fríggjadagur 29. mai 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 • 29. mai 2009
Vikuskifti
4
Heima hjá Arnfríð Lützen í Havn,
eru tey dagliga trý fólk í húsi.
Umframt hana sjálva, húsast unn
ustin og sjey ára gamla dóttirin í
íbúðini, meðan húsini í Kongsgili
standa í gerð.
Arnfríð Lützen er 26 ára gomul,
og gjørdist fyri nøkrum árum síð
an eitt kent føroyskt
navn, tá hon
vísti hvat hon
kundi
við síni
rødd.
Seinnu
árini
hevur
hon kortini hildið
sera lágan profil. Og tað hevur
sínar orsøkir.
Eg havi verið í Danmark og
lisið. Eftir at hava roynt meg
fram, havi eg endiliga funnið
mína røttu hill. Eg elski at lesa
á føroyskt á Føroyamálsdeildini.
Tað er akkurát eg. Og saman við
útbúgvingini til boligstylist, sum
eg taki yvir netið, er tað bara per
fekt, sigur hon.
Men at flyta aftur til Føroya
fyri at lesa, merkir færri pengar á
konto hvønn mánað, tí lítið fæst
eyka fyri lesandi mammur, í mun
til hvat ein lesandi mamma fær í
Danmark.
Onkran mánað strammar tað
eitt sindur meir í enn aðrar mán
aðir. Men vit hava valt at klárað
okkum við einari inntøku tað
fyrsta árið, so eg kann savnað
meg um lesturin, og tað hevur
gingið fínt, sigur Arnfríð Lützen.
Farvæl
Hennes&Mauritz
At flyta aftur til Føroya merkir
eisini at ein má siga farvæl við
lagaligu keypsstøðini í
Keypmannahavn. Eitt nú
Hennes&Mauritz.
Hennes&Mauritz
er bara perfekt tá
mann skal klára
seg fyri lítið. So
síðan eg flutti
heim, havi eg ikki
keypt nakað serligt. Síðan á
jólum havi eg keypt mær eitt par
av skóm, eitt par av buksum og
tvær blusir, haldi eg.
Tað er lítið í mun til hvat hon
fyrr keypti av klæðum. Nøkur av
bestu pløggunum, Arnfríð hevur
ognað sær, eru kortini ikki funnin
inni í Hennes&Mauritz.
Nøkur av pløggunum, eg eri
glaðast fyri, havi eg funnið í
second hand handlum í Danmark.
Eg havi ein grønan kjóla, sum
eg keypti í einum second hand
handli í Jyllandi eina ferð, sigur
hon droymandi, og roynir at
greiða frá hvussu kjólin sær út.
Í síðstuni hevur hon fingið sær
til vana at seta seg við stokk
unum, og roynir at læra seg at
binda. Hon er í løtuni í holt við
eina svarta troyggju til sín sjálvs.
Og so eru tað húgvur. Eg elski
húgvur. Eg havi einar 67 húgvur
í ymsum litum, sum eg skifti í
millum, sigur hon.
Bónus er bíligast
Lítla familjan hjá Arnfríð er ikki
ofta at finna á matstøðum í Havn.
Vit gera ofta mat sjálvi. Okkum
báðum dámar væl at gera mat,
og Uni er ein fantastiska góður
kokkur. Hóast vit royna at skiftast,
er tað sum oftast hann, sum ger
mat.
Vanliga fara tey bæði eftir dóttr
ini, og so at keypa inn.
Vit fara altíð í Bónus at keypa
inn. Tað er bíligast har. Men skulu
vit hava okkurt serligt, enda vit
ofta í Miklagarði, sum hevur
størsta úrvalið. Tað er sum oftast
um vikuskiftini, tá vit gera okkurt
serligt.
Tað er tað vanliga, sum endar
í innkeypsvogninum hjá Arnfríð
Lützen. Í heila tikið vildi hon
sagt, at tey eta rættiliga varierað
heima.
Men fiskur skal vera í boksini.
Tað hava vit fingið okkum til
vana. Og fiskin bíleggja vit frá
Norðfra. Frikadellurnar og flaki
frá Norðfra eru sera góðar haldi
eg, og yvirhøvur er tað góð
góðska, ein keypir frá Norðfra.
Góðir vanar, sum at hava
grønmeti á borðinum, hevur
hon fingið sær. Men um tað er
vistfrøðiligt, hevur ongan týdning.
Onki
skemmuinnbúgv
Hárið litar
Arnfríð
Lützen sjálv,
og fruntin
klippir og
hampar hon
eisini sjálv.
Seinast hon varð klipt, var hon
heima hjá einum frisøri og gjørdi
sær hárið. Tað var bíligari, og
minst líka gott, sum var tað gjørt
á eini salong. So tað skal hon
gera aftur, hevur hon sett sær
fyri.
Tveir heilt serstakir skápsmøbl
ar standa inni í báðum stovunum
hjá Arnfríð Lützen. Teir eru keyptir
í einum handli á Amager, tætt við
har hon búði í Keypmannahavn.
Teir kostaðu nógv. Men tá
vit skuldu flyta heim, vistu vit
at vit skuldu gjalda so nógv
fyri flutningin, og avgjørdu tí at
flyta okkurt, sum vit vóru glað
fyri. Hesir eru gamlir
kinesiskir møblar,
sum eg eri ótrúliga
glað fyri.
Eg orki ikki
fyri Skemm
umøblum, og eg
havi ongantíð
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
jensk@sosialurin.fo
Sum lesandi á tveimum ymiskum útbúgv
ingum, er tað lestrarstuðulin, ið avgerð
innkeypið hjá Arnfríð Lützen. Tí er tað í
Bónus at størsti parturin av innkeypinum fer
fram, tí pengarnir skulu røkka sum longst,
og merkir tað færri klæðir, heimaliting og
shampoo á tilboð. Men tað verður ikki spart
uppá góðar matvørur, og er fiskur altíð at
finna í boksini. Og hann er frá Norðfra