at fáa til vega sína egnu eind. Men á framsýningini “Býarløg – ein framsýning í tíð og rúmi” eru verkini eisini til staðar í mun til hvørt annað, eins og tey lata seg upp fyri rúminum, tíðini, býnum og lívinum. Við hvør sínum listarliga sjónarhorni og arbeiðshátti skulu tey trý listafólkini finna ein felags hátt at liva undir í framsýningarhøli­ num í Mullers Pakkhúsi. Eini vøkur, men eisini avbjóðandi høli, sum geva listaverkunum gott viðrák og hart mótspæl. Tjúkku og tungu grótveggirnir í pakkhúsinum bera boð um nakað verandi, men verkini hjá Anker, Hansinu og Hanna búgva bara í rúmi­ num eitt stutt bil. Tað er nevnliga ikki tað, at verkini eru til staðar í rúminum, men broytingin, inntrivið, burturbeiningin og órógvið, sum skal lova verkunum at skapa óendaliga nógv intensiv spenningsøki við hvørt annað. Áðrenn tey fara víðari Hesin mátin at flætta seg saman við einum rúmi, ger tað samstundis gjørligt at venda upp og niður á tað verandi, skipa tað vanliga av nýggjum og hyggja við nýggjum eygum eftir tí vælkenda. Sum áskoðari kunnu vit taka lut í, vísa frá okkum ella bara staðfesta teir nýggju samanhangir, sum verkini skapa einsamøll ella saman, og sum dvølja í rúminum eina tíð, áðrenn verkini leggja leiðina til onnur framsýningarrúm, til onnur skap og onnur høpi. Framsýningin »Býarløg ­ ein framsýning í tíð og rúmi« letur upp 5. juni klokkan19.00 og er opin hvønn dag millum klokkan 14.00 og 17.00 til og við 19. juni. Brandur Patursson er einasta veruliga góða listafólkið á framsýningini »Føroysk samtíðarlist« sambært ummæli í Politiken. Her er tað hansara drekabeinagrind í gelékendum glasi Listin út at spæla við hini Verk eftir Hansinu Iversen verða millum listaverkini, sum fara at spæla við hvørt annað og hini á framsýning, sum letur upp á Mentanarnáttini