Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 101 • 29. mai 2009 verið til hvítt í hvítt. Eg vil heldur hava litspæl i rúmunum. Tað hevur einki við merki ella prís at gera, tá Arnfríð Lützen keypir innbúgv til íbúðina. Hon vitjar regluliga Tinghúsið á Hjalla, har nógv innbúgv er at fáa fyri onki. Sum nevnt lesur Arnfríð Lützen til boligstylist við síðuna av lesnaðinum á Føroyamáls­ deildini umvegis internetið – tann perfekti cocktailurin, sigur hon­ og veit tí hvat hon vil hava inn í sítt heim. Men Uni hevur eisini eina meining um hvat skal vera her, og tí skal eisini vera rúm fyri. Vit hava nøkunlunda sama stíl alíkavæl. Star Trek og krimi møtast Uppiá tí eina kinesiska skápinum, stendur ein flatskermur. Einki televarp er, og er tað tí Dagur og Vika og onkrar hissini dokumentar sendingar, Arnfríð og Uni seta seg niður at hyggja at. Andrea dámar væl barna­ sendingarnar, men eg haldi at tey kundu gott gjørt okkurt við allar hasar endursendingarnar av barnasendingunum. Tímur hon ikki tað, sær hon onkran teknifilm. Teimum báðum vaksnu dámar líka væl at síggja filmar. Una dámar væl Star Trek og ymiskt annað av tí skuffuni, meðan mær dámar væl lættisoppafilmar og enskar og svenskar krimi. Men okkum báðum dámar væl South Park, og hava sæð einar 13 sesongir av South Park. Flatskermurin er væl umtóktur, tá heimabio er á skránni. Uni eigur tveir dreingir, sum koma at vitja annaðhvørt vikuskifti. ­ Tá stilla vit sofuna beint framman fyri sjónvarpið, leggja eitt handklæði fyri skermin, seta poppkorn fram til børnini, og biðja tey koma inn, greiðir Arnfríð flennandi frá. Alt frá Panténe til Sanex Eitt er hvat peningurin røkkur til. Nakað annað er hvat ein hevur brúk fyri. Arnfríð heldur, at hon er lítið kritisk við luksustingum, líka so væl sum við hvat er neyðugt. Telefonin, sum er umleið tvey ára gomul, er klistrað saman fyri at halda battaríinum uppá pláss, meðan bíðað verður eftir eykalutum til telefonina. Mína fyrstu telefon keypti eg sum 17 ára gomul í Íslandi, og var tað ein Motorola við eini antennu standandi úr. Hon var so ljót, men eg hevði hana rættiliga leingi. Vit hava hvør sína farteldu, eg havi eina HP og hann eina Dell. Eg eri ikki kræsin við til dømis shampoo, tað kann vera alt fra Panténe til Sanex, men skal bara ikki hava balsam í. Tað verður sum oftast keypt uppá tilboð. Fyri meg snýr tað sum at fáa sum mest fyri pengarnar, sigur Arnfríð Lützen. Pengarnir skulu røkka sum longst