Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 101 - 29. mai 2009 Ein vampýrsøga kemur í dag í bók­ hand lar nar. Tað er 15 ára gamla Rannvá Næs Hoydal, ið gevur sína fyrstu bók út. Hon gongur langar um veg ir úr skúla fyri at finna íblástur, og setir seg á loftið at skriva sínar søgur. Eing in ivi er um hvat hon skal verða. Hon skal verða rit høvund­ ur Bókaútgáva Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Rannvá Næs Hoydal býr í hugna ligu húsunum í V.U. Hammers haimbsgøtu í Havn. Í einum reyðum goml um húsum, við kvist­ um á loftinum, og trøum og spæliplássi í garðinum, lýsa tey av heimligheit, nostalgi og hugna. 15 ára gamla Rannvá sær sjálv út sum ein fitt og pen genta. Hon er blíð og hevur eitt sera søtt og vinarligt and lit. At tað ikki endur­ spegl ar tað, henni dámar best at skriva um, kunnu vit sláa fast við sjeytumma seymi. Tí í dag kemur henn­ a ra fyrsta bók út, og hon er ikki á nakran hátt sjálv bio­ gafisk. Hon snýr seg um ein drong, sum leggur til merk is, at alt við honum ikki ruggar rætt. Hann hev­ ur fingið smakk fyri blóði, sum noyðir hann at eta av sínum egnu. Teitur er ein vam pýr ur. Í Sjey dagar í hel vi ti, fylgja vit honum, og síggja hvussu hann snýr seg úr trupulleikunum, sum stinga seg upp, tá onnur varn ast at okkurt er galið. Revar vorðnir til vampýrar ­ Eg havi bara hug til at fin­ na uppá, og so at deila tað við øðrum, sigur Rannvá Næs Hoydal um sítt høv un­ da virksemi. Heima hava tey altíð lisið nógv við børnunum, og síð­ an Rannvá gjørdist so stór, at hon kundi lesa sjálv, hev­ u r hon lisið eitt ótal av bók­ um úr fantasy sjangruni. Harry Potter fyrst og fremst, síðan bøkurnar um Skamm­ ar a dóttrina, Artemis Fowl og Myrkursins Frumevni. Í løtu ni er tað stóra breyðið av eini bók, ið liggur á nátt­ borði num, Twilight. Tað er enn ein bók úr fantasy sjang r uni eftir høvundan, Stepha nie Meyer. ­ Mær dámar væl tað yvir náttúrliga. Sum barn dámdi mær væl at skriva og tekna um djór, eg helt tað vera stuttligt at skriva søgur um djór, sum tosaðu. Eg plag di eisini at spæla Lion King her í garðinum hjá okk um, sigur hon og smílist. Mamman tekur orðið eina løtu, og greiðir frá skriv ing ini hjá Rannvá. ­ Eg dugi væl at síggja, hvussu hon hevur ment seg nú. Fyrst skrivaði hon um revar, so úlvar, varúlvar og nú er tað so vampýrar, hon skrivar um, greiðir mamman frá. Mamman lesur alt, sum Rann vá skrivar. ­ Eg má siga, at eg gjørd­ ist nakað kløkk, tá eg sá hvat hon skrivaði um, sigur hon flennandi. Einki ð manglar Mamman, Marianna Hoy­ dal, er lærari. Hon hyggur alt í gjøgnum, sum Rannvá skriv ar. Hon kann bara stað festa, at har manglar einki ð í tekstunum hjá Rann vá. ­ Hon hevur altíð lagt seg eftir at skriva væl føroyskt. Umframt góða málið, Eg skal Sjey dagar í helviti kemur í handlarnar í dag. Á Bókadeild Føroya Lærarafelags vita tey ikki um nakran yngri høvund, enn 15 ára gomlu Rannvá Næs Hoydal, sum einans var 14 ára gomul, tá søgan varð skrivað. So væl dámar teimum bókina, at Bókadeildin er sinnað at geva fleiri bøkur hjá Rannvá út Barnabók setir fokus á at doyggja Triðja og seinasta bókin hjá Marjuni Kjelnæs er nú komin. Hvør fjalir seg í smúkkuskríninum? Bókin um Viktoriu og Pinka er sum vant við nógvum myndprýðingum eftir Hanna Bjartalíð. Hon er sera væl egnað at lesa fyri børnum. Omma Viktoriu er á ellisheimi, og ein dagin hoyrir Viktoria nakað, sum fær hana at óttast, at omman er sjúk og skjótt fer at doyggja. Hon og vinkonan Oda gera av, at omman skal hava seinasta ynski sítt uppfylt, men so er bara at vita, hvat omman ynskir sær allarmest í verðini. Omman doyr ikki í hesari søguni, alt var tíbetur ein misskiljing, men umframt at siga eina stuttliga søgu um børn og pinkar, so megnar rithøvundurin eisini væl at lýsa hetta tabuevnið: At doyggja. Í eftirmæli aftast í bókini greiðir pápabeiggin, Anton, frá, hvussu tað kann kennast at missa ein, tú ert góður við.