fríggjadagur 29. mai 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 101 - 29. mai 2009
tíðindi
Talan er um útstykking, ið verður staðsett
eystan fyri Karlamagnusarbreyt, millum
Hoyvíkar skúla og Myllutjørn.
Stykkini verða 300 m², harav 100 m² verða
partar av felagsøki. Á stykkjunum kunnu
byggjast hús, ið eru umleið 55 m² og í
mesta lagi 3 fullar hæddir, ella samanlagt
165 m². Somuleiðis kann byggjast úthús/-
bilhús á umleið 20 m².
Fleiri upplýsingar eru at finna undir »Stutt
kunning« á www.torshavn.fo
Kostnaður
Stykkini eru mett at kosta kr. 495.000.
Við í kostnaðinum er planering av stykkju-
num, vegarbeiði og leggjan av leiðingum til
vatn, streym, telefon og gøtuljós, umframt at
felagsøkini verða gjørd liðug.
Freist
Áhugaðir keyparar skulu boða kommununi
frá í seinasta lagi 15. juni 2009 við at senda
eini skrivlig boð, umframt váttan frá peninga-
stovni um tøka fígging til:
Tórshavnar kommuna
Postsmoga 32
110 Tórshavn
Faks 30 20 10
e-postur torshavn@torshavn.fo
Grundstykkini verða tillutað eftir lutakasti
millum møguligar keyparar.
Fleiri upplýsingar
Eru spurningar ber til at venda sær til
Snarskivuna á 30 20 10.
Tórshavnar kommuna
Kundi tú hugsað tær eitt grundstykki í Hoyvík?
Grundstykkir í nýskapandi útstykkingini »Býlingur við túnum« í Hoyvík verða hervið lýst í almenna sølu
Frændur og Brandur Enni
eru nýggju nøvnini, sum
Jóansøkufestivalurin
nú
avdúkar. Frændur eru fólka
ogn, og Brandur kemur í
heyst við nýggjari fløgu,
har hann samstarvar við
fleiri spennandi tónleikarar
sigur Jóansøkufestivalurin í
tíðindaskrivi.
Jóansøkufestivalurin í ár
er skipaður sum stuðulstiltak
til frama fyri at gera
saltsiloina á Drelnesi til
mentanarhús, og eru tað før
oyskir tónleikarar, ið fegnir
stuðla ætlanini, ið eru á
skránni hjá Jóansøkufesti
valinum 2009. Tvey nøvn
afturat verða nú avdúkað,
og eru tey Frændur og
Brandur Enni.
Rd.
Frændur og Brandur á
Jóansøkufestivalinum
2.
hvítusunnudag
kl.
15.00 verður fólkafundur
í Føgrulíð, nú tað í ár eru
110 ár síðani Háskúlin
byrjaði virkið sít har.
Fundurin verður í Føgru
líð á Borðoynni, á grund
ini har sum skúlin stóð
frá 1900 til 1909.
Á
fundinum
verða:
Røður, felagssangur og
sangur.
Røðarar verða : Turið
Sigurðardóttir, Hermann
Oskarsson og Sólfinn
Hansen.
Sangur: Hanus G. Jóhan
sen og Jógvan Andreas
Joensen.
Sangbløð til felags
sangin verða býtt út.
Fyri at eingin ferðslu
proppur
skal
verða,
verður busskoyring frá
sandinum og niðan á
Háls, so tey, sum ikki
ynskja at ganga tann tein
in, kunnu verða koyrt
niðan.
Bussurin byrjar at koyra
kl. 13.00.
Bilførarar verða vinar
liga bidnir um at seta bil
in niðri í býnum.
Rd.
Føroya Fólkaháskúli
heiðraður á fólkafundi
Fjarðafestivalurin
veit
at
siga, at høvuðsnavnið, Jere
my Camp, kemur til Føroya
fríggjadagin í næstu viku við
leigaðum flogfari. Fyrireikar
irnir av fjarðafestivalinum
hava gjørt avtalu við enskt
útleigufelag um leiguflogfar,
sum skal flúgva Jeremy
Camp og manning um Norð
ur Atlantshavið, úr Edinburg
til Føroya.
Jeremy Camp er kosin
ársins artistur og sangskrivari
av størsta kristna tónleika
magasininum í USA, CCM
magasin. Hann trínur á pall í
Skálabotni fríggjakvøldið 5
mai.
Jeremy Camp á Fjarðafestivalin