Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 101 - 29. mai 2009 slepst ikki undan at leggja til merkis góðu evnini til at seta orð á sansir og kenslur í Sjey dagar í helviti. Tað ber boð um ein ótrúliga búnan høvund, sum einans er 15 ára gamal. Her skal skoyt ast upp í, at Rannvá Næs Hoydal var einans 14 ára gomul, tá Sjey dagar í helvi ti varð skrivað. Søgan um vampýrin Teit, varð skrivað til eina søgukapping, sum KT depilin í 2008 skipaði fyri, og sum Rannvá Næs Hoydal vann. - Hatta við at lýsa sansir- nar hevur kanska nakað at gera við at eg gangi til drama í Sjónleikarhúsinum. Eg havi eisini nakrar vanar, sum at ganga ein umveg heim úr skúlanum. So gangi eg og lurti eftir tónleiki, og eygleiði ting og fólk. Eg hefti meg eisini við myndir, sum kunnu hava ein annan týdn ing. Til dømis sá eg eina ferð tvey trø standa nak að frá hvørjum øðrum, við einum tunnum tráði av eitur koppaspinni millum teirra. Tað fekk meg at hug- sa um fólk, sum eru knýtt saman uttan at tey vita av tí, greiðir Rannvá Næs Hoy- dal. Høvundurin er dreymurin Eftir summarfrítíðina gevst Rannvá í skúlanum. Tá hevur hon gingið í skúla í níggju ár, og vil fegin hava frí í eitt ár, áðrenn hon fer á studentaskúla. Hon hevur ikki lagt neyvari ætlanir fyri framtíðina, men er ikki í iva um hvat hon skal í fram tíðini. - Eg skal verða rit høv u n- d ur. Eg veit ikki hvat skal henda, tá eg verið liðug við stud entaskúlan, men eg fari at arbeiða fram ímóti at ger ast rithøvundur, sigur hon. Hon kundi hugsað sær at lut tikið á skriviskeiði hjá Rakel Helmsdal, og í fram- tíð ini sloppið at sæð verð i- na. Við síðuna av skúlanum skrivar hon fyri Strok, har hon ummælir fløgur, og skriv ar greinar um djór og hev ur ein spurnarkassa um djór. - Tað dámar mær væl. Men skuldi eg valt, skuldi eg avgjørt skriva skaldskap fram um spurnarkassa og grein ir. Eg havi okkurt liggj an di, sum eg ikki eri liðug við. Bókadeildin, sum hev ur givið út mína fyrstu bók, hevur lovað at taka ímó ti fleiri bókum, og tíðarritið Vencil hevur biðið meg skriva eina søgu til teirra næstu útgávu, sigur Rann vá. Henni dámar einki at tosa um søgurnar, áðrenn tær eru heilt lidnar, men lovar at tann næsta ikki verður um nakran vampýr. Henni dám ar at sita einsamøll, og setir seg heldur at skriva enn at hyggja í sjónvarpið, tá hon kemur aftur úr skúla. Henni dámar at taka myndir, og at hyggja eftir filmum. Hon hyggur við nærlagni eftir filmum, og dámar at spyr ja hví, sum hjálpa henni at arbeiða sum høvundur. - Eg brúki ikki so nógva tíð til at skriva. Eg skrivi ofta brot, sum koma til mín tá eg til dømis havi verið ein biltúr, so renni eg uppá loft at skriva tað inn á teldu- na, og so lati eg tað fáa frið í eina tíð, sigur Rannvá Næs Hoydal. Sjey dagar í helviti kemur út í dag, og fæst í bóka- handlu num kring landið. Bóka deild Føroya Lærara- felags gevur bókina út. verða rithøvundur Rannvá Næs Hoydal býr í hugnaligu húsunum í V.U. Hammershaimbsgøtu í Havn. Henni dámar at ganga langar umvegir fyri at fáa íblástur, og setir seg so á loftskamarið at skriva Ung og gávurík Rannvá Næs Hoydal vann søgukapping, sum KT í 2008 skipaði helt fyri næmingum í 7. og 8. flokki. Dómsnevndin var á einum máli um, at Rannvá var ein framúrskarandi rithøvundur. Millum annað var sagt um søguna: ”Hon er ræðandi, vamlisliga skakandi og fantastisk!” Á Bókadeildini vóru vit so heppin at sleppa at geva handritið út í bók. Myndprýðingarnar í bókini eru eftir Herdis Jakobsen. ”Eg hugsi ikki um nakað annað enn lokkandi angan, tá eg eins og smokki saman og liggi á øllum fýra. Blóðið, eg føli undir fingrum mínum, er lunkað. Ikki hugsi eg um, at fólk standa yvir mær og hyggja. Gløa, tá eg boyggi høvur mítt nærri niður at evjuni. Svongdin nívir meg so. Og tó veit eg, at tað er skeivt, sum eg geri.” úr 7 døgum í helviti, sum er ein ræðusøga um ein føroyskan vampýr…